Marjus Dam, løgtingsmaður, er í luftini um ætlanina at leggja økisskrivstovuna hjá Toll- og Skattstovuni í Vágum niður og flyta størvini til Havnar.
?Báðru Nielsen má vera politiskur analfabetur, um hann heldur seg sleppa væl frá tí. Tað er beinleiðis politiskt sjálvmorð fyri Sambandsflokkin, um hasar ætlaninar gerast veruleiki, sigur Marjus Dam, sum leggur dýran við, at hann fer aldrin at ganga við til hasa ætlanina.
Marjus Dam heldur ikki, at Bárður Nielsen kann hava lært nakað av søguni og vísir til, at Edmund Joensen í síni tíð misti ein fólkatingssess, tí hann varð revsaður í Vágum í samband við málið um undirsjóvartunnilin.
?Verður hendan ætlanin gjøgnumførd, verður tað ikki bara í Vágum, at Sambandsflokkurin verður smurdur av til næsta val. Tað sama verður í Norðoyggjum og kanska á Skálafjørðinum við, sigur Marjus Dam.
Hann heldur ikki, a t slíkt hevði hent, um Karsten Hansen sat sum landsstýrismaður við fíggjarmálum. Til tess er hann alt og lokalpatriotiskur, sigur Marjus Dam.
Uppsagnir
Hóast tað verður sagt nakað annað, so er hetta í roynd og veru at siga fólki upp, sigur Marjus Dam. Hann heldur uppá, at fólk verða tvingað úr sínum størvum, um tey skulu til Havnar at arbeiða.
Hann nevnir sum dømi, at talan er um kvinnur, sum hava smábørn og menn, sum longu frammanundan arbeiða í Havn. Skulu so bæði foreldrini av oynni longu áðrenn klokkan sjey hvønn morgun, verður úrslitið uttan iva, at annað noyðist at gevast.
Ført verður fram, at í staðin fyri økisskrivstovuna skal Tolleftirlitið flytast vestur í Vágar, og at átta tollarar so skulu hava støð í Vágum.
Tí er eingin fongur í, sigur Marjus Dam, tí í hvussu er helvtin má kortini alla tíðina vera í Havn. So har verður einki at vinna.
Tað, sum eftir stendur, er, at almenn arbeiðspláss verða niðurløgd í Vágum, og einki kemur afturfyri. Her er talan um eini fimm-seks arbeiðspláss, sum hvørva, og tað merkist, har lítið er til frammanundan, sigur Marjus Dam.
?Tað er politiskur naivitetur at stuðla slíkum bara tí at ein embætismannabólkur kemur við tí, sigur løgtingmaðurin, sum leggur dent á, at hann aldrin fer at taka undir við hesi ætlanini.