í strúk ella hvassan vind av suðri. Tað vil við øðrum orðum siga, at suður skuldi veðrið verið gott, og norður aftur skuldi vindurin verið undan. Men soleiðis var tað ikki. Sunnudagurin upprann við summartíð [...] sítt fyrsta mál nakrantíð í 1. deild, men tað var vorðið sum mál undan vindinum. Úr 35-40 metrum smekkaði hann til, bólturin smeig sær undir samankomingini, og tað sang í nettakinum. Í 2. hálvleiki vóru líkindini [...] . KÍ kom aftur til Klaksvíkar við 2-1 sigri móti TB, meðan B68 kom aftur á Toftir við 5-1 tapi í viðførinum. Klaksvíkingar fóru suður við sluppini Jóhonnu leygardagin. Tá var heilt gott veður, so teir
StÍF við á listanum, men tað eru fleiri, sum liggja beint undir 100 mál. Tað sigur nakað um breiddina á liðnum, tí vit eru tað liðið, sum hava skotið flest mál. Tað sá einki út tað einu tíðina, beint eftir [...] allir sum ein spældu upp til tað allarbesta í seinna hálvleiki. Jóhan hevði ein framúr góðan dyst í málinum! ? Ja, hann er ótrúliga góður, og tað var í grundini hann, sum vendi dystinum tá hann tók brotskasti [...] Tað var ein glaður, men troyttur venjari vit fingu orði á sunnudagin. Eftir ein harðan dyst var veitsla á Strondum og tað setir síni spor. Men gekk tað nú, sum hann hevði væntað? ? Ja, eg hevði roknað
har borðini vóru skúgvað eitt sindur til viks. Nakað av klæðum til vanliga gerandisdagin vórðu sýnd fram, men stórst parturin av klæðunum tyktist vera betur egnaður til tær eitt sindur serligari løturnar [...] meiri menniskjaligum støddum. Skal tað vera tann guli ella tann grøni ella.... Um hvørjir litir verða in í vár og summar sigur Inger, at tað er rættuliga ymiskt. Tað er altíð tengt at, hvat merki tú velur [...] løturnar. Roynd í starvið Handilin Lei hevur nú verið opin í gott hálvt ár, men eigarin, Inger Jensen, er ikki óroynd í sínum yrki. Frá 1980 til 86 hevði hon handlarnar Pinkan og Fíban uppi í SMS. Men vegna barnsburð
kom inn, so teir fingu pening til nýggj ljóðføri, og teir royndu so eisini at greiða frá, at við at spæla til dans, so bundu teir seg til at lata eina vøru frá byrjan til enda, peningur kravdist og hetta [...] hug at koma við. Tað var spennandi, tí Faroe Boys var nakað, ein sá upp til, tað var toppurin tá, so beinleiðis at verða biðin at koma úr Framtíðini í Vági, og inn í hjartað í Havnini, tað ávirkaði, minnist [...] at fast varð eisini tikið av til ljóðførini. Guitarin, ið hann keypti sær, kostaði 2700 krónur og tað svarar óivað til 27.000 krónur í dag, so nógv dansikvøld skuldu til. Jógvan metir tó, at hann hevur
svarar Signar á Brúnni, at tað er tað ikki, tvørturímóti. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur ætlanir at nýtta knappar 5 mió. kr. til at stuðla kommununum í at keypa uml. 1.200 til 1.400 teldur tey næstu [...] 1998, 1999 og 2000 ? sum skal stuðla undir soleiðis, at fólkaskúlarnir fáa einar 1.200 til 1.400 teldur til gott 7.000 næmingar. Gongur henda ætlan út, verða føroysku fólkaskúlarnir fult á hædd við okkara [...] øðrum áhugabólkum, í alt eini 600 eintøk. Álitið er eisini býtt út til allar tingmenn í smb. við henda fyrispurning. 1400 teldur Og til spurningin um vanda, sigur Signar á Brúnni, at landsstýrismaðurin
