svarar tingformaðurin, sum kortini ger vart við, at tað eftir hansara tykki er skeivt at grava seg niður og er hann eisini í iva, um teir hava tikið eina rætta avgerð. HER er okkurt, sum ikki ruggar heilt rætt [...] sjónarmið um hetta málið. VIT eru ikki ósamdir við hvørki løgmann, uttanlandsnevnd ella tingið annars, tá tað verður hildið fast um eina miðlinjuloysn í marknaspurninginum. Vit halda eisini, at bretar við sínum [...] eina slíka innbjóðing, so halda vit tað vera skeivt, tí tað er ikki hansara borð. Vit tosa her um eina parlamentariska vitjan í Bretlandi. SPURNINGURIN er, um ikki vit høvdu kunnað komið longur í nettup
yvirforbrúk. Ja ein moralskur peikifingur. VIT føroyingar eiga ikki at vera undirbrotligir. Vit eiga heldur ikki at seta órímulig krøv. Vit eiga krevja at verða virdir sum fólk á jøvnum føti við aðrar borgarar [...] við teimum serstøku umstøðum sum vit liva undir, her eitt nú eina økonomi, sum byggir á fiskastovnar og fiskaprísir, ið kunnu verða so svikaligir, at teir koppa samfelagnum. Vit hava einki ímóti góðum ráðum [...] til tað, sum liggur í kortunum í hesi bankakanning, nevniliga, at føroyska samfelagið fær tað endurgjald, sum rímuligt er, hvussu tað so enn verður útgoldið. TÁ hetta er sagt halda vit eisini , at føroyski
eiga vit ikki at gloyma, at vit eiga sjálvi høvuðsábyrgdina av tí kreppu, sum tók seg upp í 80-unum. Og tí eiga vit ikki at yvirspæla okkara leiklut og seta dønum órealistisk og órímulig krøv. Vit eiga [...] ten, sum hevur funnið hetta heitið til dagin, tá alt bankamálið varð til viðgerar á fólkitingi. Í SKRIVANDI løtu vita vit ikki, hvør niðurstøðan varð av hesum drúgva orðaskifti, men eftir tí vit hava skilt [...] føroyskir politikarar kunnu semjast um. Fara vit at seta krøv sum líkjast tí, ið løgmaður hevur víst á í donsku pressuni ella verður tað ein heilt onnur loysn! Vit vóna ikki, at danska orðaskiftið fær tær
pressan eisini at seta krøv til teirra, sum vilja brúka pressuna. Hugsað verður her serliga um serføroyska fyribrigdið dulnevnd lesarabrøv. Líka ófantaligt, tað er at troðka seg inn á fólk, sum rakt eru [...] framvið og altíð halda í oyrunum á teimum, sum valdið hava, eru tó løtur, har pressan eigur at halda í egin oyru og virða tey ynski, fólk hava. Eitt slíkt dømi er tað, sum nú er farið fram í København í samband [...] seg og roynir at fáa eina søgu, har søgan finst, er júst, sum tað eigur at vera. Men einastaðni eigur eitt mark kortini at verða sett. Hóast vit hava pressufrælsi í landinum, er tað frælsið kortini ikki
TAÐ er at fegnast um, at vit hava fólk í landinum, sum tora og duga at siga sína meining. Ein av teimum er Birgir Danielsen, sum Sosialurin hevði eina samrøðu við mikudagin. Umframt at vera stjóri í F [...] lótu bankarnir heldur ikki lán til eina jollu uttan landskassaveðhald. Og tað hava vit eisini merkt sviðan av. Men eisini í einum slíkum føri hevði verið brúk fyri eini góðari fíggjardeild, landsbanka og [...] løgtinginum, men ein sjálvstøðugur stovnur, sum m.a. skal ráðgeva landsmyndugleikunum og stýra gjaldoyrasamskiftinum við umheimin. BANKARNIR søgdu í áttatiárunum, at vit høvdu ikki brúk fyri einum landsbanka
