Sjálvandi mangla pengar í Landsbankanum

Stórtíðindi eru nú at hoyra um at landskassin eigur minni á bók í Landsbankanum, enn lógin krevur, men tað er ikki annað enn ein sjálvfylgja

Helgi Abrahamsen

Lógin um Landsbanka Føroya sigur, at í minsta lagi 1.500 mió krónur skulu standa í Landsbankanum, men í januar var upphæddin í meðal 1.493 mió. krónur. Sostatt restaðu 7 mió. krónur í, at krøvini í lógini vóru uppfylt.

Men hetta er ikki annað enn ein sjálvfylgja. Tá tú noktar fyri at móttaka pengar, sum annars skuldu verið settir inn í bankan, samtíðis sum tú ikki heldur aftur á útreiðslusíðuni, so verður einaferð ov lítið á bókini. Tað sigur seg sjálvt.

Lækkaðu inntøkurnar
Fíggjarlógin fyri 2005 hevur eitt undirskot, sum er omanfyri 200 mió. krónur. Hetta er ein beinleiðis avleiðing av, at fullveldissamgongan í 2001 samtykti at lækka blokkstuðulin við 366 mió. krónum um árið. Henda eina samtyktin hevur trý tey seinastu árini kostað landskassanum heilar 1.098 mió. krónur.

Sama samtyktin fer aftur í ár at kosta landskassanum aðrar 366 mió. krónur afturat teimum 1.098 milliónunum. Tað vil siga, at henda eina samtyktin hjá fullveldissamgonguni fer bara í ár at kosta eina upphædd, sum er nógv størri enn samlaða undirskotið á fíggjarlógini, ella sagt við øðrum orðum: Uttan hasa samtyktina, hevði einki undirskot verið, og vit høvdu eisini havt meira enn eina milliard afturat í Landsbankanum, at staðið ímóti við.

Umframt hetta, samtykti sjálvsstýrissamgongan sum sat frá 2002 til 2003, at blokkstuðulin skuldi ikki longur prístalsregulerast, og tann avgerðin hevur kostað landskassanum aðrar 100 mió. krónur.

Øktu útreiðslurnar
Afturat øllum hesum kemur, at árligu rakstrarútreiðslurnar hjá landskassanum øktust frá 1998 til 2003 við meira enn 900 mió. krónum (tað svarar til eina hálva millión í meðal um dagin) meðan fullveldis- og sjálvstýrislandsstýrið søgdu seg "sita tungt á kassanum" .

So tá tað nú verður sagt, at pengar mangla í Landsbankanum, so er tað ikki annað enn tað, sum føroyskir loysingarflokkar bóðu um - og fingu.