Fýra Vodafone-dystir í dag

Undan dystunum í níggjunda umfari er framvegis høvi hjá øllum at fáa fullan posa, um væl hepnast í restini av kappingini, tí spælast skulu 19 dystir aftrat ? og teoretiski møguleikin hjá øllum er at fáa 57 stig aftrat!

 

Tá teir fýra dystirnir í dag og tann eini í morgin eru spældir, fara fleiri óivað at gera upp, hvussu hilnast hevur, tí tá hava øll spælt eina ferð ímóti øllum.

 

Hóast nógv kann henda, so gevur fyrsti triðingur av kappingini ofta eina rættiliga góða ábending á, hvussu tað fer at síggja út, tá alt er liðugt í heyst.

 

Í flestu førum er talan um dystir millum lið, ið eftir stigatalvuni eru ójøvn í styrki, og tað nærmasta, vit koma einari uppgerð í ovaru hálvu, er dysturin mánakvøldið, tá Víkingur tekur ímóti B36, sum tey fyrstu umførini var oddalið. Millum annað er gamli klassikarin millum HB og KÍ samstundis ein dystur millum topp og botn.

 

Dystirnir í dag kl. 15

HB-KÍ

EB/Streymur-ÍF

NSÍ-AB

B68-07 Vestur

 

Dysturin í morgin kl. 19

Víkingur-B36

 

Tikið verður saman um Vodafone-dystirnar í sendingini »Triði hálvleikur«, sum er á Rás 2 frá klokkan 17 til 19. Har verður eisini sagt frá toppdystinum hjá kvinnum, sum er á Argjum millum AB og KÍ.