út í Hest. Onkur farleið hjá Bygdaleiðum koyrir heldur ikki í morgun. Um farleiðina um Skopunarfjørð - leið 60 - verður sagt, at vegna veður er fyribils eingin sigling. Á farleiðini 90, sum er Nólsoyarfjørður [...] Nólsoyarfjørður, verður sagt, at her verða tveir teir fyrstu túrarnir í morgun ikki sigldir. Roknast kann eisini við broytingum ella avlýsingum á leið 7 og 8, sum er siglingin um Suðuroyarfjørð. - Sambært ve [...] broytingar, sum eru lýstar í morgun, bæði sjóvegis og landvegis, og her verða eisini gjørdar leypandi dagføringar. - Í løtuni eru trupulleikar við sms-skipanini, men arbeitt verður við at loysa trupulleikan
aftur hjá spælarunum á tann hátt, at tað fer ikki at bera til hjá teimum at seta tíð av til summarfrítíð saman við familju og vinum, uttan at tað fer at hava við sær, at teir ikki verða tøkir til eitt ella [...] feløgini, sum higartil einki hava havt at spæla um, tí tey hvørki hava havt møguleika at gerast meistarar ella at koma í niðurflytingarvanda, nú fara at hava meiri at stríðast um heilt til endan á kappingini [...] eftirmetingarfundin, sum leygardagin var í FSF húsinum. Málið var aftast í røðini av fleiri málum. Onkur mál, sum vóru á skránni tíðliga á fundinum, og sum kanska ikki høvdu so stóran týdning, sum hetta málið hevði
eftir gravum við at skriva navnið á fólki, nummarið á grøvini ella klikkja á gravirnar í talgilda yvirlitinum á heimasíðuni, har tú síðan fært upplýsingar fram. Tað veit Munin at siga, sum vísir til leinkjuna [...] ir.kort.fo/index.html?id=vestmanna - Av tí, at siðvenjan at skráseta gravir ikki er so gomul í Føroyum, so eru onkrar ómerktar gravir enn. Munin vísir á, at í Vestmanna byrjaði skrásetingin 6. desember [...] skipanini. Munin vísir á, at um onkur hevur kunnleika til, hvør er jarðaður í onkrari av teimum ókendu grøvunum, kann viðkomandi brúka “boða frá møguligum skeivum upplýsingum” -funkuna, sum finst í skipanini her:
kundi hann ikki siga nakað endaligt um úrslitið. Men hann visti tó at siga, at av teimum svarunum, sum viðgjørd vóru, vóru nógv tey flestu sera positiv. Og tað gevur avgjørt hug til at royna aftur, sigur [...] grundirnar til tað veit hann ikki at siga, men hevur sína hugsan um, at tað er øktu møguleikarnir at sleppa á flog, og teir eitt sindur lægri prísirnar, sum hava lokkað fólk út at ferðast um jólini. Størri køka [...] góð, at hann heldur grundarlag vera fyri at taka flúgvingina uppaftur. Seinasta flogfarið hjá DAT í hesum umfarinum fór úr Vágum annan nýggjársdag, sigur Bjani Rasmussen. Enn er ov tíðliga at siga nakað
Hvannasundi, sum umsitur allar bussrutu í Norðoyggjum. Og tað er ein bussur frá honum, sum Sólarn og Fríða koyra við til dagligt. - Eg helt, at tað var betur at royna eitt samstarv við hann, heldur enn at vit fóru [...] Tað fer ikki at verða tað sama ? serliga um bátur fylgir við. Tað vil siga, at um vit fáa ein bát at sigla fast yvir um fjørðin. Tað hevði verið avbera gott, sigur Sólarn. Kalsoyingar halda, at ein ferja [...] Hann greiðir frá, at tey útlendsku ferðafólkini sum oftast steðga ein dag í oynni. Tað vil siga, at tey koma um morgunin og fara avstað aftur um kvøldið. Tey flestu fara ein túr norður til Trøllanes og ganga
