Myndugleikarnir í Myanmar siga, at níggju fólk eru deyð í samanbrestum í dag. Teirra millum eru tveir útlendingar. Onnur siga, at talið á deyðum táttar kanska í 100 Hernaðarstýrið í Myanmar sendi í dag herin og løgregluna í gøturnar at steðga mótmælisgongunum. Fleiri tíðindastovur skriva frá eygnavitnum, at í býnum Yangon skutu hermenninir inn í mannamúgvuna, og at fleiri fólk lógu eftirá. Onkur tíðindastova vil vera við, at talið á deyðum táttar í 100.
Myndugleikarnir kunngjørdu seinnapartin, at níggju mótmælisfólk vóru deyð í samanbrestum í dag. Sagt varð, at myndugleikarnir høvdu kunnað japonsku sendistovuna um, at ein japanskur ríkisborgari er millum tey deyðu. Japanska tíðindastovan Kyodo sigur, at talan er um ein japanskan myndamann.
Seinni boðaðu sjúkrahúskeldur í Yangon frá, at ein týskur maður var deyður av skotsárum, sum hann hevði fingið í dag.