Súsanna Dam
Loyalur, sambært orðabókina merkir hetta, trúgvur, ærligur, heiðurligur, hollur ella dyggur.
Loyalitetur merkir trúskapur. Ískoytið il- er útlendskt fyri føroyskt ó-.
Hvørki orðabókin ella grundlógin siga nakað um, hvørjum ein skal vera loyalur móti, ei heldur verður nevnt, um loyalitetur merkir óavmarkaður trúskapur móti ávísum persóni tí at persónurin, hevur ta valdsstøðuna, hann hevur, ella um ein letur trúskap sín eftir sínum egna morali og sannføring. Helst er tað soleiðis, at flestøll í okkara parti av heiminum meta seg, at hava frælsi til at velja hvørjum fólkum ella hvørjum idealum ein er loyalur ímóti, og í hvussu so er, gera flestokkara sjálvi av, hvussu langt loyaliteturin røkkur, uttan at hesin loyalitetur afturfyri rakar okkara livibreyð.
Tó sýnist, sum spurningurin ikki er heilt greiður tá á stendur. At vísa seg ber til, at reka fólk av garði vegna illoyalitet, um ein gongur yvirvøldini ímóti. Søgan, sum hon varð søgd um dagarnar, sýndi annars ein sera loyalan skattaborgara, sum ikki hevur gjørt annað enn at verja støðu skattaborgarans ímóti eyðráni yvirvaldsins.
Skattaborgarin sá dagsins ljós einaferð í fornøldini tá onkur snildur herhøvdingi fann uppá, at fáa bøndurnar at fíggja krígsførslu sína, soleiðis at hann sjálvur og hermenn hansara kundu tíggja sær, sum teimum lysti uttan fíggjarligar avmarkingar.
Meginreglan við skattaútskriving nú á døgum er hin sama sum tá. Sjálvt um herførarin fór higani fyri fleiri túsund árum síðani, so hevur eftirtíðin støðugt fostrað nýggjar skattauppkrevjarar, og nýmótans herførarin skal eisini nýta pening til at tryggja valdsstøðu sína. Hansara kríggj verða enn fíggjað við skattapeningini, alt fyri at menna og betra umstøður skattaborgarans verður sagt, men ikki minst fyri at tryggja teir sjálvar.
Í okkara nýmótans fólkaræði róptu høvdingarnir annars nógv um gjøgnumskygni og opinleika, men tað var beint áðrenn valið, og átti, sum so mangt annað skattaborgarin hevur lagt oyrað til, ikki at takast fyri fult.
Gjøgnum øldirnar er skattaborgarin vorðin gamal, blindur og deyvur, nærum málleysur, men tó ikki heilt býttur. Onkuntíð rakar hann við okkurt, sum hann veit ikki er, sum tað eigur at vera.
Nútíðar herhøvdingin er ikki verjuleysur, minni enn so. Men hjá okkara ávísa høvdinga má bland vera komið í vápnini, at nýta loyalitet var tápuligt, hóast tað sýnist sum høvdingin hugsaði seg eitt sindur um, tí hann tordi ikki at nýta føroyska orðið trúleysur, men segði illoyalur, kanska so at skattaborgarin ikki skuldi skilja tað, ið sagt varð.
Eftir stendur at søgan kann ikki enda her, um vit nú ímynda okkum at skattaborgarin umsíður hevur fingið áhuga fyri hvussu eitt opið og gjøgnumskygt rættarsamfelag loysir sínar ivaspurningar. Tí er bert eftir at vóna, at ÚF, sum segði søguna, ikki verður sløkt vegna illoyalan tíðindaflutning.