aftur í søguna, so síggja vit, at broytingarnar í ríkisrættarligum viðurskiftunum henda, meðan Javnaðarflokkurin situr í stjórn. ? Eg eri eisini sannførdur um, at tær broytingar, sum skulu gerast í viðu [...] ósigur Javnaðarfloksins seinast, fer burtur í einki. Fegnast um javna framgongd Formaðurin í Javnaðarflokkinum vísir annars á, at sami tendensur hevur verið í øllum teimum fimm veljarakanningunum, sum hava [...] eri sannførdur um, at tann dag vit standa í einum valstríð ber til hjá okkum fyri tað fyrsta at vísa á, at tað eru onnur virði her í lívinum og onnur virði her í samfelagnum, sum skulu viðgerast enn júst
tað gjørdu teir sanniliga. Venjingin hevði við sær, at í september mánaði var greitt at fara undir upptøkurnar í LT-studio í Havn. ? Tá vit fóru í studio, høvdu vit vant og lagt til rættis allar sangirnar [...] sindur um, hvussu nógv vit løgdu í arbeiðið í studionum. Verðin uttanfyri var als ikki til fyri okkum. Fløgan stóð ikki mát Føstufressar vóru á gøtuni í februar mánaði í 1990, og eina viku eftir útgávuna [...] svanan. Sølan togaði seg upp um 4000 eintøk, og í síðstu viku segði ein atkvøðugreiðsla í Sosialinum greitt, at útgávan hjá Terja og Føstufressum er tann besta í føroyskum tónleiki til dags dato. Harafturat
er kendur. Í Føroyum er man bara almennur persónur. Einasta broytingin er, at børn kunnu finna uppá at rópa eftir mær í býnum. Í løtuni arbeiða Tróndur og aðrir við einum nýggjum prosjekti í SvF, men hetta [...] boð eftir Tróndi í SvF, sum vildi hava hann at standa fyri Prix Føroyar sendingunum í 2001. Hetta gekk somikið væl, at hann varð biðin aftur í ár. Eisini varð A-liðið úr útvarpi sameint í sjónvarpi, tá Tróndur [...] seriøsi tíðindamaðurin. ? Sendingarnar í ár blivu í so turrisligar, og eg eri persónliga ikki væl nøgdur við tær. Ætlanin var, at tónleikurin skuldi vera berandi í sendingunum, men hann var snøgt sagt ikki
Hvat er tú mest - leiðari í Margarinfabrikkini ella varaborgarstjóri í Havn? Eg eri fultíðarsettur í Margarinfabrikkini og partíðarpolitikari. Eg eri nógv úti, so tað er gott, at eg havi eina tolna og [...] nógvar feilir. Hvussu er tín Gudstrúgv? Hon hevur stóran leiklut í mínum lívi. Eg og familjan eru virkin í samkomuni Lívdini. Endar man í helviti við at lurta eftir tónleiki frá samkyntum persónum? Hahaha [...] serliga romantiskur. Hvat hevði tú viljað broytt uppá í Føroyum? Eg hevði viljað broytt hugburðin, at onki ber til og sprænt meira jaligheit inn í fólk, sum ráða. Loyv kreativum fólki framat og gevst at
sum hann sigur skjótt fara at búgva í Føroyum. ? Eg skal vera tann fyrsti at banka uppá, tá ein boripallur kemur at liggja á Kollafirði, sigur Johan, sum í 1996 var í Stavangar fyri at búgva seg út sum [...] kampi og setur knyklar í brýr. Havi hvørki bitið negl ella start út í tóman heim ? Eg havi hvørki bitið negl ella sitið og start út í tóman heim ta seinastu tíðina, sigur Johan í Kollafirði. ? Ókey ókey [...] send. 2.? Í september 1997 arbeiddi eg í ein mánað hjá B&U hjá Sjónvarpi Føroya og skrivaði eitt manuskript til eina krimi-parodi. Tað er ein lítil filmur í seks pørtum um ein privatdetektiv í Havn, sum
