og orðingarnar í lógini eru gamlar og standa ikki í mát við tíðarandan í dag, sigur Andrias Petersen. Sjálvur tekur Andrias Petersen ikki undir við fríari fosturtøku, men sigur seg vilja hava skipað viðurskifti [...] nágreiniliga. Galdandi lóggáva í Føroyum er frá 1956, og sambært Andriasi Petersen, fylgir lógin ikki við tíðini. -Okkara lóggáva er frá 1956, og er ongantíð broytt síðan. Hon er 50 ára gomul, og hon trongist [...] enn tá lóggávan varð smíðað. ? Persónliga kenni eg hvørki nakran persón ella flokk, sum tekur undir við fríari fosturtøku. Vit liva í einum fríum samfelag, har vit eiga at hava virðing fyri einstaklinginum
er eisini talsmaður hjá teimum sum koyra. Og hann er ikki samdur við teimum, sum nú føla seg ótrygg av teirri koyring, sum nú er um dagarnar við gróti úr grótbrotinum, yvir á ferjuleguna. Ein, sum følir [...] einstøkum føri við sær, at onkur steinur datt á vegin, sigur hann. Hann sigur, at trupulleikan við ferðini, hava teir, sum koyra, tosa um og ferðin er ikki ein trupuleiki longur. Og trupulleikan við at ov nógv [...] nógv verður fylt í lastina, hava teir tosað við byggifelagið um og tann trupulleikin er eisini loystur í sátt og semju við byggifelagið, so nú er ikki meir í lastini, enn loyvi er til at hava. ? Vit fáa
umsita, enn hon er nú. Eitt endamál við við broytingunum er eisini at fáa skipað viðurskifti á økjum, har tað í dag verður skonkt undir óskipaðum viðurskiftum og við ongum eftirliti. Tí heldur hann, at [...] miflokkurin, hevur nevniliga longu gjørt greitt, at hann tekur ikki undir við beroytingunum. ?Miðflokkurin tekur ikki undir við at broyta rúsdrekkalógina soleiðis at tað verður frælsari at fáa skeinkiloyvi [...] ístaðin fyri at hava neyðugt eftirlit við lógina, ætlar landsstýrismaðurin bara at laga lógina til so at tað ólógliga verður lógligt og tað taka vit als ikki undir við. ? Vit halda ikki, at tað er er nøkur
fortíð, har tað var ringt at skilja ímillum teirra egna og annara, at tað var ringt at sita í samgongu við teimum. Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins, hevur sagt, at hetta er eitt persónsmál og tað fer [...] fer hann ikki at gera viðmerkingar til. Heini O. Heinesen, næstformaður tjóðveldisfloksins, er samdur í at hetta er eitt persónsmál, men hann hevur onki ímóti at siga sína meining. Hann leggur tó dent [...] Heinesen vísir eisini á, at tað finnast nógv fordømi í føroyskum politikki, sum kunnu samanberast við tað, sum nú er hent, ikki minst í fólkaflokkinum sjálvum, uttan at tað hevur fingið politiskar avleiðingar
Fyribyrgingarráðið ikki við, hvat hendir í samfelagnum, veit eg ikki, hvat tað skal brúkast til. Hóast alt kókar um rúsevnismisnýtslu og annað misbrúk, letur Fyribyrgingarráðið ikki við seg koma, segði Erna [...] til allar upplýsingar og hagtøl, sum eru um misnýtslu av ymsum evnum. - Vit fylgja avgjørt við, hava samband við løgregluna og hoyra, hvat er frammi í fjølmiðlunum. Spurningurin er altíð, um nóg nógv fy [...] Hákonardóttir, alkohol- og familjuráðgeva. Hon setti í Sosialinum seinasta fríggjadag spurnartekin við leiklutin hjá Fyribyrgingarráðnum, nú tað í seinastuni er komið fram, at rúsevnisnýtslan millum ung
