agitatión, at frustratiónin var lemjandi. Eg minnist, at hann sarkastiskt helt fyri, at kanska átti man heldur, sum tey flestu at farið og hugsa um sítt egna lítla univers og ?bara stremba eftir sjálvur at hava [...] vóru, royndu eftir førimuni at kyrra hann við, at koalitiónin valla fór at gerast annað enn ein parentes í føroyskari søgu uppá maksimalt fýra ár, og so fór Petur Mohr Dam helst at venda styrktur aftur! Atli [...] beinleiðis, at honum hevði dámt betur at komið á meira náttúrligan hátt og ikki sum eitt stjørnuskot! Kortini leggur hann afturat, at hann hálvavegna hevur givið suðuroyingum lyfti um, at hann vil koma
hóast hon hevur nøkur ár á baki í bestu deildini. Annars er ikki so nógv at siga um dystin, sum Stjørnan vann 47-12, tað vil siga, at 35 mál vóru á muni. Dysturin prógvar bara enn einaferð, hvussu stórur [...] Stjørnan vísti beinan vegin, at tær ikki fóru at taka lætt upp á uppgávuna, og tær settu ferð á frá fyrsta bríksli. Fyrstu minuttirnir vóru eitt satt ódnarveður móti Tjaldurs-málinum hjá neyðars Lydiu [...] er, um ikki HSF eigur at taka hetta upp til viðgerðar, tí tað tænir ongum, at eitt lið vikuskifti eftir vikuskifti verður avhølvað. Hinvegin eiga tær í Tjaldur rós uppiborið fyri, at tær hóast keðiligu úrslitini
decembur 2004 Hóast er kenni meg lítlan at skriva minningarorð um verforeldur míni, Dánial og Ingibjørg, so havi eg tó valt at royna. Eg haldi, eg tori at siga, at eg, síðan eg var smádrongur, havi vitað [...] royndi eg ikki at ávirka Dánial, tí tað metti eg upp á forhond at vera til fánýtis. Hinvegin, so helt eg, at vermóðir var ikki so avgjørd politiskt, so hana royndi eg einaferð at fáa at velja sama flokk [...] Soleiðis minnist eg tykkum, og kann við vissu siga tað sama fyri børn tykkara og ommu- og abbabørn tykkara. Eg takki Guði fyri, at gleðin yvir, at hava havt tykkum sum verforeldur og lært tykkum at kenna
sum um at tað onda ikki er til og speglar eftir vónini sum ein kann krøkja seg í Tað er so einfalt - at siga: Haldið áframm og at tað er ein meining - við lívi og deyða men størsta sorgin er at missa tey [...] burturúr tí, tú gjørdi fyri onnur. Sum heild vart tú skjótur at rætta eina hjálpandi hond, men tær dámdi ikki at verða róstur, ella at tosað varð um, at hetta hevði tú gjørt. Takk fyri, var nokk hjá tær. Tú vart [...] tú skuldi gevast at arbeiða umborð á skipunum. Ogur systkin dugdu ikki at ímynda ogum teg sum bónda, men tú gekk uppí bóndaskapin við lív og sál. Mangan var áhugavert at hoyra teg siga frá um seyð ella
dag fyri at koma til eina góða niðurstøðu. Vit gjørdu nú av at fara mánadagin tann 14. út at keypa tað, sum vit høvdu brúk fyri at geva hesum familjunum, men leygardagin, t.v.s. dagin eftir at vit komu [...] høvdu planlagt at fara at hjálpa hesum familjum. Tolin trívst Mánadagin fóru so eg, foreldur míni og 2 menn úr samkomuni hjá pápa mínum at keypa vørurnar. Eg má bert skoyta uppí, at fer ein at keypa inn til [...] upplýsingar um børnini, sum eg fari at deila við tykkum tá. Eg havi biðið CRC um at sleppa at fíggja tað nýggja barnaheimið, sum kemur at kosta uml. 350.000 kr. og at tað skal kallast "The Faroese project".
