tænasturnar, teir kunnu bjóða. »Vit fara so at finna út av, hvussu nógv brúkararnir vilja gjalda. Og eftir tí leggja vit so støðið.« Teir rokna við, at gomlu brúkararnir, so sum Ferðaráðið, flogfeløgini, Smyril [...] avlamispensiónistar. Hesir nýggju eigararnir skulu nú bera allan lønarkostnaðin. Tað fer so eisini at tyngja raksturin eyka. »So alt í alt óttist eg fyri, at tænastan verður ikki tann sama, sum hon fyrr var.« [...] fyrr hevur verið, ber ikki til at seta avmarkingar. Og at hava telefonvakt á, ger ikki ta tænastu, fólk fyrr vóru von við. »Ein kunningardiskur er ein tænasta og ikki ein forrætning«, sigur Kalle Soll.
Eg veit ikki rættiliga, um Birgir Kruse nú hevur sæð so nógvar filmar, ella hevur verið so leingi burtur, at hann hevur livað seg inn í eitt fremmant paralellunivers. Hann tykist í øllum førum fjart frá [...] tónleikabólkarnar. Vit seta nógv av til mentan, mentanarvirðislønir og listainnkeyp. Hevði Birgir verið yngri hevði eg illtonkt hann fyri at ætla at søkja starvið í Runavíkar kommunu. So kundi eg í sama viðfangi [...] Norðurlandahúsinum og setir onki av til Tjóðleikhúsið, sigur Birgir. Veruleikin er, at kommunan sum so onki hevur við almenna Norðurlandahúsið at gera – tó hava vit júst brúkt miljónir upp á vegakervið
eitt val á hendan hátt og skuldu øll melda seg úr einum á flokki fyri tað, hevði tað ikki verið nógv fólk eftir í teimum ymsu flokkunum. Kortini helt Kaj Leo fríggjakvøldið á landsfundinum, at tað er eitt [...] Eisini teir nevndarsessirnar fyri sambandsflokkin missur hann, sigur Kaj Leo Johannesen. Ikki so einfalt Men so einfalt er hetta kortini ikki. Edmund Joensen, løgtingsformaður, sigur, at Johan Dahl hevur [...] eisini missa nú, heldur Kaj Leo Johannesen. - Sambandsflokkurin eigur formannin í uttanlandsnevndini, so har verður Johan Dahl noyddur at víkja sætið, tí nú skal nevndin skipast av nýggjum og ein sambandsumboð
er nakar ivi um, at handalag og hegni framvegis eyðkenna henda 86 ára gamla oyndfirðingin. Hann er so væl fyri við hendrum sínum, at tíðin strekkir nærum ikki til alt tað, sum hann hevur hug at evna við [...] Sigurdi og 84 ára gomlu konu hansara, Aðalbjørg er fullgott prógv um, at hevur ein hug og hegni, kann nógv fáast burturúr gerandisdegnum. Her gongur sjón fyri søgn! Hóskar væl til Í kjallaranum hevur hann [...] til knívin?!, sigur ein ikki sørt errin Sigurd, ið sigldi sum maskinmaður í eini 40 ár. Av og á koma fólk á gátt at hyggja, og ikki minst keypa okkurt av tí, sum Sigurd hevur gjørt. Grót úr heimbygdini Sigurd
sum kunningarfólk undir Heðini Mortensen. So Jan hevði kunningarfólk í starvi. Tað er sera stuttligt at hava arbeitt fyri tveir so ymiskar borgarstjórar, ið hava so ymiskan hátt at síggja kunning og týdningin [...] Jan ella Heðin er betur egnaður sum borgarstjóri, tað má veljararin sjálvur taka støðu til. Báðir eru so sera fittir menn og arbeiðsgevarar, ið eg enn havi jaligar tankar um. Manglandi virðing fyri kunning [...] kunning Eg havi ikki innlit í hvørt einstakt lesarabræv ella røðu, sum hesar 43.000 krónurnar handla um, so eg veit ikki, um Heðin hevur gjørt nakað galið. Men eg verið ikki klókari hesum viðvíkjandi av greinini
