Norðdepil: Fyrrapartin í gjár var skúlagongd sum vanligt í skúlanum á Fossánesi.
Børnini eru so líðandi vorðin von við, at handverkarar arbeiða og halda nakað av gangi uttanfyri. Tey vita – sum vituligt er - at hetta er eitt tíðaravmarkað arbeiði.
Tey kunnu gleða seg um at tey í framtíðini fáa munandi betri umstøður við nýggjum skúlastovum og øðrum hentleikum. Síðani verður hildið fram við at nútíðargera tann gamla skúlan.
- Í dag er støðan hon, at tú mást hava øgiliga góðar umstøður innan skúlagáttina. Og tað er júst tað sum vit royna at gera her í kommununi.
- Okkara ynski er, at geva okkara børnum ein so góðan skúla sum yvirhøvur gjørligt, staðfestir Júst Poulsen.
Skúlin á Fossánesi varð tikin í nýtslu í 1983.
Fyri alla familjuna
Ein høvuðsorsøkin til at kommunan nú er farin undir at byggja út henda 24 ára gamla skúlan er nógva tosið um skúlar, skúlaskipan og PISA-kanningar. Fyri Júst Poulsen og bygdaráðið er tað av stórum týdningi, at fólkið skal trívast í kommununi. Helst skuldi Hvannasunds kommuna eisini verðið ein góð kommuna at búleikast í, bæði hjá børnum, ungum og vaksnum.
- Jú, tað er ein skilagóð íløga at byggja skúlan út. Vit mugu hava ein góðan skúla og haraftrat skapa góðar umstøður til barnafamiljurnar, sigur borgarstjórin.
Sambært honum er hetta bert fyrsta stigið á leiðini. Ætlanin er at gera eina aðra stóra íløgu í framtíðini.
- Tað næsta verður helst ein barnagarður, - uttan at eg tó tori at lova tað her og nú, sigur hann.
Stór krøv til skúlan
Fólkatalið í kommununi hevur verið rættiliga støðugt tey seinnu árini. Í løtuni liggur tað beint undir 450 í teimum fimm bygdunum í kommununi.
Smá útsving hava verið í fólkatalinum í kommununi, sum fevnir um Hvannasund, Norðdepil, Depil, Norðtoftir - og Múli, hóast neyvan kann roknast við nógvum skúlabørnum haðani.
Hinvegin er líkt til at fólkatalið – og harvið eisini barnatalið – í Hvannasundi og Norðdepli kann fara at vaksa aftur: Á sama vegi, sum skúlin liggur, er kommunan nevniliga í ferð við at stykkja út fyri fleiri grundøkjum. Eini sethús eru eisini í gerð í løtuni.
Talið av skúlabørnum á Fossánesi hevur verið skiftandi. Eitt skifti vóru tey um 80 í tali, meðan talið í dag liggur um tey 50 á sama staði.
- Tað verða sett stór krøv til skúlan í dag. Og tað vísir seg, at hóast tað bert eru 50 næmingar í skúlanum nú, er hann nærum ov lítil.
- Tá henda útbyggingin verður liðug, skuldu vit verið rættiliga væl fyri, sigur borgarstjórin.
Íløga í framtíðina
Hvannasunds kommuna er ein av teimum kommununum í landinum, sum er væl fyri fíggjarliga.
Kortini er tað ein kostnaðarmikil umgangur at skula útbyggja ein skúla soleiðis.
- Vit hava roknað við, at arbeiðið fer at kosta út ímóti 7 mió krónur.
- Hóast hetta eru nógvir pengar, so meta vit at hetta er ein skilagóð íløga í framtíðina, sigur borgarstjórin
Tíðarætlanin heldur
Menninir hjá Kristiani Jacobsen vóru í gjár í ferð við at stoypa kjallarahæddina í tilbygninginum sum seinni skal knýtast í tann gamla skúlan.
- Nú gera vit klárt at leggja dekk-elementini í og síðani verður endin stoyptur. Restin verður timbur, sigur Kristian.
Talan er um eitt rættiliga umfatandi arbeiði, sum gerast skal við skúlan á Fossánesi.
Fyrst skal hesin tilbygningurin gerast liðugur, áðrenn næmingarnir flyta inn higar. Eftir tað fara teir inn í gamla skúlan at arbeiða, eins og allur skúlin skal málast.
- Arbeiðið verður skipað soleiðis, at hetta skal nerva skúlagongdina sum minst. Hon kemur ongatíð at steðga sum so.
- Tíðarætlanin heldur í løtuni, og tí skuldi einki verið til hindurs fyri at arbeiðið verður liðugt næsta summar aftur, sigur Kristian.
Umframt hetta stóra arbeiðið eru teir í løtuni í ferð við eini sethús í Havn, og fara væntandi undir eini onnur í næstum.