føroysk filmsvinna ikki bert er vorðin sjónlig á altjóða pallinum, men eisini er kappingarfør í einum sera hørðum marknaði, sum er í støðugari broyting,” metir Torfinnur. “Tað er dømi um, hvussu staðbundin [...] verkætlanir út av fleiri enn 90 í uppskoti frá øllum heiminum er nýggja føroyska sendirøðin Reyna, ið Torfinnur Jákupsson hevur skrivað. Content London er ein av heimsins størstu ráðstevnum innan altjóða undi [...] undirhaldsvinnuna, og framløguátakið Drama Series Pitch er ein serstakur sýnisgluggi fyri úrvaldar fiktiónsverkætlanir, sum her kunnu leggja fram fyri altjóða íleggjarum og samstarvsfeløgum. Framløgan verður
toppskjútti hjá H71. Við níggju málum var Malene Madsen toppskjútti hjá StÍF. Kyndil er fremst í deildini við 15 stigum, og VÍF er næstfremst við 13 stigum. Neistin og H71 hava 12 stig hvør. Stjørnan hevur átta [...] stig. SMS-deildin fer nú í HM-frí. 7. desember verður dystur í høllini á Hálsi millum Neistan og VB. HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum í SMS-deildini: ##med2## ##med3## ##med4##
um eina, kanska tvær, bryggjur í Føroyum, ístaðin fyri fleiri, og at syrgja fyri, at atløgubryggjan er innibyrgd, og at manningin ikki sleppur av havnalagnum. Somuleiðis kann heldur ikki, við núverandi [...] minnilutin undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.« Álitið kann lesast her
til dags. - Broytist tørvurin, er eisini ómakaleyst at skifta úr einum goymslurúmi í annað – antin tørvur er á einum minni ella størri rúmi. Stjórin vísir á, at goymslan er uppbygd í einstøk rúm, sum bert [...] til goymslurúm, um tørvur ístaðin er á stutttíðarleigu, tí tú kanst altíð siga leiguna upp – mánað fyri mánað, sigur stjórin. Tryggar umstøður Í øllum goymslurúmunum er kamera, tjóvaríávaring og roykávaring [...] á kvøldi til klokkan 06.30 um morgunin. - Hetta er fyri at skapa ein tryggleika kring goymslurnar og fyri at tryggja øll, sum leiga sær goymsluhøli her hjá okkum, sigur Peter Mouritsen. Hann leggur aftrat
Løgreglufólk, sum komu á staðið, søgdu, at her var neyðugt at koyra varliga, sigur vaktleiðarin. Sum skilst, fingu báðir bilarnir stórar materiellar skaðar. - Tað er loyvt at koyra 80 kilometrar um tíman á [...] sum var komin yvir í skeiva síðu. Løgregla og sjúkrabilar vórðu send á staðið, og tað vísti seg, at her vóru ávikavist fimm og fýra fólk á hvørjum av bilunum. - Nøkur fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið [...] á hesum vegastrekki, men sjálvsagt skal altíð koyrast eftir umstøðunum, og her var bæði hált og myrkt. Spurd, um bilarnir vóru skøddir samsvarandi teimum koyrilíkindum, sum vóru í morgun, sigur vaktleiðarin
Leygardagin vóru 10 HM-undankappingardystir leiktir kring Evropa. Vit hava her úrslitini, málskjúttarnar, støðurnar í bólkinum, og leikskránna fyri seinasta umfarið í undankappingini. Bólkur B: Sveis-Svøríki [...] málmunin pluss 12. Kosovo hevur 10 stig og málmunin pluss eitt. Slovenia hevur trý stig, og Svøríki er aftast við einum stigi. Týskvøldið klokkan 19.45 verður leikt soleiðis: Kosovo-Sveis og Svøríki-Slovenia [...] betri um Danmark hevði vunnið á Belarus. Grikkaland hevur seks stig á triðja plássinum, og Belarus er aftast við bert einum stigi. Í seinasta leikumfarinum týskvøldið klokkan 19.45 verður leikt soleiðis:
føroysku verjuni. Mikudagin taptu Føroyar 0-4 fyri Fraklandi. Í dag vann Frakland 2-1 á Bulgaria. Frakland er fremst í bólkinum við seks stigum. Ungarn hevur fýra stig, Bulgaria hevur eitt stig, og Føroyar eru [...] ongum stigi. Týsdagin klokkan 16.30 spæla Føroyar seinasta dystin, har Bulgaria verður mótstøðuliðið. HER ber til frá ungarsku rásini M4 Sport at síggja hæddarpunktini frá dystinum Ungarn-Føroyar 3-0 (2-0)
Íslands, Kartín Jakobsdóttir, sigur í grein í The Guardian, at íslendskt mál er við at víkja og er í vanda fyri at doyggja, og orsøkin er trýst frá enskum máli og AI, ella vitlíki. Hon hevur sjálv onnur skrivað [...] íslendskt, berjast fyri málinum, sum hon vísir á er gamalt mál. Hon heldur stóra ábyrgd fylgja við tí at tosa eitt mál, ið fá fólk duga. Greinin í The Guardian sæst her: Icelandic is in danger of dying out because
Hin 1. august í ár fekk Dugni nýggjan stjóra, sum er Elin Ludvig. Hon er útbúgvin sosialráðgevi og kandidatur í sosialum arbeiði. Elin býr í Havn, er gift og eigur fýra børn. Av arbeiðsroyndum kunnu nevnast [...] har sølubúðin á Sandvíkarhjalla er hin størsta. - Sølubúðirnar verða væl vitjaðar, og tað er ikki óvanligt at síggja, at fólk standa í bíðirøð, tá latið verður upp her í Tinghúsinum á Sandvíkarhjalla, [...] eisini arbeiðir í tøttum samstarvi við Almannaverkið. Hetta er eitt sera spennandi starv, og eg eri væl móttikin. Samlaða starvsfólkatalið á Dugna er 28. - Vit hava skúlan við Áir, har fólk, sum kanska ikki
virksemi tíðliga í hesum árinum. Høllin er ein sjálvsognarstovnur, sum eigur seg sjálvan, um vit so kunnu siga, og tað er ein nevnd, sum er aftanfyri stórhøllina. Stjóri er Regin Dalsgaard, og aftrat sær í føstum [...] hann Súsonnu Sondum, sum er samskipari, og Inga Jacobsen, sum er húsavørður. Tríggjar vaskikonur eru eisini knýttar at høllini, og harumframt eru tveir vaskirobottar. Lønin er venjingartímar Høllin hevur [...] - Tað stóra arbeiði er oftast frammanundan, og tá tiltakið er í gongd sum nú, og alt er upp á pláss, koyrir tað mesta av sær sjálvum, sigur Regin Dalsgaard. Við Tjarnir verður stórur dentur lagdur á,