Náttarravnunum, og vit eru komnir fram til tað, at vit fara at brúka hann til lurtararnar, sigur Heðin Arge. Seinasta vetur sendu vit tónleik við einum ávísum bólki eftir midnátt, men tað høvdu vit ikki hug at [...] hendan sending nú fær uppreisn. Beatbox var á skránni tríggjar vetrar fyrst í 90¹unum, men seinnu árini er hon ikki sloppin uppí part. Vit hava hugsað nógv um, hvat vit skuldu gera við seinasta tíman í Ná [...] hvussu leingi vit kunnu gera tað, og fyri tað næsta er tað keðiligt, at spæla tónleik av einum ávísum bólki í ein tíma, um tað eru nógv fólk, sum als ikki tíma at lurta. Undirhaldið betur So nú verður gjørt
hæsaði av, vórðu vit sannførdir um, at vit í staðin skuldu hava eina serfrøðingakanning. Hendan nevndin skuldi so mannast, og var eg á fundi í løgmálaráðnum um miðjan juni 1995 saman við Bjørn á Heygum, formanni [...] fortreytir at meta um hann, uttan tað, vit fingu at vita á fundinum hendan dagin, sigur Jóannes Eidesgaard. Út frá tí var einki, vit kundu seta fingurin á. Eftir hetta fara føroysku politikararnir heimaftur [...] leka út. Vit vóru eisini bidnir um ikki at fara út at kanna nakað hesum persónunum viðvíkjandi, tí tað vit vildu hava at vita, kundu vit fáa gjøgnum løgmálaráðið. Hetta samskiftið fór fram á tann hátt
Hann vísir á, at politiska skipanin í Føroyum hevur einki fingið at vita um habilitetstrupulleikan, soleiðis sum hann nú er førdur fram av donskum embætismonnum og løgmálaráðharranum. -Høvdu vit vitað tað [...] avgjørt aftur, at F. N. Christensen nakrantíð er komin til sín og greitt frá habilitetstrupulleikunum, soleiðis sum hann verður lagdur fram nú. Hann vísir á, at málið er vorðið til eitt politiskt pink-pong [...] heldur, at kanningin nú má gerast liðug. Tá hon ikki er ein dómur men ein skráseting av tí, sum er farið fram, og tá pressan og politiska skipanin hava so gott eygað á henni, havi eg álit á, at tað verður ein
ikki talan um ein turistfilm. Náttúrumyndirnar eru bert ein partur av søguni, og ongar upptøkur eru gjørdar, við tí fyri eygað at lýsa náttúruna. Eitt nú er ?Risin og Kellingin³ ikki við í filminum. Tað [...] hansara verið merkt av fyrireikingini til endaliga úrslitið, sum nú fyriliggur. Eg gjørdi alt fyri Barbaru - Um tað so var at starvast sum lækni á Landssjúkrahúsinum eitt skifti, so var tað eisini gjørt fyri [...] kenna, sigur Nils Malmros. - Útlendingar eru eisini forvitnir. Filmurin er fyribils seldur til Korea, men væntandi verður eftirspurningurin stórur, tá ?Barbara³ kemur á altjóða filmsmarknaðin, eftir heimsf
Soleiðis sá Marius Clementsen á Sandi hesa løtumyndina tann søguliga hósmorgunin 24. september 1997, klokkan 11, tá ið maskinurnar á flakavirkinum á Sandi aftur fóru at mala og konurnar aftur fingu flakaknívin [...] harmaðist Marius Clementsen oyggjarfelagar sínar á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag í vár. Ikki tí, av og á birtist vónin aftur tá ið tað frættist, at nú skuldi virkini latast uppaftur. Men so mikið størri [...] Sandoynni kunnu ikki fáa arbeiði á flakavirkinum. Vit kunnu bara vóna tað besta, og gongur tað ikki, er onki at gera uttan at bíða, og vóna... Ilt at hugsa sær Sandoyingar, vit tosaðu við hósdagin siga, at
