Tey vóru øll til fótbóltsdystin millum Motherwell og Dundee United henda lagnudag og sóu, hvussu alt gekk fyri seg, tá ið pápin small um og seinni varð staðfestur deyður Í dag verður fótbóltsleikarin og liðleiðarin hjá Motherwell, Phil O?Donnel, sum small um undir einum fótbóltsdysti leygardagin og seinni varð staðfestur deyður, kannaður av læknum.
Andlátið hevur skakað bretska fótbóltsheimin og hevur verið nógv frammi í skotskum bløðum síðan leygardagin.
Eftir O´Donnel sita nú einkjan Eileen og fýra børn. Tey vóru øll til fótbóltsdystin millum Motherwell og Dundee United henda lagnudag og sóu, hvussu alt gekk fyri seg. Av góðum grundum skilja tey ikki tað, sum hendi.
Ein áskoðari, sum sat nakað aftanfyri Eileen og børnini, sigur, at kvinnan leyp niður og út til síðulinjuna, tá ið tilburðurin fór fram. Hetta var uppundir endan av dystinum, og liðleiðarin og maður hennara var júst í ferð við at skifta við ein annan, tá ið hann small um.
- Eg gloymi hetta ongantíð, og tað má hava verið sera dapurt hjá Eileen og børnunum at síggja, hvat fór fram úti á vøllinum. Mínir tankar fara nú til familjuna, segði áskoðarin.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Motherwell verður rakt av eini slíkari vanlukku. Í 1995 doyði eisini Davie Cooper av eini heilabløðing.