at siga óhugnalig støða, sum serstakliga næmingarnir eru komnir í. Støðan er við at gerast so álvarslig, at vandi er fyri, at teir als ikki kunnu fara upp til tær próvtøkur, sum so aftur skulu tryggja teimum [...] teimum eina framtíð so ella so. LANDSSTÝRISMAÐURIN í skúlamálum, sum vit vita ber orð fyri at vera sera treiskur maður, heldur uppá sítt. Her minna hann og starvsfelagi hansara, løgmaður ikki sørt um hvør [...] ungdómi. Lærararnir siga eisini, at teirra krav er eitt princippmál. Tá partnarnir standa so fast við sítt, átti landsstýrismaðurin - fyri at fáa næmingarnar aftur í skúla - at víst seg sum mannin, ið hóast alt
mugu tó ikki enda harí bara at tosa um pengar. At fáa vit so og so nógv frá dønum, sum vithalda okkum hava rætt til og fyri tort og svie, so eru vit nøgd. Hetta er ein spurningur um meira enn pengar. Talan [...] tjóðir. Latið okkum hvør í sær rudda upp hjá hvørjum øðrum. Eins væl og vit royna at skilja hvat er hent í Danmark, eiga vit eisini at hyggja nærri at okkum sjálvum. Hvør hevur gjørt nakað galið her og hvat [...] verða viðgjørt í sama mun sum teir danir, ið standa fyri skotum. Uttan mun til um hetta skal fáa avleiðingar eigur tað at koma fram. Eisini her er brúk fyri at reinsa luftina. MEN vit mugu víðari. TAÐ er í
ikki sagt, at vit ikki eisini sjálvi eiga at taka í egnan barm, tí vit eru so sanniliga heldur ikki plettfrí. Men sum heild eru tað vit, sum eru vorðin fríkend fyri fleiri av teimum ákærum, sum ávísir danskir [...] upp aftur tað álit, sum fór í øllum hesum meldrinum. Vit hava øll brúk fyri hvør øðrum. Og lat okkkum tí ikki gloyma at virða hvør annan sum sjálvan seg. Vónandi hava bæði danir og vit sjálvi lært av hesum [...] virðing avloyst av vanvirðing. NÚ hava vit so fingið eina drúgva frágreiðing, har - um ikki alt kemur fram í dagsins ljós - so tó so mikið, at nógv av tí øsing, sum hevur verið móti føroyingum í longri tíð
devulskap fyri at brúka orðið, sum illustrerar hesa grein einabest. Fyri at lesarar kunnu gera sær eina meining um hetta fara vit at endurgeva orðini hjá hesum dananum, sum kortini ikki umboðar vanliga danskaran [...] tramansskapur fyri ikki at siga, tí ið nærkast rasismu. Men rætt skal vera rætt. Vit hava eisini ein part av skyldini, at vit verða uppfatað á slíkan hátt. Í meira enn 10 ár hevur Óli Breckmann ført føroyskan [...] betri. Slíkt sømir seg ikki einum upplýstum fólki. Eru vit ónøgd og ósamd við danskar politikarar eiga vit ikki at brúka somu metodur móti dønum, sum Ole Hyltoft og hansara líkar brúka móti føroyingum.
síðsta enda skal kunna gagna Bretlandi. VIT eru samd við løgmanni og nevnd í, at vit eiga ikki at geva okkum fyri bretskum trýsti, men hinvegin halda vit eisini - fyri at brúka egnu orð løgmans - at tað [...] fyri at gera nakað. Ella spurningurin er kanska heldur: hvat vilja vit og her er tað aftur løgmaður, sum hevur seinasta orðið, hvat vilja vit hava hann at gera! SAMRÁÐINGARNAR við bretar hava nú vart í nógv [...] mál. Tað eru tey, sum halda, at tað var sera heppið, at samráðingarleiðslan kom yvir á føroyskar hendur og at vit í Árna Olafssyni fingu ein góðan og kompetentan leiðara. Men tá vit nú hyggja í bakspeglið