Fyrsta kona hansara fór av foldum, tá Jeremy Camp var 24 ára gamal. Bert fáar mánaðir eftir tey vóru gift, og hetta hevur sambært Jeremy Camp, merkt hann heilt nógv.
So mikið nógv, at hann altíð er klárur at geva eitt petti av sær sjálvum, og tað var helst hetta áhoyrararnir hava við sær í førninginum, eftir konsertina hjá størsta navninum á Fjarðafestivalinum.
Og júst hesa søguna um konuna, sum gjørdi hann til einkjumann, fingu fólk at vita, so skjótt hann hevði spælt fyrsta sangin.
Hann greiddi millum annað frá, hvussu ótrúliga tungt tað var, meðan konan framvegis stríddist við krabbameini, og hvussu tey bóðu til, at hon skuldi gerast frísk.
- Til seinast bleiv hon frísk. Hon er hjá Jesusi.
Næstan propaganda
Síðani koyrdi hann á við sínum sterku og kláru tekstum, sum helst hava ljóða øgiliga væl í oyrunum hjá fólki, ið onki hava ímóti rokktónleiki, sum hevur rættiliga einfaldar tekstir við melidøsum og vælskaptum løgum undir.
Tekstirnir eru so einfaldir og sita so væl, at tað uttan iva ber til at kalla teir propaganda, tí lovsongsløtan var hugtakandi á mangan hátt, og kundi veruliga beint fólk ímóti gudi.
Besta rópikórið
Teksturin, sum aftur í ár varð lýstur á veggin, so bestsyngjandi festivaláhoyrararnir í Føroyum sluppu inn í heimin og tónleikin hjá Jeremy Camp, sum á onkran hátt er øgiliga fólksligur, hóast rokkurin hevur sítt sterka pláss hjá sangskrivaranum og sangaranum úr Nashville.
Men gott tað sama, at Jeremy Camp var innandura, tí nú var farið at regna í Skálafirði.