seinasta løgtingsval, gjørdi hann vart við sína ónøgd um politikkin, sum skuldi førast. - Tað vóru fleiri viðurskifti, sum gjørdu, at eg ikki longur kundi taka undir við tí, sum flokkurin stóð fyri. Ikki minst [...] afturat, at tað eisini eru fleiri onnur viðurskifti, har hann als ikki er samdur við førda politikkinum hetta valskeiðið. - Vinnupolitiskt haldi eg, at vit kunnu ikki hava eina skipan, har veiðiloyvi verða [...] minst kundi eg als ikki góðtaka, at flokkurin tók undir við ætlanini hjá Sambandsflokkinum um at fara til Danmarkar at samráðast um hægri blokk, sigur Pauli T. Petersen. Hann er tó skjótur at leggja afturat
heitinum, heldur HB venjarin Oddbjørn Joensen. Hann er samdur við málverjan, Teit M. Gestsson, sum sigur, at HB er favorittur, men at tað kann roknast við, at tað er at síggjast, at TB hevur knívin á barkanum [...] ið og í gjár varð arbeitt við at seta fokus á uppgávuna seinnapartin idag. Tríggir ungir spælarar, sum seinastu vikurnar í løtum hava verið á besta liðnum, eru í Georgia við U17 landsliðnum. Teir eru Bartal [...] teir eygnavitni til, at ÍF vann 3-1, og at HB harvið ikki vann stigið, sum hevði borið 22. FM heitið við sær. Nú verður vónað, at tað skal eydnast í dag, og sum skilst eru tey í Gundadali fyrireikað at taka
Tað var í býnum Jakopstad, og tað var her, eg fyrstu ferð fekk loyvi at vera við í eini veruligari veking. Eg gleddist við hugsanini um aftur at fara hagar, serstakliga tá øll kristin í býnum stóðu aftan [...] gjøgnum kvøldarmyrkrið nakrar míl sunnan fyri Tammerfors. Hvussu hesi trýtúsund menniskju bera seg at við í kolasvørtu niðu og upp á fáar minuttir at koma úr kirkjuni og finna niður í bumbuskýlið, er óskiljandi [...] avblást. Og fólk koma inn aftur í salin í fullum tali. Vit byrja fyri aðru ferð. Dómsprósturin er við at byrja gudstænastuna, tá aftur verður blást luftávaring. Fólki má úr kirkjuni á sama hátt sum stutt
sum grundarlag at arbeiða útfrá og til støðutakan. Við at kunngera tey, kanst tú sum veljari føla teg tryggan við at velja meg, um tú ert samd/ur við mínum grundvirðunum. Í stuttum stendur, at eg gangi [...] heimsborgarar og skula hyggja og samara okkum eftir londunum rundan um, taka við læru og samstarva. Tó skal Tórshavnar kommuna verða við at varðveita og virða føroyska samleikan, sjálvsfatan og mentan. At liva [...] trygt at búgva í Tórshavnar kommunu. • Vit skula fjálga um barnafamiljur, einligar forsyrgjarar, tey við serligum tørvi og tey veikastu í samfelagnum. • Útvega fjølbroytt bústaðartilboð, eitt nú lutaíbúðir
og góðtaka alt tað, sum landsstýrið ger. Og tað skulu vit gera "við virðing fyri støðuni", sum tú málber teg. Eg haldi, at vit JÚST við virðing fyri støðuni eiga at umrøða tær politisku avgerðir, sum verða [...] verður kritiseraður, kann skjótt gera stór mistøk. Tað er við kritikki, at vit í felag finna fram til røttu kósina. Tað er sjálv grundhugsanin við fólkaræðinum. Og hon hevur eisini víst sína styrki farnu [...] Fyri eini viku síðani segði Bárður Nielsen við Dimmalætting, at eingin ætlan var um hjálparpakkar, tí støðan í vinnuni var stabil. Hann segði nakað tað sama við sjónvarpið síðsta fríggjakvøld. Hetta førdi