Vestmannadreingir eru teir bestu

Líkindini eru góð, og tað gekk skjótt at leggja 5-mannaførini við dreingjum, sum júst hava kappast í fyrsta FM róðrinum á Jóansøku á Tvøroyri.

Leingi var tað púra javnt millum Sílið hjá Havnar Róðrarfelag, Teistan hjá Argja Róðrarfelag og Havfrúnna hjá Vestmanna Ítróttarfelag.

Inntil tað restaðu hálvt hundrað metrar var munurin teirra millum ongantíð størri enn hálvur skuturin.

Í endaspurtinum vístu vestmannadreingir, at tað var ikki av tilvild, at teir fyri einari viku síðani vunnu í Hvalvík. Havfrúgvin svam við sannførandi endaspurti frá teimum báðum kappingarneytunum.

Sigurin ber við sær, at Havfrúgvin og vestmannadreingir nú eru fremstir í FM kappingini.

 

Jóansøka 2007 - 5 mannafør dreingir

1 Havfrúgvin 05:08.13

2 Teistin 05:10.21

3 Sílið 05:11.01

4 Tjaldrið 05:17.01

5 Jallurin 05:18.18

6 Blikur 05:21.10

7 Jomfrúgvin 05:22.07

8 Fípan Fagra 05:23.13

 

Støðan í FM - 5 mannafør dreingir

1 Havfrúgvin 12

2 Sílið 11

3 Teistin 9

4 Tjaldrið 5

5 Jallurin 3

6 Jomfrúgvin 3

7 Blikur 1

8 Fípan Fagra 0

 

Fyribils startrøðin á komandi stevnu

1 Fípan Fagra

2 Blikur

3 Tjaldrið

4 Teistin

5 Havfrúgvin

6 Sílið

7 Jallurin

8 Jomfrúgvin