Oddagrein· Mangt er í neyðini nýtt

Framløga Miðfloksins í SvF mánakvøldið avdúkaði, at andsøgn er í politikki floksins. Flokkurin hevur átt lívið í tí samgongu, ið er farin í søguna. Henda samgonga hevði fullveldi sum sítt aðalmál. Nú hevur Miðflokkurin tveitt fulveldispolitikkin yvir borð og talar í staðin fyri eini fíggjarligari uppgerð við Danmark. Hví syrgdi hesin flokkur ikki fyri hesi uppgerð, tá hann sat við buktini og báðum endunum í Tinganesi? Her hongur ikki saman.

Formaður Miðfloksins gjørdi nógv burtur úr hesum at eggja fólki at giftast. Tað skulu fylgja ítøkiligir fyrimunir við at vera giftur, og hetta kann bert merkja, at tey, ið liva saman uttan pappír ella einsamallir uppihaldarar, skulu revsast við ikki at verða stuðlað og hava sosialar og fíggjarligar fyrimunir. Hvat viðkemur tað politiskum flokkum, hvussu fólk liva teirra lív, og hvat er hetta fyri politikkur, ið leggur upp til at diskriminera partar av landsins borgarum, tí teir ikki liva upp til Miðfloksins moralska standard? Hvønn moralskan rætt hevur ein politiskur flokkur til at tvinga sínar normar niður yvir høvdini á øllum føroyingum?

Flokkurin hevur eisini roynt at skapa eina øsing um fosturtøku ? hóast Føroyar liggja í lægra endanum við fosturtøkum samanborið við onnur lond í Vesturheiminum. Svar floksins var, at tær kvinnur, ið koma fyri barn, skulu fáa hjálp og góð tilboð frá samfelagnum. Hetta kann bert vera gott. Men her hongur kortini ikki saman hjá Miðflokkinum, tí beint frammanundan hevði formaðurin gjørt greitt, at familjupolitikkurin skal vera hjúnarbandsfremjandi. Av hesum fylgir, at einsamallar møður skulu einki gott vænta frá Miðflokkinum. Har er bert fordøming at heinta. Tá tað ivaleyst er so, at tær flestu kvinnur, sum velja fosturtøku, eru ógiftar, so kann ?familjupolitikkurin? hjá Miðflokkinum ikki hjálpa hesum, sum fyri alt tað ivaleyst hava mest hjálp fyri neyðini. Spurdur, hví Miðflokkurin ikki hevði gjørt nakað við fosturtøkuspurningin var svarið tað, nú hann hevði havt politiskt vald, at tað var skyldað uppá Danmark. Hetta svar var ov vánaligt, tí einki hevur forðað Miðflokkinum at broyta donsku abortlóggávuna í Føroyum. Lagt kann verða afturat, at danir umsita ikki almannamál, so á tí økinum kundi flokkurin havt gjørt síni sjónarmið og krøv galdandi, um nakað álvara var í øllum hesum við meira hjálp til kvinnur, ið velja fosturtøku. Her vóru eingir danir at skylda uppá.

Tað, sum Miðflokkurin ger, er, at hann leggur eftir bólkum í samfelagnum, ið frammanudnan eru marginaliseraðir og roynir at stoyta hesar bólkar longur út í samfelagsins útjaðara. Samkynd, einamallir uppihaldar, kvinnur, ið kenna seg noyddar at velja fosturtøku, medmenniskju, ið frammanundan hava tað trupult, skulu einki gott vænta sær uttan fordøming. Her skal steinur leggjast oman á byrðu. Hesin politikkur er eyðkendur fyri tað høgrapopulistiska rák, sum í løtuni er víða hvar í Vesturheiminum, eitt nú í Danmark Jú mangt er í neyðini nýtt. Tá flokkar uttanlanda leggja eftir ávísum fyri ikki um at tala verjuleysum samfelagsbólkum, er hetta vanliga dømi um hugsjónarligt fátækdømi eins væl og moralska og politiska ómegd. Miðflokkurin er í so máta einki undantak. Jenis er svarið skrivaðu samstarvfelagarnir so fegnir, tá samgonga varð skipað seinast. Gud viti, hvat teir hugsa í dag.
Sosialurin