Ein verulig bussleið

    

Hildur Eyðunsdóttir
býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin í Tórshavnar kommunu
???????????
Tað er synd at siga at bussleiðin hevur fingið høga raðfesting í Tórshavnar kommunu. Eitt tað fyrsta sum hendi tá í hendan býráðssamgongan tók við, var at skerja bussleiðina. Í minnilutanum mæltu vit heldur til at økja um og styrkja bussleiðina.
Meirilutin vildi verða við, at bussleiðin bleiv so lítið brúkt, og tí var tað spill av pengum at lata bussar koyra túrar sum tørvur ikki vísti seg at vera á.
Slíkar grundgevingar halda ikki. Tað er heldur so at bussarnir koyra ov sjáldan, og at ruturnar ikki hóska nóg væl hjá mongum, serliga gomlum og illa gongdum. Tað er so avgjørt neyðugt við eini sera væl útbygda bussleið í høvuðsstaðnum. Býurin er í dag stórur í vavi og tí er hjá nógvum langt at fara í gerandisdegnum. Fyri at fólk skulu velja at brúka buss í staðin fyri egnan bil, er neyðugt at bussleiðin nøktar tørvin hjá fólki.

Fleiri túrar
Sum er, koyra bussarnir hálva hvønn tíma, og bert eina ferð um tíman um kvøldi. Skal bussurin vera eitt veruligt val, er hetta als ikki nøktandi. Bussarnir mugu í minsta lagi koyra tjúgunda hvønn minutt, og um nýtslan økist, uppaftur títtari. Sjálvandi eigur bussleiðin eisini at koyra rímiliga títt á kvøldi. Bæði børn og vaksin ganga til fundir, ítrótt og øll møgulig onnur tiltøk um kvøldarnar, men tá ber illa til at lýta á bussin, og tað mest vanliga er, at foreldrini liggja og koyra børnini aftur og fram. Hví ikki heldur eggja børnunum til at nýta almenna ferðslu, og læra tey, at tað er minst líka hugnaligt at ferðast saman við øðrum.
Summi halda kanska at hetta ljóðar í so frelst, men álvaratos. Skulu vit gera okkum nakra vón um at tálma ferðsluni, og vilja vit at nakar grønur blettur skal verða eftir í býnum, heldur enn at enda sum parkeringspláss, so mugu vit taka okkum um reiggj nú.

Endurskoða bussleiðina
Tí eigur bussleiðin sum skjótast at verða endurskoðað. Vit eiga at læra av royndum úr øðrum londum eisini. Læra hvussu tey kanna ferðslutørv, og hvat tey megna at reka bussleið fyri. Yvirhøvur skulu vit royna at taka bussleiðina upp til veruliga viðgerð við opnum sinni, og spyrja okkum sjálv einaferð enn, hvussu tað ber til at bøta um bussleiðina. Nýtast eitt nú allir bussar í einari øktari bussleið at vera líka stórir? Ber til at finna heilt aðrar loysnir, møguliga okkurt sum liggur millum hýruvognar og bussar, at hava afturat regluligu leiðunum?

Ferðslukjak er tiltrongt
Eg veit at nógv eru sum ynskja at menna eina betri ferðslu í Havnini, og eg vil heita á tykkum um at siga tykkara meining, tí okkum tørvar eitt veruligt alment kjak, um ferðslu og trivnað í høvuðsstaðnum.