okkum, sum starvaðust saman við honum. Men Harrin mistekur seg ongantíð, og har vóru við tað sama bæði hendur og herðar, sum vóru til reiðar at føra verkið víðari. Hetta hendi í september í 1970. Eftir hetta [...] áðrenn tey fluttu til Føroya. Har niðri komu tey í samband við felagsskapin Evangelisk Børnemission og vóru við á barnalegum teirra. Barnaarbeiði var fyri tey eitt hjartamál, og tey arbeiddu millum børn á [...] stuðlaðu tí dyggiliga og fjølment bæði handaliga og andaliga við at geva og at hjálpa til. Fyrsta árið vóru til samans 50 børn í 10–14 ára aldri hvørja viku í fýra vikur, og árið eftir nærum tvífaldaðist talið
seks gentur og tríggjar dreingir, har Martha var tað sætta í røðini. Her kann verða nevnt, at øll børnini búsettust í Havn, og tað var allar dagar gott samanhald teirra millum. Tey gingu fast túr og skiftust [...] búsettust í Havn, og í 1949 fluttu tey í egin hús í Dj. í Geilsgøtu. Men longu fáar mánaðar eftir, at tey vóru flutt, fyrst í 1950, fekk Sámal Erik heilabløðing og lammaðist. Hetta broytti umstøðurnar hjá Marthu
Enemærke sum leiðara, fekk stóran týdning fyri fyrstu árini á Venjingarskúlanum. Bæði lærarar og børnini, sum gingu á skúlanum hesi fyrstu árini, minnast tíðina við stórari gleði. Vit kendu okkum at vera [...] at skúlin á ongan hátt fekk nakrar sersømdir frá myndugleikunum. Eg hugsið, at tey flestu, sum tá vóru á skúlanum, við einum og sama setningi kunnu nevna rótina til hesa kensluna av at vera við í onkrum [...] ikki grun av tí frammanundan, men tíverri má eg sanna, at eg hevði nógv eftir at læra um tað. Nógvar vóru tær søgur, sum gingu um óskilið á Venjingarskúlanum, um ósømiligt tilfar, eitt nú filmir, sum skúlin
Strok lesarar, vóru yngri børn og foreldur væl umboðaði í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið, tá eg var til showið. Hetta høvdu leikstjóri og tey, ið stóðu fyri showinum hugsað um, og vóru fleiri ting skrivaði [...] í og rópa hart, og sjálvt um tað lætt kann blíva strævið, so tyktiskt tað at rigga serliga upp á børnini. Faktiskt var tað nokkso stuttligt, at hon var so ógvislig í síni framferð. Tað er eisini okkurt [...] skránna, so var hetta rættiliga beinrakið. Stórur prosentpartur av foreldrunum minnast tíðina, tá Kjølar vóru hot, og munnu hava verið í bæði einum og tveimum dansum, har Jens Marni hevur sungið henda sang. Lættur
Tvey tjekkisk pør hava í 10 mánaðar elskað skeivu børnini orsakað av mistaki á føðigongini á sjúkrahúsinum Nei, tað er ikki bara ein vánaligur filmur, men tað er veruleiki í Tjekkia. Tá ið Libor Broza [...] dótturin í veruleikanum als ikki var í familju við tey - hvørki við Libor ella konu hansara. Hesi vóru tó ikki tey einastu, ið høvdu henda trupulleikan. Í einum øðrum parti av býnum var nevniliga eitt [...] mistaki býtt um upp á tveir nýføðingar. Familjurnar hava síðan møtst og avgjørt, at tær skulu skifta børnini um aftur, áðrenn hesi fylla eitt ár. Nú hevur sjúkrahúsið so viðurkent mistakið hjá sær og starvsfólkið
Gekk í terapi, sum avgjørt er vegurin fram. Men kendi samstundis ofta, at tíðin millum viðtalurnar vóru harðar, tí eg gekk einsamøll við øllum hesum kenslunum, sum eru so stórar, sigur Fía Lamhauge. Tá [...] at tosa hart um tað og at upplýsa eisini. Eitt nú í skúlum og barnagørðum, har vit eiga at læra børnini at seta orð á kenslurnar og at lurta eftir hvørjum øðrum, sigur hon. Og hon vísir á, at um vit ikki
Norðdepil: Fyrrapartin í gjár var skúlagongd sum vanligt í skúlanum á Fossánesi. Børnini eru so líðandi vorðin von við, at handverkarar arbeiða og halda nakað av gangi uttanfyri. Tey vita – sum vituligt [...] sethús eru eisini í gerð í løtuni. Talið av skúlabørnum á Fossánesi hevur verið skiftandi. Eitt skifti vóru tey um 80 í tali, meðan talið í dag liggur um tey 50 á sama staði. - Tað verða sett stór krøv til [...] skilagóð íløga í framtíðina, sigur borgarstjórin Tíðarætlanin heldur Menninir hjá Kristiani Jacobsen vóru í gjár í ferð við at stoypa kjallarahæddina í tilbygninginum sum seinni skal knýtast í tann gamla
International Fellowship? hildið á øðrum sinni. Fyrsta tiltakið var hildið leygardagin 1. september og tá vóru um 30 fólk møtt upp. Her var talan bæði um vaksin og børn úr íalt 10 ymiskum londum. - Lìkt var til [...] at hava tað gott saman og at samtala hvør við annan. Í Meinigheitshúsinum er ein spælistova til børnini, og tí er møguleiki eisini at hava børn við. ?International Felleowship? verður skipað fyrsta leygardagin
Skopunar, og Halgir gjørdist skopuningur. Tað er nógv broytt innan sakførarayrkið hesi 40 árini. Tá vóru teir tríggir advokatar á skrivstovuni, nú eru teir átta. Tað er tó enn meira broytt, síðan Petur Alberg [...] skrivstovuni taka sær av vanligum rættarmálum. Halgir er giftur við Ásu Ellefsen úr Miðvági. Tey eiga børnini Niels, Elin, Kristionnu og Jógvan Elias. Væl hevur Halgir dugað at alt síni børn. Trý teirra eru
havanum, og eisini at fara á flot. Børnini eru Bjørg, Ása, Frans, Ruth og Andras. Abbabørnini eru 12, og tað er eisini komið eitt langabbabarn. Nú føðingardagin hava børnini bjóðað honum til Rom, og hetta [...] Lutheria, ættað úr Lorvík. Jákup Frants var fiskimaður. Jógvan gekk í skúla í Fuglafirði. Lærarar vóru Eliesar Reynberg og Karl Kristiansen. So var lærarinna, sum var helvtina av tíðini í Fuglafirði og [...] úr Skálavik, og hevði eisini útsølu av skóm. Jógvan tók av og fór í 1942 til Havnar í skúla. Teir vóru 13 næmingar, og her kom Jógvan í flokk saman við so kendum fólki sum Johan Nielsen, Jonu Henriken