Til sammetingar var stúgvandi fult, tá ið Europe framførdu í síni tíð. Nú veit eg ikki hvussu nógv fólk vitjaðu festivalin. Vónandi fleiri enn nakrantíð, tí eg ynski alt tað besta fyri menningina av [...] skein allan dagin til hon setti, og eftir tað, var lýtt í veðrinum. Húgvur og føroyskar troyggjur, ið so við og við eru vorðin G! móti, komu ikki fram fyrr enn náttarkuldin kreyp inn, og myrkt varð. Betur [...] ferð ein gekk oman ella niðan av sandinum. Tónleikastøðið var sum heild høgt, og sum G! er kent fyri, so vóru tað mong, ið møttu nýggjum tónleiki og fingu víðka tónlistarliga sjónarringin. Hetta er tað,
stovnað. United Voices er so við og við vorðið væl umtókt millum manna. Tey hava luttikið á fleiri konsertum og hava somuleiðis verið við í fleiri fløguútgávum. Nú stendur so ein onnur og meiri spennandi [...] framman. Slíkar avbjóðingar eru kórlimirnir so líðandi vorðnir vanir við, men hetta slakar kortini ikki uppá krøvini undan eini slíkari konsert. Tí kunnu fólk snøgt sagt bara vænta tað besta av tí besta [...] ferð at GHM roynir seg á sama hátt. - So hetta er tí eitt sera spennandi samstarv fyri báðar partar, sigur Eirikur. Solistar í hópatali Tá ein hevur eitt gott kór, so hevur ein samstundis savnað saman ein
sjálvar. Í okkara nýmótans fólkaræði róptu høvdingarnir annars nógv um gjøgnumskygni og opinleika, men tað var beint áðrenn valið, og átti, sum so mangt annað skattaborgarin hevur lagt oyrað til, ikki at takast [...] at hava frælsi til at velja hvørjum fólkum ella hvørjum idealum ein er loyalur ímóti, og í hvussu so er, gera flestokkara sjálvi av, hvussu langt loyaliteturin røkkur, uttan at hesin loyalitetur afturfyri [...] livibreyð. Tó sýnist, sum spurningurin ikki er heilt greiður tá á stendur. At vísa seg ber til, at reka fólk av garði vegna illoyalitet, um ein gongur yvirvøldini ímóti. Søgan, sum hon varð søgd um dagarnar
at bussleiðin bleiv so lítið brúkt, og tí var tað spill av pengum at lata bussar koyra túrar sum tørvur ikki vísti seg at vera á. Slíkar grundgevingar halda ikki. Tað er heldur so at bussarnir koyra ov [...] illa gongdum. Tað er so avgjørt neyðugt við eini sera væl útbygda bussleið í høvuðsstaðnum. Býurin er í dag stórur í vavi og tí er hjá nógvum langt at fara í gerandisdegnum. Fyri at fólk skulu velja at brúka [...] ljóðar í so frelst, men álvaratos. Skulu vit gera okkum nakra vón um at tálma ferðsluni, og vilja vit at nakar grønur blettur skal verða eftir í býnum, heldur enn at enda sum parkeringspláss, so mugu vit
frá Miðflokkinum. Har er bert fordøming at heinta. Tá tað ivaleyst er so, at tær flestu kvinnur, sum velja fosturtøku, eru ógiftar, so kann ?familjupolitikkurin? hjá Miðflokkinum ikki hjálpa hesum, sum fyri [...] fátækdømi eins væl og moralska og politiska ómegd. Miðflokkurin er í so máta einki undantak. Jenis er svarið skrivaðu samstarvfelagarnir so fegnir, tá samgonga varð skipað seinast. Gud viti, hvat teir hugsa [...] Formaður Miðfloksins gjørdi nógv burtur úr hesum at eggja fólki at giftast. Tað skulu fylgja ítøkiligir fyrimunir við at vera giftur, og hetta kann bert merkja, at tey, ið liva saman uttan pappír ella