Tað var ein glaður, men troyttur venjari vit fingu orði á sunnudagin. Eftir ein harðan dyst var veitsla á Strondum og tað setir síni spor.
Men gekk tað nú, sum hann hevði væntað?
? Ja, eg hevði roknað við, at vit fóru at vinna. Menn vóru ótrúliga uppsettir uppá, ikki at endurtaka steupafinaluna, og tað kravdi, at vit vunnu.
Men har vóru ikki allir, sum byrjaðu líka væl?
? Nei, men tað er ikki so løgið. Nógv stendur upp á spæl, og nervar eru eisini við. Men eg haldi, at allir sum ein spældu upp til tað allarbesta í seinna hálvleiki.
Jóhan hevði ein framúr góðan dyst í málinum!
? Ja, hann er ótrúliga góður, og tað var í grundini hann, sum vendi dystinum tá hann tók brotskasti frá Hannisi í seinna hálvleiki. Tá vóru vit um at missa takið, men tá hann hevði tikið brotskastið fingu vit tvey skjót mál, so ístaðin fyri at fara eitt aftur um, fóru vit tvey framum.
Hvør er orsøkin til at StÍF gjørdist meistari í ár?
? Eg haldi orsøkina verða breiddin á liðnum. Ungdómsarbeiðið á Strondum hevur verið gott, og taðhevur givið nógvar góðar ungar leikarar. Men breiddin er tað týdningarmiklasta.
? Um tú hyggur at topp 10-listanum yvir málskjúttar, so er bara Artur úr StÍF við á listanum, men tað eru fleiri, sum liggja beint undir 100 mál. Tað sigur nakað um breiddina á liðnum, tí vit eru tað liðið, sum hava skotið flest mál.
Tað sá einki út tað einu tíðina, beint eftir steypafinaluna, hvussu komu tit afturíaftur?
? Vit vóru hepnir! Vit fóru eitt sindur niður við nakkanum eftir steypafinaluna og mistu samstundis Jóhan og Sveinbjørn. Hetta var ov nógv í senn, men av tí at hini úrslitini lagaðu seg, sum tey gjørdu, so kunnu vit siga, at tað vóru hini liðini, sum fingu okkum við aftur íkappingina
Er tað nakað við hesum meistaraheitinum, sum ger teg serliga fegnan?
? Tað er, at kappingin í ár var so ótrúliga jøvn og kortini endaðu vit ovast.
Hvussu við næsta ári?
? Eg veit ikki. Eg havi fingið fleiri fyrispurningar, men havi bara útsett tað til seinni. Eg havi heldur ikki tosað við StÍF, so nú fáa vit at síggja, sigur Jónleif Sólsker.