Tey elskaðu eitt annað barn

Tvey tjekkisk pør hava í 10 mánaðar elskað skeivu børnini orsakað av mistaki á føðigongini á sjúkrahúsinum Nei, tað er ikki bara ein vánaligur filmur, men tað er veruleiki í Tjekkia.

 

Tá ið Libor Broza fyri stuttum varð blivin troyttur av at hoyra um, at lítla dótturin hjá honum hvørki líktist honum ella konuni, avgjørdi hann at fáa gjørt eina DNA-roynd.

 

Hendan vísti, at dótturin í veruleikanum als ikki var í familju við tey - hvørki við Libor ella konu hansara.

 

Hesi vóru tó ikki tey einastu, ið høvdu henda trupulleikan. Í einum øðrum parti av býnum var nevniliga eitt annað par við júst sama trupulleika. Sjúkrahúsið hevði við einum mistaki býtt um upp á tveir nýføðingar.

 

Familjurnar hava síðan møtst og avgjørt, at tær skulu skifta børnini um aftur, áðrenn hesi fylla eitt ár.

 

Nú hevur sjúkrahúsið so viðurkent mistakið hjá sær og starvsfólkið hevur biðið um umbering. Hóast hetta hava báðar familjurnar tó nú avgjørt at saksøkja sjúkrahúsið.