Hetta er ein kempualdur, sum bert tey fæstu náa, og tí er eisini orsøk til at gera nakað burturúr. Sjálvur havi eg kent Marthu nøkur ár. Okkara kennskapur byrjaði við, at FF-blaðið gjørdi eina samrøðu við systir Marthu, Onnu Askham. Anna var tá 102 ára gomul. Hon búði á Ellisheiminum, og tað vísti seg, at hon átti eina ”lítlasystir” á heiminum. Tað kom skjótt til sjóndar, at Martha eisini var framúr skilagóð og hevði eitt stak gott minni. Hon kundi greiða frá viðurskiftum, sum Anna kanska ikki kendi so væl. Tískil kom Martha eisini at eiga sín part í teirri sera forvitnisligu frásøgn, sum kom burtur úr, um hvussu tað var at vera barn og ungur í Havn fyri nærum 100 árum síðani, beint eftir at Petur Alberg skrivaði sína dagbók, sum Miðvikan er við at endurprenta. Sigast kann, at søgan hjá Onnu eisini fyri ein stóran part var søgan hjá Marthu.
Anna doyði fyri tveimum árum síðani, 104 ára gomul. Men eg komi framvegis javnan inn á gólvið á Ellisheiminum, har tað búgva so nógv skilafólk. Tá verður høvið eisini nýtt at heilsa uppá Marthu og at kunna fáa eitt prát við hana.
Foreldrini úr Lorvík og Kollafirði
Pápi Marthu var Jákup Christian Mørkøre, sum var ættaður úr Lorvík. Mamma Onnu var Johanna Sofía f. Niclassen, sum var ættað úr Kollafirði. Tey bæði giftust so í 1896, og tey búsettust í C. Pløyensgøtu. Hetta er beint við tað gamla dómhúsið, so tey hava búð mitt í Havn. Tey bæði fingu 9 børn, seks gentur og tríggjar dreingir, har Martha var tað sætta í røðini. Her kann verða nevnt, at øll børnini búsettust í Havn, og tað var allar dagar gott samanhald teirra millum. Tey gingu fast túr og skiftust so um at fara inn hjá hvørjum øðrum.
Martha javngomul við sjálvstýrisflokkin
Martha verður so fødd 21. oktober 1909. Hvussu langt síðan hetta er kann fáast ein ímynd av við at hugsa um, at hetta er árið Sjálvstýrisflokkurin verður formelt skipaður, at reiðarafelagið verður stovnað, at føroysk skip fara regluliga at fiska á suðurlandinum í Íslandi, at Jákup Dahl søkir um at sleppa at halda seinnapartsgudstænastu á føroyskum, at háskúlin flytur til Havnar, og at fyrsta føroyska skaldsøga Bábelstornið verður prentað sum framhaldssøga í Tingakrossi.
Martha hevur tí upplivað stórt sæð allar broytingar í landinum og ikki minst í Havn. Her er nógv broytt, síðan hon saman við vinkonuni Nellu (Dahl), plagdi at fara við neytunum niðan eftir Landavegnum!
Martha minnist 1.veraldarbardaga. Millum annað minnist hon skamtunarkortini, og greytin tey fingu, og sum minti um sagarspønur. Saftin tey fingu var rabarbusaft. Hon var jú føroysk framleiðsla og útlendsk saft fekst ikki.
Sum ung arbeiddi Martha í Ullvøruhúsinum eina tíð. Men húsið heima var stórt, so eins og aðrar gentur mátti hon vera heima og hjálpa mammuni við húsarhaldinum.
Men í 1933 giftist hon við Sámal Erik Matras av Viðareiði. Hann var lærari og serstakliga varð hann kendur sum fimleikalærari.
Martha og Sámal Erik búsettust í Havn, og í 1949 fluttu tey í egin hús í Dj. í Geilsgøtu. Men longu fáar mánaðar eftir, at tey vóru flutt, fyrst í 1950, fekk Sámal Erik heilabløðing og lammaðist. Hetta broytti umstøðurnar hjá Marthu, sum nú mátti nýta alla sína orku at passa mannin. Martha sigur, at hetta var ein tung tíð. Tað var eingin hjálp fyri sjúkuni, og almenni stuðulin til røktina var tá sera avmarkaður. Men tað sum lætti nógv um her var tað serstaka samanhald, sum var í familjuni, og sum onnur tóku til. Familjan kendi tað sum sína ábyrgd at vitja og at hjálpa til har tað kundi hjálpast. Støðan hjá Sámal Erik versnaði so líðandi, og hann doyði í 1960.
Positiv og lívsjáttandi
Tey bæði fingu tvær døtur Bjørg, f. 1935 og Jórun f. 1938. Bjørg var gift við Hera Jensen, sum starvaðist á Matrikulstovuni, og sum doyði í 1995, og sjálv doyði Bjørg í 2000. Jórun er gift við Petur Ellefsen. Martha eigur sjey ommubørn og heilt fitt av langommubørnum.
Hjá tí sum skrivar hesar reglur hevur tað verið stuttligt at koma at kenna Marthu. Hon er altíð so positiv og lívsjáttandi at práta við. Sum sagt býr hon á ellisheiminum, og hon er so takksom fyri tær umstøður, sum eru her. Tey sum arbeiða eru so fitt, og tað sama er við búfólkunum. Og hóast ta mótgongd hon hevur havt, so hevur hon nógv at takka Gudi fyri. Millum annað fyri, at hon kortini fekk 16 góð ár í sínum hjúnalagi, áðrenn maðurin gjørdist sjúkur. Og hon hevur annars havt mong góð ár.
Og tað er altíð hugaligt at kenna eitt slíkt fróðarfólk, sum minnist so væl til. Hon er ein sera vitandi kvinna og hevur áhuga í øllum sum rørist í samfelagnum.
Vit ynskja Marthu hjartaliga tillukku við tí stóra degnum í dag!
ó.