heitt vár í stórbýnum, og frásøgumaðurin liggur vakin og snarar og vendir sær og hugsar um heimlandið og foreldrini, og hoyrir náttúruna siga: »Lívið er bert eina ferð, far út og tak tað, meðan tað er« [...] griksku týðingarnar hjá Janusi Djurhuus, og her fyrst og fremst til »Ilionskvæði«. Girnd og happing Tær báðar søgurnar í triðja parti, »Gerontiskt millumspæl« og »Tann nýggi maðurin«, eru rættiliga ymiskar [...] breyt gjørdari úr fortíð og skýming og hógvi, breytini hjá abbum og ommum og langabbum og langommum tínum«. Tað ræður um at minnast, um ikki at missa sambandið við forfedrarnar og siðaarvin, sum her verður
meira, hava spurt seg fyri um bøkur, og teir hava eisini vent sær til bridgekønar menn í Danmark og Noregi og biðið um vegleiðing í at leggja kappingar til rættis og til at upplæra óroyndar spælarar. Reimar [...] n, teir skiftu alla tíðina makkarar, og tað var minni gott, heldur Reimar. Men so fóru teir at læra seg acol, og harvið blivu meldingarnar neyvari, spælið betri og meira vísindaligt tos kom. Eitt fast [...] lið Teir spældu fast hvørt fríggjakvøld, og so vandu teir eisini mikukvøld. Teir vóru nakrir, sum spældu saman, Finn Winther, Jákup Weihe, Gullak og Reimar, og teir spældu allir etir Goren-meldiskipanini
blaðgreinum og røðum, hildnar á fólkafundum og aðrastaðni í 1899- 1926. Tað er gamli lærarin í Klaksvík, Tummas Lenvig trímenningur Emil, sum hevur savnað saman. Í bókini eru nakrar og áttati greinar og røður [...] eru, sum ganga aftur og aftur í bókini: Tingakrossur og Rasmus Rasmussen. Men har eru eisini røður og greinar eftir Jákup Dahl, Símun Skarð, Bærentsen, amtmanni, Jóannes Patursson og M.A. Winther, fyri at [...] hann seg fleiri ferðir á navnið Rasmus Rasmussen og settist so at kanna eftir, hvat hann hevði skrivað og latið koma á prent í bløðum og tíðarritum herheima og uttanlands. ? Eftir nærri kanning vísti hetta
Landssjúkrahúsinum. Bíða og bíða - Vit vita als ikki, hvar vit flóta, tí vit bíða framvegis eftir bygnaðarbroytingunum. Vit vita ikki, um vit fáa skipanina við deplum og øllum tí, og vit hava heldur onga veruliga [...] sjúkrahússtjórin er fyribilssettur og fyristøðukvinnan er fyribils sett, og hvørki yvirsjúkrasystirin ella sjúkrasystrastjórin eru sett enn. Leiðslan má setast fyrst fyri at kunna taka støðu til, hvussu [...] deildir enn vant um jólini, og longur eisini enn vanligt. Men tað fløvaði sjúkrasystrarnar í hvussu er, tá tær í gjár í Sosialinum lósu, at Sølvi Winther Olsen, kommunulækni og formaður í Læknafelag Føroya
hvørjum húsarhaldi millum kr. 10.000 og kr. 15.000 bara í tilfari til káplar og forsterkarar. Afturat hesum kom so niðurgraving og parabolskipan og útbúnaður til Rás Tórshavn og SvF, soleiðis at kostnaðurin hvørt [...] grundarlagi. Í Føroyum skal tað vera so dýrt sum møguligt og so vánaligt sum møguligt, og einastu, sum skulu stuðlast, eru teir tríggir stovnarnir SvF, ÚF og TFL, umframt at teir sleppa at reka handilsvinnu uttan [...] Fleiri útstykkingar liggja so fyri ? t.d. Norðasta Horn og Inni á Gøtu, at sera ring líkindi er hjá hvørjum húsi sær at móttaka bæði Rás Tórshavn og SvF. Tí varð eisini roynt at venda sær til býráðið um
