Óneyðugar atfinningar

Karsten Hansen, fíggarmálaráðharri, heldur atfinningarnar hjá Rúnu Sivertsen ímóti sær vera heilt óneyðugar. Hann vísir á, at hann ikki kann taka valdið frá Helenu Dam á Neytsabø og siga, hvussu nógvan pening hon skal brúka í ávísum økjum

? Eg má siga, at tað alt annað enn gangar málinum um Klaksvíkar Sjúkrahús, at Rúna Sivertsen kemur við so harligum atfinningum í bløðunum. Heldur átti hon at birt undir eitt siðiligt kjak í Løgtinginum undir viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum.

Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, er harmur um, at samgongufelagi hansara, Rúna Sivertsen, í Dagblaðnum mánadagin kom við hørðum atfinningum ímóti sær, tí játtanin í Fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000 er skerd samanborið við undanfarin ár.


Fulla heimild

Karsten Hansen vísir á, at landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum sjálvsagt hevur fulla heimild at býta peningin á hennara øki, sum henni lystir.

? Eg gevi hvørjum einstøkum landsstýrismanni eina ávísa rammu av peningi at arbeiða eftir, og so hevur landsstýrismaðurin sjálvsagt fulla heimild at býta peningin runt á sínum øki, sum hon lystir. Skuldi eg avgjørt, hvussu nógvur peningur skuldi verið brúktur til heilivág, hvussu nógvur til hvørt sjúkrahús og so framvegis, var tað ikki neyðugt at hava ein almanna- og heilsumálaráðharra.

Karsten Hansen sigur tað hava verið nóg trupult at gjørt ávísu karmarnar til fíggjarlógaruppskotið. Tískil er hann glaður fyri, at tað ikki eisini er hann, ið skal býta peningin út innan ávísu málsøkini.


Stórur biti

Karsten Hansen vísir á, at fíggjarlógaruppskotið fyri ár 2000 er 120 milliónir hægri enn fíggjarlógin fyri 1999. Av hesum 120 milliónunum hevur Helena Dam á Neystabø fingið 80 milliónir til almanna- og heilsuøkið. Tískil heldur hann, at karmarnir hjá Helenu skuldu verið í lagi.

? Eg eri glaður fyri, at so stórur partur av hækkanini er farin til Almanna- og Heilsumálastýrið. Tað haldi eg nevniliga verða eina ógvuliga góða prioritering. Tí sjálvsagt eiga vit at hugsa um tey sjúku og veiku.

Men Karsten Hansen er ikki samdur í, at tað eru hækkaðu pensjónirnar, ið hava ávirkan á játtanina til Klaksvíkar Súkrahús. Hesir pengarnir vórðu sambært fíggjarmálaráðharranum langt síðani settir av, áðrenn peningur skuldi játtast til Klaksvíkar Sjúkrahús.

Í sambandi við lágu játtanina til sjúkrahúsið hevur Karsten Hansen sagt sína persónligu meining við Helenu, men hann ætlar sær ikki at ávirka hana á nakran hátt. Hann vísir enn einaferð á, at landsstýriskvinnan hevur fulla heimild at gera sum henni lystir, tá peningurin skal býtast út.


Kann broytast í tinginum

Fíggjarmálaráðharrin heldur ikki, at Helena Dam á Neytsabø hevur skorið niður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri at provokera Fíggjarmálaráðharran, ið ikki hevur givið henni nóg mikið av peningi at arbeiða við.

Hann heldur tað kennast undarligt, at Rúna Sivertsen skal sjóta við skørpum ímóti landsstýrinum í sambandi við fíggjarlógina.

Karsten Hansen vísir á, at Fíggjarlógaruppskotið væl kann broytast í tinginum, og um Rúna Sivertsen ynskir at fáa tað broytt, átti hon heldur at roynt at fingið eitt siðiligt kjak um hetta á tingi í staðin fyri at koma við ógvusligum skotum í fjølmiðlunum.

Fíggarmálaráðharrin væntar ikki, at ósemjan fer at hava ávirkan á samstarvið í samgonguni.


Ber til at rationalisera

Vit spyrja Karsten Hansen, um hann heldur, at tað fer at bera til at rationalisera sjúkrahúsverkið.

? Tað ber til at rationalisera innan tað almenna, og eisini innan sjúkrahúsverkið, sigur fíggjarmálaráðharrin, ið tó leggur stóran dent á, at eftir hansara tykki gera alment lønt ikki ov lítið til nyttu.

? Eg eri vísur í, at starvsfólkini innan sjúkrahúsverkið og so mangar aðrarstaðir renna nóg skjótt, men til ber kanska at gera arbeiðið meira einkult og harvið effektivari.


Samtykt móti jólum

Karsten Hansen vænat eina drúgva, men góða viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum. Hann væntar, at atð verður.