Á eldraøkinum kann bara ganga betur

Katrin Dahl var væl vitandi um, at Javnaðarflokkurin tók av, um so varð, at hann fekk í boði formannin í Sosialunevnd. Tað er ikki Javnaðarflokkurin, sum hevur svikið, tvørturímóti hava vit allatíðina »spælt við opnum kortum«. So seint sum hósdagin í farnu viku boðaði undirritaða frá, at eitt tilboð var komið, og at um so var, at álvara var í hesum, so tók eg av.

Katrin Dahl sigur, at vit høvdu funnið fram til ein arbeiðshátt, sum gjørdi, at vit fingu arbeitt, og at vit hava fingið nógv mál ígjøgnum síðani tá. Henda arbeiðshátt kenni eg einki til. Sjálvandi royndu vit at arbeiða okkum fram til semjur, men Katrin Dahl kann ikki siga, at arbeiðslagið í nevndum var gott. Hon veit sera væl, at mál sum undirritaða hevur reist ikki komu á dagsskrá, og tí var ógjørligt at viðgerða tey.

Sjálvandi kundi Javnaðarflokkurin bíða við at slíta samgonguna, til tingmálið um broytingar í kommunulógini var viðgjørt. Gjørdu vit tað, so kom einki tilboð aðrastani frá, og høvdu vit tá sitið uttan ávirkan.

Katrin Dahl vísir á, at í samgonguskjalinum er høvuðsdetur lagdur á trupulleikan við barnaansingin og eldrarøkt. Í samgonguskjalinum stendur í punkt 20. Ymiskir møguleikar fyri barnaansini. punkt. 21. Ymiskir møguleikar fyri eldraspurningum. Hinvegin er tað rætt, at vit hava lagt høvuðsdentin á hesi bæði økini í praktiska politikkinum, men vit hava ikki skrivað undir eitt samgonguskjal við hesum sum høvuðsmáli.

Katrin Dahl veit eisini væl, at eg ikki fari at mótarbeiða teimum málum, eg sjálv havi verið við til at lagt til rættis. Skal Katrin Dahl stúra fyri nøkrum á eldraøkinum, so er tað í hennara egna flokki, hon kann fáa trupulleikar og ikki frá Elin Lindenskov.

Katrin Dahl skal vera vælkomin at samstarva framyvir. Á eldtaøkoinum kann tað bara ganga betur, tí nú kann nevndin samstarva.


Elin Lindenskov