sigur, at tað merkist týðiliga, at lív er komið í aftur niðri á keiini. Vit hava verið sum til jarðarferð nú í fleiri ár. Men nú er annað lag á fólki Tey práta dúgliga og smílast meiri, enn tey hava gjørt [...] Sandoynni. Hetta er tað, vit hava bíðað eftir í fýra ár nú. Jógvan Finnur Tungá á Sandi var ein av teimum hepnu, sum fekk arbeiðsboð hósmorgunin. Men hann hevur arbeitt síðani á ólavsøku við at rigga virkini [...] hevur verið strævið. Kristrun sigur, at tað er ein ótrúligt broyting, sum hevur verið á Sandi seinastu dagarnar. Fólk eru blivin glaðari, lívligari og prátingarsamari. Sjálv hevur hon ongantíð ætla sær at
tað eru fólkini, sum fara at arbeiða á virkinum. Eg haldi, at vit hava fingið eina góða virkisleiðslu við góðum royndum. Men so haldi eg sanniliga eisini, at vit hava fingið arbeiðsfólk, sum eru sinnað [...] ein lætti, at vit loksins eru komnir so langt, at, dyrnar verða lætnar upp. Egil Olsen, stjóri í nýstovnaða Sandoy Seafood var lættur um hjartað hósmorginin, tá maskinurnar á flakavirkinum á Sandi vórðu [...] eitt bakkast, men tað er eingin vanlukka fyri okkum, sigur hann. Og nú virkini eru gjørd ístand eru tey í rættiliga góðum standi, og eru góðir karmar um tað ætlaða virksemið. Hann sigur, at tilsamans stendur
Århus ella Olofson eru mildir við sínum dómum. Landsmaður teirra Søren Kierkegaard umtalar í skriftum sínum munin ímillum »teater og kirke«. Teatret indrømmer at det er et teater... Nú er Kierkegaard ikki [...] kirkju og sekt. Søren Kierkegaard er nú heimsgitin heimsspekingur. ºtlendingar leita til Danmark og læra seg danskt til tess at lesa »ørvitisfiskin« Kierkegaard á frummálinum, og sjálvsagt vilja fleiri [...] demoraliserandi flóðaldu, ið hevði skolað burtur kristin lívsvirði í Danmark, og hví hirðarnir nú vóru á varðhaldi, tá ein bóklingur við 100% bíbilskum innihaldi varð borin í hvørt hús í Danmark. Hetta
okkum, tá ið vit hoyra um góð avrik hjá Jákupi Mikkelsen og Toda Jónsyni. Ja, vit eru errin. Vit kanna okkum gleðiliga helvtina av Kent Kirk og Jacob Haugaard, tí mammurnar eru føroyskar. Vit kanna okkum [...] ára minnisrit«. Har er eitt yvirlit yvir studentar, ið eru komnir til Danmarkar at lesa. Frá 1900 til 1925 eru einans 40 studentar byrjaðir upp á hægri lestur. 1 1/2 um árið. Bara teir namastu unglingarnir [...] »Barbaru«, sum nú fer út í verðina sum filmur. Men minnist eisini til: Tað verður fylgt við, hvussu gongst tykkum í útlandinum. Gongst tykkum væl, fellur heiðurin eisini aftur á okkum heima. Tit eru øll ambassadørar
trivist væl undir liðuni á ³Grímu3, sum við skiftandi leikararum hevur hildið lív í hugtakinum, at tað ber til at liva av at spæla sjónleik. Tað, at áhugafelgini nú í stórum tali eru stovnað, og hava Meginfelagið [...] áhugaleikarar og yrkisleikarar kanska eru ósamdir á máli, men tað liggur náttúrligt í kappingini millum bólkarnar. Yrkisleikur er vorðið álvarsligt virksemi. Eitt nú fara alt fleiri undir at fáa sær útbúgving [...] teimum lag á, hóast t.d. Havnar Sjónleikarfelag eisini hevur roynt hetta áður. Tað er ikki ov nógv sagt, at júst ³Gríma3 hevur skapt virðing fyri leiklist, sum ein atfinningarsom rødd, sum tók upp á pallin