Aksel tosar við suðuroyingar um læknarnar

Í næstu framtíð fer Aksel V. Johannesen at tosa við Suðuroyar Sjúkrahús og kommunulæknar í Suðuroynni um læknaligu støðuna í oynni

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fer nú at boða umboð fyri Suðuroyar Sjúkrahús og kommunulæknarnar í oynni á fund at tosa um læknaligu støðuna í oynni.

Tað sigur hann fyri Sosialinum.

Suðuroyingar stúra rættiliga illa fyri læknaligu støðuni í oynni. Læknar støðast ikki, tí arbeiðsbyrðan er ov stór og stúrt verður eisini fyri, at grundarlagið fer at verða máað undan Suðuroyar Sjúkrahúsi. Og hendir tað, dettur alt heilsuverkið í oynni sundur, tí so fer kommunulæknaskipanin eisini fyri bakka.

Hans Petur Nielsen, yvirlækni á Tvøroyri, segði við Sosialin í gjár, at læknarnir í Suðuroy hava gjørt eina framrættað loysn, sum hann málber seg.

Tað ber í sær, at narkosulækni verður sett í starv á Suðuroyar Sjúkrahúsi, saman við trimum yngru læknum, sum kunnu átaka sær arbeiði fyri kommunulæknarnar eftir klokkan 16 um dagin við serlæknum og kommunulæknum sum bakvakt.


Aksel ivast

Aksel V. Johannesen ivast í um, at hetta er besta loysnin, tá ið alt málið verður tikið í eini heild.

- Narkosulækni hevur ongantíð verið í Suðuroy og spurningur er um tað er grundarlag fyri at hava narkosulækna í fulltíðarstarvi á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tað hevur heldur ikki víst seg at vera grundarlag fyri narkosulækna í fullum starvi í Klaksvík.

Hinvegin sigur landsstýrismaðurin, at arbeitt verður við at seta ein narkosulækna í næstu framtíð, sum skal hava skyldu til at at arbeiða á øllum trimum sjúkrahúsunum eftir tørvi.

Aksel V. Johannesen ivast eisini í um, at tað er besta loysnin at fáa yngri læknar til Suðuroyar.

- Yngri læknar, sum skulu fara til Suðuroyar, kosta einar 50.000-60.000 krónur um vikuna, so tað er ein serstakliga dýr loysn.


Kanna aðrar loysnir

Spurningurin er um tað ikki ber til at finna aðrar loysnir.

Landsstýrismaðurin sigur, at Suðuroyar Sjúkrahús hevur fingið 600.000 krónur afturat til at tryggja heilsutænastuna í Suðuroy, sum hann málber seg.

Og í næstum fer hann nú á fund við umboð fyri Suðuroyar Sjúkrahús og kommunulæknarnar í oynni um, hvussu hendan upphæddin verður brúkt best.

Hann ásannar at tað er rætt, sum ført verður fram, at Suðuroyggin kann fáa stórar trupulleikar í framtíðini við at manna læknaliðið í oynni.

Men hann sigur, at tað serliga eru kommunulæknarnir, sum hava trupulleikar, tí arbeiðsbyrðan er ov stór. Av tí sama er ringt at fáa teir at støðast, samstundis sum teir ið eru í starvi, eru farnir at eldast.


Lættir munandi um trýstið

Men í hesum sambandi verður arbeitt við at fáa Suðuroy upp í kommunulæknaskipanina fyri restina av landinum, har ein lækni situr á vakt Landssjúkrahúsinum uttan fyri vanliga arbeiðstíð og avgreiður sjúklingar, sum hava ørindi hjá kommunulækna.

Landssýrismaðurin sigur, at hetta fer at hjálpa munandi.

- Ein heilt stórur partur av øllum viðtalum kunnu avgreiðast umvegis telefonina og tað fer at lætta munandi um trýstið á kommunulæknarnar í Suðuroynni.

- Royndir frá læknavaktini á miðstaðarøkinum vísa, at umleið helmingurin av viðtaluni kann avgreiðast umvegis telefonina.

Landsstýrismaðurin er sostatt ikki samdur við Hans Petur Nielsen, yvirlækna í Suðuroy, sum ikki sær stóra hjálp í hesum, tí kommunulæknar koma kortini at vera á vakt og at koyra til sjúklingar alla tíðina, sum læknavaktin ikki avgreiðir umvegis telefonina.

Yvirlæknin sigur eisini, at ein grund til, at tað er neyðugt at fáa yngri læknar á Suðuroyar Sjúkrahús, er at sum støðan er nú, fáa serlæknarnir ov stóra arbeiðsbyrðu av uppgávum, sum onki hevur við teirra serlæknaøki at gera.

- Tað er júst øll hesi viðurskiftini, ætlanin er at lýsa á ætlaða fundinum, sum verður í næstum við sjúkrahúsið og kommunulæknar í Suðuroy, har endamálið er at endavenda øllum viðkomandi spurningum.

Har er ætlanin at fáa innleggingartøl, tøl fyri, hvussu ofta, bakvaktin verður boðsend og tøl fyri akuttum innleggingum o.s.fr., so vit hava nakað ítøkiligt at halda okkum til, sigur Aksel V. Johannesen.

Les eisini greinina: Bara ein tapari og tað er sjúklingurin