men so minkaði tað líka til árslok. Tað sama mynstrið síggja vit aftur í ár. Ársúrslitið vísti eina afturgongd, ikki bara hjá okkum, men um alt landið. Broytingin í ár í mun til í fjør verður ikki minst, [...] Øll gistingarhúsini í Føroyum høvdu eina afturgongd í bíleggingum í fjør í mun til árið fyri. Gongdin er nú vend og stjórin á Hotel Hafnia væntar, at ein lítil framgongd verður. ? Í fjør øktist talið á [...] trupulleiki er kortini at fylla hotellið í juli og í ár er einki undantak. Tí er tað munandi bíligari at gista á Hotel Hafnia í juli enn í juni og august. ? Vit eru kortini í teirri støðu, at talið á bíleggingum
broytingar eru í ferðaætlanini hjá Norrønu í ár. Skipið leggur nú inn í Hanstholm í staðin fyri Esbjerg, og somuleiðis inn í Lerwick í Hetlandi. Harumframt verður siglt tvær vikur longur í ár. ? Stórur áhugi [...] Hanstholm í staðin fyri til Esbjerg. Og tað eru nógv fleiri frítíðarmiðdeplar, ferðastøð og góðar strendur í Norðurjútlandi enn í Suðurjútlandi. Í so máta er tað sera hent hjá fólki, at siglt verður til Hanstholm [...] Noreg í fjør, og sambært bíleggingunum higartil eru ábendingar um, at Norrøna fer at flyta enn fleiri fólk og bilar í ár. ? Talan er um eina rímiliga stóra øking í ferðafólkatalinum í mun til í fjør, og
sína søgu. Thomsen er annars tað gamla eftirnavnið, og tað eru fleiri, sum bera hetta eftirnavnið í familiuni ? serliga í Havn. Men so var tað ein av mínum ættarfedrunum sum vildi hava »Jul« inn. Hetta [...] niður í einki, og nú er ikki ein gong eitt skúlabarn í bygdini. Tá eg var smádrongur í Funningi var næstan øvugt. Tá var tað Gjógv, sum vaks. Tvey av børnunum hjá Martini búgva eisini í Føroyum. Tað eru [...] mynstraði sum kokkur í tvey ár. Eg gjørdist illa sjúkur hesa tíðina. Tað var nakað við blintarminum, og eg legðist uppá land. Eg royndi meg í fiskaarbeiði í Gøtu, og eisini við matvøruhandli í Funningi
úrslitið, sum fyriliggur og sigur: ? Nú er prosessin sett í verk, har vit gera Føroyar til eitt sjálvstøðugt land. Tó so, í gomlum døgum kundi samgonga fella uppá býti av málsøkjum, men tað væntar Anfinn [...] sovið nógv seinastu vikuna. Hann hevur, sum samráðingarleiðari verið í »sving« nógvar tímar út í eitt. Á fyrsta sinnið, síðan nýggja stýrisskipanarlógin varð sett í gildið fekk Anfinn Kalsberg bert fýra [...] hevur verið fyrr, men tað gekk hóast tað. Til samanlíkningar kann sigast, at tá Edmund Joensen skipaði samgongu eftir seinasta val, samráddist hann í umleið nýggju vikur. Fyrst í átta vikur við Anfinn
hann ynskir størri sjálvstýri í Føroyum Hetta hevur tinbólkurin í Sambandsflokkinum tikið til eftirtektar, tí velur hann at slaka í gomlum prinsippum, sigur Edmund Joensen í forsíðugrein við Inga Rasmussen [...] nýggir tónar í einum djúpt afturhaldandi Sambandsflokki, sum í hesum døgum sleikir sárini eftir løgtingsvalið. Hevur Edmund Joensen ikki júst fyri kortum niðurbart ein politiskan uppreistur í Sambandsflokkinum [...] Arge, sum byrjaði uppreisturin í Sambandsflokkinum á sinni og valdi at fara úr flokkinum Hann hevur bert møguleikan at koma í tingið fyri Fólkaflokkin, um Bjarni Djurholm verður landsstýrismaður í skúlamálum