Milanovic, ið var her í Runavík í fjør. Tá ið vit báðir spældu fyrst í nítiárunum við Radnicki í Kragujevac, kundi hvørgin ímynda okkum, at síðst í tíggjuáraskeiðinum enda vit báðir í føroyska felagnum NSÍ [...] av Cimburovic - bæði í 1997 og í fjør vóru hvalbingar tætt við at vinna sær pláss í elituni av føroyskum fótbólti fyri fyrstu ferð í síni søgu. Tað eydnaðist kortini ikki, men øll í bygdini vóru væl nøgd [...] fyrst í sínum heimlandi og seinni í Ungarn. - Eg byrjaði at íðka fótbólt við felagnum í mínum heimbýi Kragujevac. Hetta er ein lítil hugnaligur býur í miðpartinum av Serbia. Eftir at hini londini í fyrrverandi
93 ára gamli bóndin situr nú aftur í hugnaliga heimi sínum í Kongsstovu í Nólsoy. ? Eg havi upplivað nógv, síðan vit fóru úr Føroyum, 18. desember og komu heimaftur, 3. januar. Richard fór niður og kom [...] altars í donsku kirkjuni. ? Í Føroyum er ikki vanligt, at børn fara til altars, fyrr enn tey eru fermd, men her fóru sjálvt tey yngstu børnini, sum vóru eini 5-6 ára gomul, eisini til altars. Í Danmark [...] við flogfarinum hjá Atlantsflogi, og í Danmark koyrdi hann í toki til og úr Slagelse, har hann helt jól saman við Rúna, damuni og børnunum. ? Eg hevði hvørki verið í flogfari ella toki áður. Richard sigur
og hann var altíð við uppá alt. Hann fekk alla tíðina lív í, og kundu standa leingi og fortelja krønikur. Honum dámdi eisini so væl í Føroyum, og helt, at føroyingar vóru av besta fólkaslagið. Tó var hann [...] eisini nógvar nýggjar vinir. Soleiðis greiðir Birna Jacobsen frá. Hon hevur í farnu viku verið á sangskeiðnum hjá Heimamissiónini í Nesvík, og henni dámdi avbera væl. Hon sigur seg hava fingið nógv burturúr [...] tú hevði alla tíðina okkurt at gera. Birna Jacobsen dámdi sangskeiðið sum heild sera væl. Konsertin í Fríðrikskirkjuni gekk avbera væl, bæði hjá henni og øllum kórinum. Spurd, um hon ætlar sær aftur næstu
Festivalurin Men á Jazzfestivalinum í annaðkvøld skal Sigrid syngja saman við United Voices. Í skránni verður sagt, at hetta kór er elitan í andaligum kórsangi í Føroyum. Tey eru sett saman av sangarum úr [...] Gjøgnumbrotið Í 1995 fór Sigrid til Noregs, Oslo, sum genta í húsi, au pair. Har setti hon seg beinanvegin í samband við onnur, ið fingust við tónleik. Hetta var eisini fyri at trívast. Soleiðis kom hon í samband [...] ymsum samkomum og kirkjum í Føroyum, og saman æra tey Gudi við sangi og gera navn hansara stórt. Kórið varð stovnað í 1997, tá Andraé Crouch vitjaði her, og undirtøkan var ófør. Í dag er United Voices eitt
eigur eitt orð í greinini, sum er skeiv úr enda í annan. Preben Jack Petersen, blaðstjóri á Nordic, sigur við Sosialin, at hann einki hevur frætt frá Finnboga Arge um at greinin ikki var í lagi. Hann hevur [...] verður lagdur undir Strandferðsluna leikar á sum harðast, fær landsstýrismaðuri í vinnumálum enn ein trupulleika at berjast við. Í danska ferðavinnublaðnum »Nordic Travel Journal» er prát við Finnboga Arge [...] partabrøv í felagnum og tann møguleikan skulu útlendsk flogfeløg eisini fáa. Hann heldur eisini, at tað hevði verið gagnligt um Atlantic, SAS og Smyril Line vóru felags um flogferðluna til og úr Føroyum, tí