negativa umtalu av pápanum. Hinvegin sleppa tey at siga tað, sum liggur teimum á hjarta, og vit hoyra børnini siga, at ?babba er býttur, tí hann slær?, men eisini, at ?babba er fittur?, sigur Elin Reinert Planck [...] um, at harðskapurin heldur uppat, tí hann angrar og lovar, at tað hendir ikki aftur. Tað er umráðandi hjá kvinnuni at tosa við onnur um harðskapin og eisini at vita, at hon ikki er einsamøll um at vera [...] til minkingina, at kvinnur hava betri umstøður at fara, og at tær fara fyrr frá manninum, sum fremur harðskap ímóti teimum. Tá kvinnur koma á Kreppumiðstøðina, hava onnur fólk, kanska onkur í familjuni ella
vinmenn sum smádreingir, og OB spælarin veit at siga, at Gravesen vildi altíð geva alt fyri at vinna ? eisini tá teir telvaðu. Spurningurin er, um Julian Johnsson, sum í Vejle búði í somu gøtu sum Thomas [...] Olsen sigur, at hann roknar fyrrverandi Vejle spælaran sum lyklapersón á liðnum. Men venjarin ásannar, at tað kann vera torført at finna javnvágina, tá ídnið er so stórt. Kasper Dalgas, sum nú spælir í [...] munur á at spæla í bestu feløgunum í Europa og so at spæla á eitt sindur lægri støði. Tað varð orduliga undirstrikað leygarkvøldið, tá danska fótbóltslandsliðið klæddi íslendska liðið av inn at skinninum
Myndugleikarnir í Myanmar siga, at níggju fólk eru deyð í samanbrestum í dag. Teirra millum eru tveir útlendingar. Onnur siga, at talið á deyðum táttar kanska í 100 Hernaðarstýrið í Myanmar sendi í dag [...] løgregluna í gøturnar at steðga mótmælisgongunum. Fleiri tíðindastovur skriva frá eygnavitnum, at í býnum Yangon skutu hermenninir inn í mannamúgvuna, og at fleiri fólk lógu eftirá. Onkur tíðindastova vil vera [...] vera við, at talið á deyðum táttar í 100. Myndugleikarnir kunngjørdu seinnapartin, at níggju mótmælisfólk vóru deyð í samanbrestum í dag. Sagt varð, at myndugleikarnir høvdu kunnað japonsku sendistovuna
varð ring til hann, og sagt, at onkur annað, ið var á ráðstevnuni, var sjúkur av corona-virusi, og hann varð biðin um at lata seg kanna. Tí vendi hann sær til læknan í gjár um at verða testaður, og hann varð [...] hevur havt tætt samband við, sum vit siga, síðan 27. februar og fram til nú, sigur Lars Fodgaard Møller. Heilsumyndugleikarnir fara nú at seta seg í sambandi við øll fólkini, sum maðurin hevur havt samband [...] av landslæknanum, ella onkrum sum arbeiðir hjá honum, við boðum um at halda seg heima orsaka av vanda fyri corona-smittuni í 14 dagar. Tann, sum er testaður positivt, var á ráðstevnuni í París, tá ið hann
viðgerðini av parkinson-sjúkuni. Hinvegin so er ikki vist, at øll fáa hesi brøvini, sum áttu at fingið tey. Sagt verður, at er onkur, sum hevur illgruna um at hann møguliga hevur hesa sjúkuna, so kann viðkomandi [...] komandi viku ætlar Maria sær at ringja runt til tey 124 fólkini, sum hava fingið bræv frá Apoteksverkinum. Hetta verður gjørt fyri at vita, um tey eru áhugað at vera við, og fyri at gera víðari avtalur um [...] álvara rakti hann. Hesin danin dugdi ikki at siga, hví hann hevði fingið sjúkuna. Men tað er júst hetta, sum Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu hevur sett sær fyri at kanna tey komandi árini. Fyri 10 árum