1.200 til 1.400 teldur til gott 7.000 næmingar. - Gongur henda ætlan út, verða føroysku fólkaskúlarnir fult á hædd við okkara grannalond og í fleiri førum væl frammanfyri, legði hann afturat. Til hetta [...] merkt av, og ógjørligt var at koma fram til nakað ítøkiligt, tí aðalspurningurin í hesum málið er, um tað fíggjarliga er ráðiligt at uppgradera gamlar teldur, ella um tað kanska loysir seg betur at keypa nýggjar [...] hvønn málsetning vit hava til telduútbúnað til skúlaverkið. - Hvat skal ein telda kunna? Tekstviðgerð og rokniark kann ein og hvør telda. Næmingarnar seta so stór krøv til teldurnar, at lærararnir hava
fram til ein arbeiðshátt, sum gjørdi, at vit fingu arbeitt, og at vit hava fingið nógv mál ígjøgnum síðani tá. Henda arbeiðshátt kenni eg einki til. Sjálvandi royndu vit at arbeiða okkum fram til semjur [...] ikki fari at mótarbeiða teimum málum, eg sjálv havi verið við til at lagt til rættis. Skal Katrin Dahl stúra fyri nøkrum á eldraøkinum, so er tað í hennara egna flokki, hon kann fáa trupulleikar og ikki frá [...] nevndum var gott. Hon veit sera væl, at mál sum undirritaða hevur reist ikki komu á dagsskrá, og tí var ógjørligt at viðgerða tey. Sjálvandi kundi Javnaðarflokkurin bíða við at slíta samgonguna, til tingmálið
mangan áður ? heilt væl burturúr tí, tá hugsað verður um, at tað var ein av teimum størstu í heiminum, sum var mótstøðuliðið. Leygardagin var tað Eysturríki, sum skuldi royna seg á útivølli móti Spania. Vónirnar [...] enn góðar. Fyrst taptu teir 3-2 á Kypros, og so var tað ikki meiri enn teir kneykaðu einum teprum 2-1 sigri móti Ísrael. Men hesa ferð bar betur til hjá Spania. Eysturríki var spælt sundur og saman, og [...] tapið nakrantíð, og í onkrum altjóða fjølmiðlum varð tikið til, at hetta var meiri eyðmýkjandi, enn tá Føroyar vunnu 1-0 móti Eysturríki. Men tað halda eysturríkarar sjálvir ikki. Tann, sum segði frá í
síðani koma kunngerðir..² Ná, nú byrjar tað. ²Kunnu tit ikki halda munn meðan tíðindini eru?² rópar onkur pápi (sum allarhelst starvast innan tað almenna, tí tað gera øll havnafólk). Familjan tigur. Útvarpið [...] Áh, jú nú veit hon. Ojesus sum tað var forferdiligt..! Tey køva aftur útvarpsmannin. Veðrinum lurta vit ikki eftir í Havn. Hví skuldu vit tað? Áh, nú mundi eg gloymt tað blokaduvaktir lurta sjálvsagt [...] fáa mistanka um, at tveir partar skulu til fyri at skapa eina støðu sum í Serbia. Harvið ikki sagt, at vit ikki mugu hava samhuga fyri øðrum av pørtunum. Men tað skal so ikki vera testosteronbumban USA
Brússel, útvegað upplýsingar til Føroyar og øvugt. Við tíðini skal eg hava bygt upp eitt kontaktnet av fólki. Gott og væl 18.000 fólk arbeiða í umsitingini hjá ES-nevndini, so tað ræður um at hava tey røttu [...] sambondini. - Tað kann tykjast møtimikið at umboða eitt lítið land í einum so stórum høpi sum ES er. Tað kann vera tungt, men arbeiðir tú við nøkrum ítøkiligum málum og hevur tey røttu sambondini, er tað ikki trupult [...] og búskap. - Útbúgvingin er nærum skraddaraseymað til starvið. Eg eri ikki serfrøðingur á nøkrum øki, heldur eri eg ein generalistur, og tað er tað, ein skal vera í ES. Eg sleppi at brúka allar síður