Parkinson: - Í mong ár havi eg helst havt parkinson sjúkuna ? t.v.s. at eyðkennini hava verið har í eini 15 ár, áðrenn eg fekk endaliga dómin.
-Men á heysti hetta árið byrjaði eg at merkja broytingar í likami mínum: Tað gjørdist trupult at skriva við høgru hond, bæði við kúlupenni og á knappaborðið við telduna. Vakra hondskrift mín hvarv, og tað gjørdi meg sera keddan.
-Og ikki minst: Eg sum áður hevði verið ein frálíkur badmintonspælari, tapti nú móti spælarum, eg ikki hevði droymt um áður.
Soleiðis skrivar ein maður, sum fyri nøkrum árum síðani fekk staðfest hesa sjúkuna. Hann hevði gingið við sjúkuni í fleiri ár, áðrenn hon av álvara rakti hann.
Hesin danin dugdi ikki at siga, hví hann hevði fingið sjúkuna. Men tað er júst hetta, sum Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu hevur sett sær fyri at kanna tey komandi árini.
Fyri 10 árum síðani gjørdi neurologurin, Lene Wermuth ein kanning um hetta sama, og nú kunnu so úrslitini av hesum báðum kanningunum samanberast.
Henda kanningin, sum nú skal gerast innan arv og umhvørvi, hevur sum endamál at kanna títtleikan av hesi sjúkuni í Føroyum. Í hesum sambandi eru fleiri hundrað brøv send út til fólk, sum kunnu hava hesa sjúkuna.
-Vit vita í øðrum kanningum, at títtleikin av føroyskum parkinson-sjúklingum er dupult so stórur sum í grannalondum okkara.
-Vit vita ikki hví, og tí ynskja vit at fáa nøkur tøl og nakrar kanningar gjørdar, soleiðis at vit kunnu samanbera hesi við onnur lond, sigur Pál Weihe, sum saman við Ph.D-lesandi Mariu Skaalum Petersen stendur fyri kanningini.
Fegið felag
Í samband við hesa kanningina hava Pál og Maria eisini verið á fundi við felagið hjá teimum, sum hava hesa sjúkuna í Føroyum.
Hesin fundur við føroyska Parkinsonfelagið varð hildin týsdagin, og tá greiddu tey frá um kanningina og hvat úrslitið skal brúkast til.
- Hetta var ein sera positivut fundur. Tey vóru sera fegin um kanningina, tí tey nú líkasum fáa eina kenslu av, at onkur er sum hevur áhuga í teirra sjúku, sigur Maria.
Felagið hevur sjálvandi eisini áhuga í at vita, hvussu nógv hava hesa sjúkuna í Føroyum, og ynskja somuleiðis eina betri fatan av, hví fólk fáa parkinson-sjúkuna.
Kanningin er eisini fíggjað av danska Parkinsonfelagnum, sum á heysti 2004 lat 300.000 kr. til granskingarætlanina.
Fleiri tilburðir
Fyri 10 árum síðani varð ein líknandi kanning gjørd í Føroyum. Tá var tað neurologurin, Lene Wermuth, sum stóð fyri hesi kanningini.
Henda kanningin vísti, at títtleikin í Føroyum var rættiliga høgur: Fyri hvørjar 100.000 íbúgvar høvdu 180 hesa sjúkuna.
Tað vil so aftur siga, at einir 100 føroyingar hava hesa sjúkuna ? ella høvdu hesa sjúkuna júst um tað mundið. Spurningurin er so, um hetta er ein títtleiki, ið er eins stórur í dag, ella um tað vóru serliga nógv tilfeldi í 1995.
Samstundis vísa kanningar í grannalondum okkara rættiliga ymisk úrslit. Í Danmark hava lutvíst fleiri danir enn føroyingar parkinson-sjúkuna, meðan títtleikin í Grønlandi er munandi lægri enn her hjá okkum.
-Við hesi nýggju kanningini ynskja vit tí at fáa eitt betri innlit í, hví so er. Kann hugsast, at tað er PCB og útsetilsið av kviksilvuri, sum ávirkar teir føroysku sjúklingarnar meiri enn onnur? Kann ein koma fram til eitt úrslit við at hyggja eftir tí matinum, sum vit føroyingar eta?
-Ella er mongdin av einum ávísum geni á arvastreinginum ein orsøkin til hetta? Hetta er tað, sum vit ætla okkum at finna fram til í kanningini, siga tey bæði, Pál Weihe og Maria Skaalum Petersen.
Spurningarnir eru nógvir, men tey vóna at tá henda granskingarætlanin er liðug um eini trý ár, at hava eina munandi betri fatan av hesi sjúkuni enn áður.
Ein sukurmoli
Ein trupulleikin við at kanna parkinson-sjúkuna er, at hon líkist so nógv øðrum sjúkum av líknandi slagi.
Parkinson er jú ein sjúka við størri og smærri ristingum, og tí er hon ikki nóg væl definerað enn.
Men greitt er, at ein so umfatandi kanning sum henda, har væl omanfyri 100 fólk kunnu verða kannað, fer at geva eina rættiliga góða ábending um orsøkina.
Pál Weihe lýsir hetta, við at finna fram til røttu orsøkin, við einum sukurmola í eini sukurskál.
Á borðinum frammanfyri hann stendur ein sukurskál við nógvum sukurmolum í. Skal ein finna fram til, um ein einstakur sukurmoli uppfyllir kriteri?ini fyri sukurmolar, so er neyðugt at kanna hvønn einasta sukurmola í skálini. Orsøkin til hetta er jú tann einfalda, at teir líkjast so nógv.
Fyrst tá ein hevur kannað teir allar, kann ein siga, hvør teirra heldur mát og hvør teirra, ið ikki ger tað.
Hetta sama skal nú gerast við nýggju kanningini, har ein ynskir neyvt at staðfesta hvat parkinson-sjúkan í veruleikanum er.
Hundraðtals brøv
Í hesum døgum fáa í hundraðtali av føroyingum brøv sendandi við fyrispurningi um tey ynskja at luttaka í hesi kanningini.
Brøvini verða send út frá kommunulæknum, neurologi, sjúkrahúsunum og frá Apoteksverkinum. Óhugsandi er ikki, at onkur kann fáa fleiri brøv, tá tey verða send frá so ymiskum støðum.
Brøvini verða send teimum, sum á einhvønn hátt eru í viðgerð við tey sløgini av heilivági, sum verða nýtt í viðgerðini av parkinson-sjúkuni.
Hinvegin so er ikki vist, at øll fáa hesi brøvini, sum áttu at fingið tey. Sagt verður, at er onkur, sum hevur illgruna um at hann møguliga hevur hesa sjúkuna, so kann viðkomandi altíð venda sær til tey, ið gera kanningina.
Í komandi viku ætlar Maria sær at ringja runt til tey 124 fólkini, sum hava fingið bræv frá Apoteksverkinum. Hetta verður gjørt fyri at vita, um tey eru áhugað at vera við, og fyri at gera víðari avtalur um kanningarnar.