Toftamenn komu í rættuligt illveður

Fótbóltur: VB vann stórt móti B68, sum var illa fyri av ferðini og ikki var serliga væl skipað á vøllinum

B68 og KÍ vóru í Suðuroy um vikuskiftið. KÍ kom aftur til Klaksvíkar við 2-1 sigri móti TB, meðan B68 kom aftur á Toftir við 5-1 tapi í viðførinum.

Klaksvíkingar fóru suður við sluppini Jóhonnu leygardagin. Tá var heilt gott veður, so teir vóru væl fyri at spæla fótbólt sunnudagin.

Toftamenn valdu at líta áveðurfoprsøgnina og tískil bíða inntil sunnudagin at fara suður. Veðurforsøgnin segði lítið lot av ymsum ættum, minni enn fimm metrar um sekundið, og so varð lagt afturat, at seinnapartin skuldi hann trilka vindin upp í strúk ella hvassan vind av suðri. Tað vil við øðrum orðum siga, at suður skuldi veðrið verið gott, og norður aftur skuldi vindurin verið undan.

Men soleiðis var tað ikki. Sunnudagurin upprann við summartíð og landsynningsloti, sum bara vaks. Toftamenn løgdu frá landi við útróðrarbáti klokkan sjey, og teir høvdu einki serliga ferð suður. Tá teir skuldu fara norður aftur, var vindurin so mikið nógvur, at teir valdu at bíða, og so vóru teir við hús klokkan fýra mánamorgunin. Onkrir tørnaðu til at landa á uppboðssøluni klokkan fimm! Klaksvíkingar vóru hepnir og fingu heilt góðan fart norður aftur.


Nýggjar útgávur

Heimaliðið hevði ?sammett við í fjør ? fleiri nýggjar menn á liðnum. Stóri og sterki Finnbogi Olsen vardi málið, meðan Bjarni Johansen sat á beinkinum, og á miðvøllinum var Milan Culjic einasti gamli kenningurin. Palli Augustinussen í høgru og Petur Óli Samuelsen í vinstru eru tveir ungir spælarar, sum fingu møguleikan, og so høvdu teir tvørámannin Tórður Holm afturat sær.

Jón Pauli Olsen og Krzystof Popczynski vóru í álopinum, og teir skoraðu trý av fimm málum.

Sammett við í fjør var liðið hjá B68 so at siga púra nýtt. Bara fýra av spælarunum vóru millum teir føstu í fjør. Eyðun Petersen vardi málið. Tað gjørdi hann, tí Magnus Poulsen er burturstaddur, og Allan Joensen er skaddur. Í verjuni vóru ungi Bogi Petersen (hann varð skaddur í 1. hálvleiki, og so kom Finn Mørk inn), Signar Johannesen, Sámal Erik Hentze, Fróði Clementsen og Lusio. Á miðvøllinum vóru Jan Petersen, Fróði Benjaminsen og Olaf Magnussen, og í álopinum vóru Marselo og Steinar Hansen.


Heimaliðið meiri sannførandi

Umstøðurnar at spæla fótbólt vóru stak vánaligar á Vágseiði. Tað var nógvur vindur, og tað var nógv regn, og í 2. hálvleiki stóð sunnara síða av vøllinum næstan øll undir í vatni.Fyrra umfarið hevði heimaliðið nógva vindin undan, og tá vóru teir sera sannførandi. Teir komu á odda eftir einar sjey minuttir, tá Milan sneiddi fleiri av. Lítla løtu seinni javnaði Marselo, tá hann fangaði afturlegging, sum ikki trekti um hyljarnar. Og so gekk undan hjá heimaliðnum: Krzystof snittaði við nærra stólpa horna í høgru í handara málhornið, Jón Pauli Olsen sneiddi málverjan av eftir gjøgnumspælt álop, og Janus Kjærbo skoraði sítt fyrsta mál nakrantíð í 1. deild, men tað var vorðið sum mál undan vindinum. Úr 35-40 metrum smekkaði hann til, bólturin smeig sær undir samankomingini, og tað sang í nettakinum.

Í 2. hálvleiki vóru líkindini út av lagi vánalig. B68 hevði ilt við at skipa spælið, og VB fekk einasta málið. Tað skoraði leikandi venjarin.