Áður gav Tutl út fitt av tí, sum var vælumtókt í Føroyum, umframt tað sum var meira á »síðulinjuni«, sæð við føroyskum eygum, men sum er áhugaverdast sæð uttanífrá, sum Kristian málber seg. Nógv av tí [...] Sosialurin hevur hitt dagliga leiðaran í Tutli, Kristian Blak. Spurdur um hetta er fyrstu ferð, at tónleikur verður roknaður sum ídnaður her í Føroyum, svarar Kristian, at tað altíð er sýnd teimum stór vælvild [...] rat, sum hann kallar tað, aftan fyri seg. Sum norðurlendsk dømi nevnir hann Abba, Roxette og Aqua, ið er eitt tað fyrsta danska navnið, ið hevur megnað at fingið eitt altjóða gjøgnumbrot. Men tað nýtist
sambýli fyri tey gomlu. Sum frá líður fer hetta at bøta um støðuna. Tað sum tó er avgerandi er at fáa størri orku flutta til eldrarøktina. Og her er nakað við at henda. Í hesum døgum er landsstýrið við at [...] veiting. Veitingin verður umroknað til eitt arbeiðstímatal pr. viku. Henda nýggja orkan verður so sett inn har tørvurin er størstur, og tað verður talan um at røkja tær uppgávur sum verandi eldrarøkt ikki [...] eitt nýtt stig sum vónandi eisini kann gera sítt til at lætta um, har tørvurin á eldrarøkt er størstur. Tað eru umleið 1.000 fólk sum fáa forsorgarhjálp vegna arbeiðsloysi. Hesi fólkini fara í næstum at fáa
Tað var sum í gomlum døgum, tá HB og TB høvdu styrkiroynd í Gundadali sunnudagin. Seinastu árini hevur munurin á HB og TB verið stórur, og seinast TB var í 1. deild ? í 1996 ? vann høvuðsstaðarliðið 7-1 [...] fyri. Tað var tunnligt í verjuni, tá Einar Petersen, sum var komin inn í hálvleikssteðginum, royndi seg langt úti frá. Langskotið var ikki serliga hart ella væl plaserað, men HB-málverjin stóð sum negldur [...] negldur í vøllin, og so var bert eitt mál á muni aftur. Tveir minuttir seinni gjørdi Kaj Leo hinvegin sítt, men kundi kortini ikki forða TB í at javna. Tað byrjaði við, at Eyðun Svalbard, sum var besti TB-ari
hat-trick. Í staðin var tað Arnfinn Langgaard, sum á tímanum kundi økja til 4-0. NSÍ fekk hornaspark í høgru síðu. VB-verjan skallaði bóltin út, men tað endaði við einum nýggjum innleggi, sum varð snittað [...] einsamøll á odda í deildini við seks stigum fyri tveir dystir. Í steypakappingini vann HB 3-0 í Havn, meðan NSÍ hinvegin vann 3-0 í Runavík. Spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer í oddadystinum nú [...] kann tað nú bert ganga ein veg ? uppeftir. Í fjør var VB eitt av teimum frægu liðunum, og broytingarnar, sum hava verið á liðnum síðani tá, eru ikki so stórar, at tað skal ganga so illa hjá VB, sum ivaleyst
Í hesum døgum verður søkt eftir fólki at leggja lag á arbeiðið hjá teimum ungu í ymisku verkætlanunum hjá Tórshavnar býráð. Tað eru seks ár síðani farið varð undir skipanina at fáa ung í arbeiði. Royndirnar [...] 1997 komu 63 % av teimum ungu í skipanini út í samfelagið aftaná antin í arbeiði ella í skúla. Skipanin vendir sær til tey ungu í aldrinum 16 til 26 ár og tey kunnu vera í skipanini upp til hálvt ár. ? [...] Bíðilisti Í løtuni eru 33 ungfólk til arbeiðis í skipanini, ? 28 úti á ymsum arbeiðsplássum og 5 í eini verkætlan. Til tíðir hava 76 ungfólk verið til arbeiðis í senn. ? Listin við fólki, sum hava hug at