vestmannadreingir, at tað var ikki av tilvild, at teir fyri einari viku síðani vunnu í Hvalvík. Havfrúgvin svam við sannførandi endaspurti frá teimum báðum kappingarneytunum. Sigurin ber við sær, at Havfrúgvin [...] Líkindini eru góð, og tað gekk skjótt at leggja 5-mannaførini við dreingjum, sum júst hava kappast í fyrsta FM róðrinum á Jóansøku á Tvøroyri. Leingi var tað púra javnt millum Sílið hjá Havnar Róðrarfelag
tey vóru gift, og hetta hevur sambært Jeremy Camp merkt hann heilt nógv. So mikið nógv, at hann altíð er klárur at geva eitt petti av sær sjálvum, og tað var helst hetta áhoyrararnir hava við sær í førninginum [...] navninum á Fjarðafestivalinum. Og júst hesa søguna um konuna, sum gjørdi hann til einkjumann, fingu fólk at vita, so skjótt hann hevði spælt fyrsta sangin. Síðani koyrdi hann á við sínum sterku og kláru tekstum [...] rokkurin hevur sítt sterka pláss hjá sangskrivaranum og sangaranum úr Nashville. Men gott tað sama, at Jeremy Camp var innandura, tí nú regnar í Skálafirði.
umfari er framvegis høvi hjá øllum at fáa fullan posa, um væl hepnast í restini av kappingini, tí spælast skulu 19 dystir aftrat ? og teoretiski møguleikin hjá øllum er at fáa 57 stig aftrat! Tá teir fýra [...] fýra dystirnir í dag og tann eini í morgin eru spældir, fara fleiri óivað at gera upp, hvussu hilnast hevur, tí tá hava øll spælt eina ferð ímóti øllum. Hóast nógv kann henda, so gevur fyrsti triðingur av [...] av kappingini ofta eina rættiliga góða ábending á, hvussu tað fer at síggja út, tá alt er liðugt í heyst. Í flestu førum er talan um dystir millum lið, ið eftir stigatalvuni eru ójøvn í styrki, og tað nærmasta
Sameindu Tjóða setur í sambandi við krøvini. Hetta er fyrstu ferð, at kongsríki Danmarkar leggur eitt slíkt krav fyri ST, og tað er slóðbrótandi, at samráðingarnevndin hevur føroyskan formansskap og samráðingarleiðara [...] Uttanríkisráðharrarnir Jørgen Niclasen og Per Stig Møller hava avrátt, at umboð fyri Uttanríkisráðið skal hava leiðsluna og formansskapin í samráðingarnevndini, ið skal leggja fram landgrunskrøvini norðan [...] fyri Føroyar. Málið hevur sera stóran týdning fyri Føroyar, og Jørgen Niclasen setti tí fram ynski um, at Føroyar fáa leiðsluna í serkønu føroysku og donsku samráðingarnevndini, ið skal leggja fram ytri l
Tá løgtingið eftir kríggið setti eina staðanevnd at taka sær av at savna inn tilfar um staðanøvn, varð heitt á lærarar í teimum ymisku bygdunum um at taka sær av hesi uppgávu. Ein teirra var Leifur Tróndarson [...] skrivligt tilfar um staðanøvn í Skálavík eftir hann. Tað bleiv so Palli Dalsgaard, sum átók sær uppgávuna at geva út bøkur við staðanøvnunum í Skálavík. Talan er um eina sera snøgga og væl úr hondum greidda bók
síðani Atlantic Radio byrjaði at senda. Støðin hevði eina livitíð uppá eitt hálvt ár 7. mai í 1999 var ein søguligur dagur. Tá byrjaði tann fyrsta privata útvarpsstøðin í Føroyum at senda. Støðin, sum nevndist [...] einari nýggjari kjakmentan, og hugflogið og spontaniteturin høvdu frítt spæl. Men fólkini dugdu ikki at føra ein lýsingar og sponsorpolitikk, og bleiv lykilin snaraður um, aftaná eitt hálvt ár. Úr øskini [...] øskini hjá Atlantic Radio reistist Rás2 hjá Jacobsen-familjuni í Søldarfirði. Gamla Rás2 byrjaði at senda í desember í 1999. Í 2007 var støðan seld til Miðlahúsið í Vágsbotni. Jóhan í Kollafirði og Finn Jensen
heilsumálum hevur avgjørt at seta eina bygginevnd, sum skal gera tilmæli um, hvørjar um-, út- og nýbyggingar skulu verða gjørdar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Stórur tørvur er á at nútímansgera hølisumstøðurnar [...] verandi høliskarmum á Klaksvíkar sjúkrahúsi 2. Við atliti til ?Álit um framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum? at gera eina lýsing av, hvussu Klaksvíkar sjúkrahús, sum ein partur av samlaða sjúkrahúsverkinum og sum [...] framtíðini, t.v.s. arbeiðsøki, upptøkuøki, sergreinar o.s.fr. 3. Við støði í oman fyri nevndu lýsingum, at gera uppskot um, hvussu Klaksvíkar sjúkrahús á besta hátt kann útbyggjast/nýbyggjast og nútímansgerast
Hondbóltur Hóast tað enn resta tíggju dystir at spæla hjá Stjørnuni, so er lítil ivi um, at tær longu nú hálva vegna hava bílagt sær pláss í FM-finaluni í hondbólti. Leygardagin undan jólum avgreiddu tær [...] Stjørnuni í lagi, og so gekk skjótt at revsa mistøkini, sum Neistin framdi á vegnum. Longu í steðginum vóru fimm mál á muni, og so hevði Stjørnan ikki stórvegis trupulleikar av at halda fast um leiðsluna, sum
Anderssen. Um útgávuna Let Your Scars Dance skrivaði Niels Uni Dam í tilnevningini, at ”tað hoyrist á Let Your Scars Dance, at Lena og Niclas eru ment á nærum øllum økjum. Nógvu konsertirnar og miðvísa arbeiða [...] eigur eisini sín heiður av hesum, segði Lena Andersen, og maður hennara, Niclas Johannesen var skjótur at svara: Vit eru oytt! Og rætt er tað, tí sera dugnaligi lagasmiðjurin og tónleikarin eigur sín lut í [...] tað eisini væl framleitt og ljóðblandað. Fløgan ljóðar organisk og livandi, og endiliga sleppur man at uppliva dýpdina, ið løgini og røddin hjá Lenu hava á konsertum, endurskapta á fløgu.”
og børnini, sigur, at kvinnan leyp niður og út til síðulinjuna, tá ið tilburðurin fór fram. Hetta var uppundir endan av dystinum, og liðleiðarin og maður hennara var júst í ferð við at skifta við ein annan [...] verið sera dapurt hjá Eileen og børnunum at síggja, hvat fór fram úti á vøllinum. Mínir tankar fara nú til familjuna, segði áskoðarin. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Motherwell verður rakt av eini slíkari