seinnapartin hósdagin vóru teir komnir undir Mýling. Báturin var á veg inn á Toftir at leggja veiðina upp og ætlanin var at fara inn í Eiðisflógvan og suður gjøgnum Sundalagið. Tá báturin ikki var komin [...] Hóskvøldið klokkan 19.00 komu boð um, at 40 tonsarin Sjóborgin av Strondum, við fimm monnum umborð, ikki var komin til lands. Teir høvdu roynt í einum kassa í ein útnyrðing úr Mýlingi og um trý-tíðina [...] manningini. ? Leitingin hevur verið so »intens«, at nú rokna vit ikki við at finna bátin, sigur vakthavandi á V&B. Tað luttaka 15 skip, trý vaktarskip, tvær tyrlur og eitt flogfar í leitingini, sum heldur fram
nógv eg vil ofra meg á politiksa viðvøllinum, sigur Bjørn á Heygum. Rumbul og stórt arbeiðstrýst hevur verið nóg mikið av hesi árini, og helst hevur tað ikki gagnað fyritøkuni hjá Bjørn á Heygum, at hann hevur [...] reglunum, sum galda í politikki, sigur Bjørn á Heygum. Hann vísir á onnur dømi, um einagongdina hjá løgmanni, har alt snýr seg um persónin Edmund Joensen og vertin á avleiðingarnar og tað, sum onnur halda.Tá [...] mansligt at skulka sær undan ábyrgd, og á henda hátt lata aðrar verða skotbjálvar. Tað skilji eg als ikki, sigur Bjørn á Heygum. Hann fer nú at halga sær arbeiðið á advokatvirki sínum fyribils, men tað er
Tað er sorg í Føroyum og serliga á Strondum, tí tey hava mist fimm mans í besta aldri. Hósdagin var Sjóborgin á veg inn á Toftir, men hon vann ongantíð upp land. Hvat er hent, og hvussu, verður neyvan [...] umleið tríggjar fjórðingar úr Mýlingi á veg inn á Toftir at leggja veiðina upp. Teir ætlaðu sær inn í Eiðisflógvan og suður gjøgnum Sundalagið, og skuldu eftir ætlan verða á Toftum umleið klokkan seks hóskvøldið [...] , men fleiri skip og bátar hildu tó fram við at leitað. Seinnapartin leygardagin segði vakthavandi á Vaktar- og Bjargingartænastuni, at Tjaldrið og Nim fara at halda fram við leitingini eina tíð enn, serliga
at nógv viðurskifti eru øðrvísi á Svangaskarði í ár, enn tey hava verið undanfarnu árini. Sunnudagurin vísti, at Petur Simonsen hevur tak á sínum monnum. Teir eru væl á veg at koma í dystarvenjing, og [...] avtalurnar, sum eiga at vera sjálvsagdar á einum hvørjum liði, men sum tað hevur verið ilt at fingið eygað á hjá B68 seinastu árini, tykjast vera komnar upp á pláss. Sammett við í fjør, so var meiri enn [...] hevði bóltin mest, meðan gestirnir lógu longri afturi á vøllinum og dúvaðu upp á møguleikar fyri snarálopum. Teir høvdu Birgir Jørgensen einsamallan á toppinum, og við hvørt varð hann stuðlaður av Magna
ógiftur, 23 ár. Símun Pauli á Fríðriksmørk, 31 ár. Giftur og átti trý børn. Atli Bjartisson Hansen, ógiftur 25 ár. Hilbert Funn, 36 ár. Ættaður úr Vestmanna og búsitandi á Strondum. Átti tvey børn.
fyrireikaðu teir seg á gistingarhúsinum í Øravík til uppgávuna á Sevmýri. Fuglfirðingar fóru frá húsum heilt tíðliga sunnumorgunin fyri at røkka túrinum hjá Pride av Gomlurætt og suður á Hvalba. Úrtøkan hjá [...] hjá B36 var javnleikur á Sevmýri, meðan fuglfirðingar ikki vóru meiri nervaðir av ferðini við Pride at teir vunnu á Krossinum í Sumba. [...] Ofta hevur tað verið ólagaligt og buldraligt, tá fótbólturin er farin á rull í Føroyum. Viðhvørt hevur kavin gjørt, at tað hevur ikki verið spælandi, og onkuntíð hevur verkfall spælt FSF og feløgunum eitt
venjing, sum hevur verið allan veturin á keiini inni á Sundi. Hjá monnunum vann Heri Ziska av Strondum við 11,86 m. Hetta er væl styttri enn tá hann setti føroyskt met á Jersey seinasta summar. Tá varpaði [...] hevur hug at venja kúluvarp undan kappingini, kann viðkomandi ringja til Hera Ziska á tlf. 283895 ella koma inn á keiina á Sundi týsdag ella hósdag kl 6.45. [...] kapping í kúluvarpi fyri bæði kvinnur og menn á Toftum, og hóast rættiliga nógvan og kaldan vind, so vóru úrslitini væl betri enn ein kundi væntað so tíðliga á árinum. Kappingin hjá kvinnum bleiv vunnin av
systkin og børn og til bygdarfólkið á Strondum, ið misti sínar menn og synir. Vegna Føroya landsstýri og alt Føroya fólk vil eg við hesum vísa øllum avvarðandi av manningini á Sjóborgini djúpastu samkenslu í [...] kvettur av. Hetta gjørdist at enda greitt eftir leitingina seinastu dagarnar, at eingin av manningini á Sjóborgini, ið fórst út fyri Mýlingi í farnu viku, bar boð aftur í bý. Hetta er ein stórur smeitur fyri
Nú tá landsstýrisflokkarnir við Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum á odda hava víst hvat teir duga til, nevniliga at søplað burtur málið um endurgjald frá dønum fyri handfaringina av bankabjargini, leggja [...] svarað fyri seg og tí ikki hevur fyri neyðuni at onnur tosað hansara vegna, fer ikki at hava sitandi á sær slíkar skuldsetingar sum hesir flokkar nú so altráðir vilja leggja honum til last. Og Føroya fólk [...] kann tað so bera til, at vit eftir øllum at døma skulu missa eitt fyri Føroyar so týdningarmikið mál á gólvið. Svarið er einfalt. Landsins leiðsla við Sambandsflokkinum væl stuðlaður av Fólkaflokkinum hevur
um eina kapping millum kommunurnar báðar á havnaøkinum - nú verður talan um samstarv. Økið inni á Sundi Afturat góðu møguleikunum í Kollafirði er so økið inni á Sundi. Tað hevur ligið púra oyði síðan tað [...] skipast fyri fólkaatkvøðu um hetta mál og hon var leygardagin Gott og væl hálvtfimtahundrað fólk vóru á vali og stórur meirilutið av veljarunum valdu at taka undir við ætlanini hjá bygdarráðnum. Leggja saman [...] veljast og bygdarráðslimir úr Kollafirði og býráðslimir fáa inntil samanleggingina loyvi til at møta á nevndarfundum hjá hvørjum øðrum, tó uttan atkvøðurætt. Góðar havnaumstøður Tað eru tó ikki bara pengarnir