ymsan grindareiðskap, um ábyrgdina hjá grindaformonnum og sýslumonnum og tað neyðuga í at læra ungdómin. Tað hevur verið greitt frá grindareglugerðini og somuleiðis eru onnur átrokandi mál umrødd. Á fundunum [...] Fundurin verður helst í Eydnuni, men tað er ikki endaliga gjørt av. Og í Norðurlandahúsinum í Havn mikukvøldið 3. desember kl. 19.30. Drápstíð og nýggjur krókur Á fundum, sum hava verið, hevur verið tosað um [...] av einum hvali frá tí, at sett verður á hann. Eisini fer hann við ljósmyndum og uppvørpu at greiða frá um nýggja kúlukrókin, og um fyrimunirnar við honum, tá ið skorið verður á háls. Pál Weyhe fer at greiða
pláss á ovastu rók í landskappingini er eisini uppá spæl. Í løtuni liggur Neistin fremst, StÍF hevur eins nógv stig, og tvey stig aftanfyri liggur Kyndil, sum nú kann vísa, at tær hoyra heima heilt har [...] helst eitt betri lið í ár, enn vit hava havt leingi, og vit hava gjørt nógv við venjingina. Vit byrjaðu tíðliga, vóru í Íslandi á venjingarferð, og hava annars gjørt nógv við tað. Vit eiga at hava ein [...] sum siga, at Neistaliðið er viknað nógv í ár, tí tær hava framvegis nógvar frálíka góðar og royndar spælarar, og tí er liðið framvegis líka sterkt, sum tað plagar at vera. Verjuspælið verið gott Eru tað
Stjørnan, VB og GÍ við tveimum stigum, og í hinum endanum liggja Neistin og StíF við átta stigum og Kyndil við seks stigum. Og í kvøld skal Neistin royna at fáa fyrimunin fram um bæði StÍF og Kyndil. Og tað kunnu [...] dystir, og eingin hevur sum tær, dugað at fingið sum mest burtur úr tættum og hørðum dystum, og tað siga hagtølini eisini greitt. Seinastu fýra árini hevur Kyndil vunnið FM-heitið hjá kvinnum, og hóast liðið [...] allar dystirnar higartil og eru fremst í deildini. Í kvøld sleppur bláa meistaraliðið fyri fyrstu ferð í ár at royna seg móti grannunum í Kyndli, sum eru betri fyri enn í nógv ár. Og tað er ein uppgáva, sum
málið aftur fyri tingið og samtykt fyri jól. Arbeitt verður annars við at gera uppskot til skattalóg og treytir og reglur í sambandi við 1. útbjóðingarumfar. Fólk á Oljufyrisitingini og í Oljuráðleggingarnevndini [...] hindurs fyri at hava hetta tilfarið klárt fyrst í komandi ári. Síðani skal tað leggjast fyri tingið og har hava eina politiska viðgerð. Meðan tíðarætlanin fyri oljulóg og 1. útbjóðing tykist at fara at halda [...] øllum at døma stendur í botni í samráðingunum. Tað sær ikki mætari út, enn at báðir partar nú liggja og bíða eftir hvørjum øðrum. Bretar halda seg hava spælt væl út á fundinum seinasta summar, meðan føroyingar
stovuborðið og binda og baldýra. Ætlanin er eisini at seta upp eitt umhvørvi, ið skal vera eitt gamalt hoyggjhús við eini kvørn inni í, og har fara eini fimm fólk at sita og arbeiða við hornum og ymsum øðrum [...] yrkt og Pauli Hansen gjørt lag til. Hóskvøldið letur stevnan aftur klokkan 22. Fríggjadagin letur stevnan upp klokkan 17.30, og letur aftur klokkan 22.00. Leygardagin er opið ímillum 14 og 20 og sunnudagin [...] Mótasýning verður eisini leygardagin, báði klokkan 15 og klokkan 17, og sunnudagin klokkan 16 og klokkan 18. Tey klæðini, sum verða víst fram, eru báði til ung og eldri. Handlarnir, sum fara at vísa klæðir fram