hagar til øll okkara skuld í útlondum varð umløgd til ríkisskapsskuld. Tey fyrstu árini aftaná gekk støðugt framá. Longu í 1994 kundu vit staðfesta, at hallið hjá landskassanum var í minking, og at tað eisini [...] fíggjarlógin fyri 1994 varð viðgjørd og samtykt. Í 1995 gekk enn betur. Hallið, sum varð mett til 209 mió. kr., varð í árinum vent til eitt lítið avlop. Í 1996 varð hallið mett til 159 mió. kr. Úrslitið [...] og gongdin í ár bendir á, at úrslitið fyri 1997 ikki verður lutfalsliga so gott, sum tey bæði undanfarnu árini. Framgongdin er steðgað, og nógv bendir á, at úrslitið í 1997 verður verri enn í 1996, og tí
og í gjár fóru fimm ungir føroyingar á fjakkaraferð til Suðuramerika. Ungu føroyingarnir ætla sær at vitja lond í Suðuramerika, og gongst sum ætla, verða teir ikki heima aftur fyrr enn einaferð í mai [...] vit Theodor Olsen í telefonini úr Keypmannahavn, har teir steðgaðu á, áðrenn leiðin varð løgdu suður um ekvator tíðliga gjáramorgunin. ? Vit flúgva fyrst til Rio í Brasil og verða har í einar tríggjar dagar [...] áður verið í Suðuramerika, so tú kanst ætla, at eg eri spentur til at fara at ferðast har og uppliva tey ymsu londini. Kunnu bróta ferðina av Dánjal Hoydal, sum er ein annar av teimum fimm í ferðalagnum
fyrr ella seinni fór at geva Sámal Petur í Grund sekkin, sigur Jóannes Eidesgaard. Tá Javnaðarflokkurin legði misálitisuppskot á Sámal Petur í Grund, var tað júst orsakað av samferðsluviðurskiftunum. Men [...] Men tá stóð samgongan saman um at verja Sámal Petur í Grund. Jóannes Eidesgaard sigur, at andstøðan ikki enn hevur tosað saman um at leggja misálitisuppskot á løgmann, men Javnaðarflokkurin fer heilt víst [...] at atkvøða fyri einum slíkum uppskoti. Um so er, at løgmaður fer at biðja Javnaðarflokkin koma upp í samgonguna, so kann hann spara sær ómakin, tí tað fer Javnaðrflokkurin undir ongum umstøðum, sigur Jóannes
fyrr ella seinni fór at geva Sámal Petur í Grund sekkin, sigur Jóannes Eidesgaard. Tá Javnaðarflokkurin legði misálitisuppskot á Sámal Petur í Grund, var tað júst orsakað av samferðsluviðurskiftunum. Men [...] Men tá stóð samgongan saman um at verja Sámal Petur í Grund. Jóannes Eidesgaard sigur, at andstøðan ikki enn hevur tosað saman um at leggja misálitisuppskot á løgmann, men Javnaðarflokkurin fer heilt víst [...] at atkvøða fyri einum slíkum uppskoti. Um so er, at løgmaður fer at biðja Javnaðarflokkin koma upp í samgonguna, so kann hann spara sær ómakin, tí tað fer Javnaðrflokkurin undir ongum umstøðum, sigur Jóannes
Mánadagin læt sermerkt listaframsýning upp í Fútastovu á Kongabrúnni í Havn. Tað er Ova, listamaður, sum bert vil nevnast við sínum listanavni í hesum sambandi, ið sýnir fram 13 málningar. Afturvið hesum [...] at einari mynd, er tónleikaútgerð tøk, sum leiðir teg á júst tað lagið, sum myndin hoyrir til. Myndirnar eru í alskyns dempaðum litum, samansettar í vatnrøttum og loddrøttum rípum, sum tilsamans mynda náttúru [...] tekstildesignari á Danmarks Designskole í Keypmannahavn. Útbúgvingin vardi fýra ár, men eftir hetta fór Ova til Finnlands at útbúgva seg víðari í Helsinki.. Ova býr í Keypmannahavn, har hann saman við fýra