sum er á so lágum støði, at torført er at taka greinskrivaran fyri fult. Alt bert fyri at renna undan veruleikanum - tí veruleika at Johan Dahl nýtir hvørt høvi hann fær at leggja eftir Atlantic Airways [...] ferð vísir seg at føroyskar loysnir eru við til at menna samfelagið og at leggja lunnar t.d eitt føroyskt flogfelag. Politiskt snildi. Lønti floksskrivarin hjá Sambandsflokkinum vísir á, at Sambandsflokkurin [...] Atlantic Airways - so tykir mær at tað má standa illa til tá veruleikin gerst eitt haft. Tí veruleikin er tann at, Johan Dahl hevur eitt ella annað endamál við at finnast at og seta føroyska flogfelagið í
samtyktin fer aftur í ár at kosta landskassanum aðrar 366 mió. krónur afturat teimum 1.098 milliónunum. Tað vil siga, at henda eina samtyktin hjá fullveldissamgonguni fer bara í ár at kosta eina upphædd, sum [...] havt meira enn eina milliard afturat í Landsbankanum, at staðið ímóti við. Umframt hetta, samtykti sjálvsstýrissamgongan sum sat frá 2002 til 2003, at blokkstuðulin skuldi ikki longur prístalsregulerast [...] Landsbanka Føroya sigur, at í minsta lagi 1.500 mió krónur skulu standa í Landsbankanum, men í januar var upphæddin í meðal 1.493 mió. krónur. Sostatt restaðu 7 mió. krónur í, at krøvini í lógini vóru uppfylt
Marjus Dam, sum leggur dýran við, at hann fer aldrin at ganga við til hasa ætlanina. Marjus Dam heldur ikki, at Bárður Nielsen kann hava lært nakað av søguni og vísir til, at Edmund Joensen í síni tíð misti [...] morgun, verður úrslitið uttan iva, at annað noyðist at gevast. Ført verður fram, at í staðin fyri økisskrivstovuna skal Tolleftirlitið flytast vestur í Vágar, og at átta tollarar so skulu hava støð í Vágum [...] Marjus Dam. ?Tað er politiskur naivitetur at stuðla slíkum bara tí at ein embætismannabólkur kemur við tí, sigur løgtingmaðurin, sum leggur dent á, at hann aldrin fer at taka undir við hesi ætlanini.
søgubók, sum minnist og veit um eina heila øld at siga. Í stuttum kann sigast, at meira er hent í lívstíðini hjá Onnu enn í øll hini 1000 árini, Føroyar hava verið bygdar. Her kann nevnast, at tað var í 1901 [...] bilurin kom ikki fyrr enn í 1922, tá Anna var blivin forlovað! Tað at ferðast var ikki bert sum at siga tað. Skuldi Anna til Kollafjarðar at vitja ommuna og abban var farið við róðrarbáti, inntil mjólkarbáturin [...] sum ung við at fotografera. Hetta var sjáldsamt konufólkaarbeiði tá á døgum, og hon framkallaði eisini myndirnar sjálv. Røsk var hon sum fáur. Tað segðist, at tá hon hevði so nógv at gera, at hon ikki helt
ur og hevur í mong ár verið aktivur í Sambandsflokkinum. Hann er søgufróður maður, og dugir væl at siga frá. Viljormur eigur døtrurnar Vilbjørg, Maritu og Randi. [...] og fer framvegis onkran ríðingartúrin. Á ungum árum lutók hann og vann fleiri kappríðingar. Hann sat í mong ár sum formaður í Føroya Ríðingarfelag. Hesin áhugi hevur ført til fleiri minnisríkar ríðingartúrin [...] nógvar góðar vinir. Havnar Róðrarfelag hevur eisini verið hansara hjartabarn, og hann er framvegis at síggja umborð á eftiransingarbátinum, tá kappróðurin fer fram á Ólavsøku. Viljormur er samríkishugaður