fjør, at Telefonverk Føroya Løgtings fór at bjóða út tænastur á Internetinum. Sosialurin valdi at vera við frá fyrsta degi, og hevur hettta ment seg til, at blaðið í dag kann bjóða lesarum kring knøttin [...] alt tilfarið úr blaðnum út á Internetið. Í nakrar vikur hava vit roynt skipanina, og halda vit okkum vera komin so væl ávegis, at vit nú bjóða lesarum okkara tænastuna - ókeypis í eini royndartíð. Gjøgnum
eini oljuvinnu kann vera við til at geva mentan, list ol. nógv betri gróðrar- og tilverulíkindi enn støðan er í dag! Og her hevur tað stóran týdning, hvørji fólk tú velur til at vera við í tilrættaleggingini
bankakanningarnevndini hevði arbeiðsuppgávur fyri Den Danske Bank. ER hetta rætt, so má tað sigast at vera einki minni enn ein skandala fyri Tinganes. Men enn er bert talan um óváttað orð í einum samráði í [...] sum fór á rull, tá tað herfyri varð avdúkað í SVF, at skrivarin var ógegnigur. TAÐ hevur víst seg at vera ómøguligt at fáa eina viðmerking frá løgmanni til hesar skuldsetingar ella hvat vit nú vilja kalla [...] hann forlongdi armurin hjá donskum embætismonnum, ja enntá trojanski hesturin hjá stjórnini! Hetta má vera nakað, sum komandi dagarnir fara at greiða nærri. Men hvussu og ikki so hava vit eina sera kost
ÆTLANIN er nú at leggja saman Kollafjarðar Kommunu við Tórshavnar Kommunu. Hetta má sigast at vera ein sera áhugaverd roynd, nú so nógvar røddir eru frammi um at fáa lagt saman fleiri av kommununum í landinum [...] a, so tað er ilt at meta um her og nú, hvat úrslitið verður. Bygdaráðið í Kollafirði má sigast at vera sera djarvt og at vísa stóra ábyrgd, tá tað torir at fara í holt við nakað so tabukent, sum samanlegging [...] nakað. Heldur tvørturímóti skal samanlegging styrkja tey einstøku plássini kring landið. Tað skal vera medvirkandi til desentraliseringina, so løgið tað nú kann ljóða. Í okkara hugaheimi er eingin ivi
fólkaflokkurin ikki stuðla uppskoti hansara, so fer andstøðan á tingi helst at gera tað, tí eingin kann vera foreintur við, at Framtaksgrunnurin fer fyri bakka. NÚ fáa vit so eina viðgerð á tingi um málið, og [...] stuðul frá andtøðuni og roknar við at fáa hana. Hann vísir til andan í stýrisskipanarlógini. Kann vera at løgmaður hevur grein í sínum máli, men tá má hann eisini sjálvur síggja til at liva upp til andan [...] num. Spurningurin er, hvussu leingi javnaðarflokkurin og tjóðveldisflokkurin skulu finna seg í at vera stuðlar hjá eini stjórn, sum er so rúkandi ósamd og sum so sjáldan tekur teir við uppá mál! Spurningurin
halda uppá sítt. Eisini meta vit tað vera eitt princielt mál fyri føroyingar, at bretar sjálvir á sinni skutu upp at áseta miðlinju sum fiskimark, og at hetta tí vil vera tað heilt náttúrliga undirgrundarmarkið
nýggjum. Og soleiðis sum støðan er vorðin millum Føroyar og Danmark, er lítil ivi um, at tað fara at vera sterkar røddir frammi um at leggja enn størri sjógv millum hesar báðar partarnar av ríkinum, enn støðan [...] virðiliga og heiðurliga loysn í øllum skuldarspurninginum. TAÐ er jú avtalað, at samráðingar skulu vera millum stjórnina og landsstýrið um eitt nú allan skuldarspurn-ingin í hesum árinum. Okkara áheitan
spælarum úr øðrum londum. Vit siga ikki, at talan skal vera um nakra elitudyrkan, men eins og í fótbóltinum er eisini her tørvur á at kunna vera við í altjóða kappingum. Tað skal menna og eggja, tað skal [...] teimum mongu, sum venja. Tað skal vera okkara vón, at góðu úrslitini hjá vestmenneningum í seinastu kappingini, eru við til at kveikja nýtt lív í føroyskan hondbóltat vera við í altjóða kappingum. Enn einaferð [...] sum spældi fyri sínum felag, fyri sínum heimplássi, sum spældi fyri Føroyum. AT tað so júst skuldu vera vestmenningar, sum framdu hetta bragd, er so sjálvsagt. Neyvan finst tað nakað pláss í hesum landi
tingleiðsla gjørt av at grava seg niður og venda bretum bakið. Tað kann vera, at henda støðan fær bretar at umhugsa seg, men tað kann eisini vera, at vit á henda hátt missa ein møguleika diplomatiskt at fáa út [...] innbjóðing, ikki hevur ynskt at taka av henni - orsakað av marknatrætuni - so heldur løgtingið tað vera skeivt at taka av. Tað er óheppið at koma út við ymsum signalum mótvegis bretum svarar tingformaðurin [...] tað so, at løgmaður hevur lagt seg út í, hvat tingið ger við eina slíka innbjóðing, so halda vit tað vera skeivt, tí tað er ikki hansara borð. Vit tosa her um eina parlamentariska vitjan í Bretlandi. SPURNINGURIN
arbeiða uppá, tá flokkar eru í samgongu má sigast. Spurdur um hetta helt Bjørn á Heygum einki løgið vera í, at tingmenn leggja uppskot fram, eins og landsstýrismenn gera tað. Her hugsaði Bjørn ov stutt. [...] Bjørn á Heygum við hesi ?latið seg lumpa-hending? fingið eyguni upp fyri, hvussu svikaligt tað kann vera at arbeiða saman við politikarum, sum bara hava eitt endamál í politikki: at niðurgera fakfeløg og