Framsýning í orðum og myndum

- Í mínum arbeiði havi eg altíð havt til uppgávu at seta litir saman. Ofta arbeiði eg við strípum, og so fekk eg hug at loysa upp fyri teimum. Tað førdi til málningalistina, sigur 27 ára gamli Ova, sum framsýnir í Fútastovu hesa vikuna

Mánadagin læt sermerkt listaframsýning upp í Fútastovu á Kongabrúnni í Havn.

Tað er Ova, listamaður, sum bert vil nevnast við sínum listanavni í hesum sambandi, ið sýnir fram 13 málningar.

Afturvið hesum hevur Ova skrivað 13 yrkingar, og saman við vinmanninum Terja Musell, ið hevur sett løg til yrkigarnar, hava teir spælt inn eina fløgu, undir heitinum ?Sum³ ,ið Plátufelagið Tutl gevur út.

Tá fólk vitja á framsýningini, verður ein faldari útvegaður, sum nágreiniliga sigur frá myndum og tónleikinum, og hvussu hesir báðir lutir sita saman.

Hyggur tú at einari mynd, er tónleikaútgerð tøk, sum leiðir teg á júst tað lagið, sum myndin hoyrir til.

Myndirnar eru í alskyns dempaðum litum, samansettar í vatnrøttum og loddrøttum rípum, sum tilsamans mynda náttúru og bygdamyndir, sjógv og fjøll, alt eftir, hvørji eygu skoða verkini.

Upprunaliga eitur Ova Robin Ova Tolfsen. Hann er 27 ára gamal og er útbúgvin tekstildesignari á Danmarks Designskole í Keypmannahavn.

Útbúgvingin vardi fýra ár, men eftir hetta fór Ova til Finnlands at útbúgva seg víðari í Helsinki..

Ova býr í Keypmannahavn, har hann saman við fýra øðrum listafólkum hevur listaverkstað.

Tvey teirra arbeiða innan glaslist, tvey sum tekstildesignarar og ein arbeiðir við málningalist.

Listaverkstaðurin kallast ?Supplerende Oplysninger³. Tað sigur kanska okkurt um breiddina í arbeiðinum hjá ungu listafólkunum í Danmark.

Hóast Ova bert er 27 ára gamal, so hevur hann longu fingið góðar uppgávur at arbeiða við.

Hann fæst serliga við binding og vevarbeiði, men brúkar eisini tíðina at skriva yrkingar og tónleik.

Á designaraskúlanum vóru tvær sergreinar, onnur var ætlað til design av hópframleiddum vørum og hin, sum kallast ?Unika³ , er ætlað fólki, sum arbeiða við listaligum uppgávum burturav. Ova gekk á ?Unika³ linjuni. Hann vónar, at hann frameftir fær møguleika at arbeiða sum listamaður, bæði í designyrkinum, men eisini sum málari og yrkjari.

Fløgan ?Sum³, ið Ova og Terji hava spælt inn undir heitinum ?Maður: Glotti³ er at fáa á framsýningini og í plátubúðunum annars. Hon kostar 149 krónur.

Framsýningin hjá Ova er opin allar dagar í hesi viku til og við leygardegnum frá kl. 15 - 19.