nógv í føroyskum tónleiki í løtuni. Nógvar fløgur koma út, og úrvali er fjølbroytt, alt frá rocki og poppi til gospel og kórtónleik. Undan jólum legst vanliga nógv afturat á fløgumarknaðinum og í bókarúgvunum [...] bókarúgvunum, og í ár er einki undantak í so máta, kanska heldur øvugt. Seinastu mánaðirnar eru nógvar góðar og spennandi fløgur útgivnar, og fleiri eru í væntu komandi dagarnar. Høgni Zachariasen er leiðari [...] og Tórshavnar Manskór fara eisini støðugt um diskin í fløgubúðunum. Dynamit hevur enn einaferð sligið seymin á høvdið, og ikki minst Pápi tín býr ei í Tórshavn hevur rungað farnu tíðina. Fløgan við Dynamit
jú er í samstarvi, og hví alt skal verður bál og brandur! Hetta sigur frákoyrdi landsstýrismaðurin, Sámal Petur í Grund við Sosialin, dagin eftir, at hann pakkaði saman í Tinganesi. Sámal Petur í Grund [...] segði honum, at skrivaði hann ikki undir, var sjálvstýrisflokkurin ikki við í samgonguni meira. Seinna hóttanin kom í januar í ár í sambandi við nógv umrødda tipsmálið. Meðan fyrra hóttanin var munlig, so [...] ikki sjálvur fara niðan í tingið við einum uppskoti. Í hesum føri skal hann leggja tað fyri landsstýrið fyrst. Sámal Petur í Grund vísir á, at tá løgmaður herfyri gjørdi greitt í røðu á tingi, at lands
Ólavur og aftur Ólavur Tað er eingin endi á tí, ið hesin maður kann seta í gongd. Í so nógv við hvørt kanska, men í hvussu er býr í hesum manni orka og ágrýtni, sum kann vekja sjálvt aldargamalt basalt. [...] sólargeislar í glerpípum. Nógvar sterkar síður hevur kórið, men ikki allur tónleikur fellur eins væl ínn í ljóðmyndina hjá kórinum. Langar ha, ha, ha røðir kunnu ofta tykjast fremmandar í ljóðrúminum, [...] litir eru í myndini. Føroyskur kórsangur hevur í mong ár ligið millum »mf« og »f« - hví iki geva »pp« ein møgleika? Vakrast helt eg »gute nacht« partin úr »Jesu, meine Freude« vera - kanska tí júst her virkaði
r Sambandsfloksins, Maria Hansen. Maria Hansen metti, at tey brekaðu í Føroyum vóru ov lágt prioriterað í mun til so mangt annað í hesum landinum. Hon nevndi eitt yvirlit yvir ymisk lond, har givin vóru [...] hetta endamál. Eisini Ernst Hansen var í móti at stongja Pensionatið á jólum. Ørðvísi í New York Thordur Niclasen úr Miðflokkinum helt, at tað var lítil nytta í føgrum orðum, um einki var aftanfyri. Hann [...] lítið av peningi, at neyðugt var at stongja ávísar deildir. Og hann ætlaði sær ikki upp í tað kórið, sum bara lovaði í eyst og vest, men ikki dugdi at fíggja lyftini. Tað fór einki lyfti at koma frá honum
Wilson, sum Jóannes Eidesgaard læs í Dimmalætting nú um dagarnar, heldur hann væl lýsa ruðuleikan, sum valdar í landsstýrinum í dag. ? Tá vit fóru úr landsstýrissamgonguni í juni 1996 var tað av fleiri grundum [...] hendir einki. ? Tað sum Sámal Petur í Grund nú er skuldsettur fyri, hevur lítið upp á seg í mun til tað, heldur Jóannes Eidesgaard. Víðari sigur hann, at Sámal Petur í Grund hevur gjørt nógv størri politisk [...] leiðsla í Tinganesi, so var Sámal Petur í Grund ikki komin soleiðis fyri, sum hann gjørdi nú, heldur Jóannes Eidesgaard, tí so var hann steðgaður, áðrenn málið kom so langt. ? Og hetta var júst eisini orsøkin