friða allan Gundadal millum Varðagøtu og Hoydalsveg til frítíðar- og ítróttaendamál. Skráin millum Varðagøtu og núverandi Gundadalsveg lá tá sum ódyrkað og óbygt øki, og menn komu til býráðið við umbøn um [...] morgun – Palli Gregoriussen, arkitektur sett upp eina ætlan í 60-árunum, men miðskeiðis í 80-árunum tóktist verulig gongd at koma í, tá arkitektastovurnar Albert Isfeld & Gudmund Hansen, Árni Winther og Suni [...] Suni Dalsgaard, í samráð við Gunnar Hoydal og Heðin Mortensen umboðandi býráðið, í felag gjørdu eina stadionætlan, sum fekk navnið Tórsvøllur, og sum við stórum áhuga frá fólki varð sýnd alment fram. Men
hjá Roskilde festivalinum, og tað er eisini á hesum palli, at tey størstu nøvnini hjá festivalinum sleppa at framføra; í ár nøvn sum Gnarls Barkley, The Streets, Radiohead og Neil Young. Teitur er settur [...] av tí. Tann eina er, at man hevur gjørt fýra plátur og turnerað í átta ár og á tann hátt gjørt vart við seg. Hin er, at Roskilde umboðini ganga og leita eftir einum navni, sum skal opna. Eg fekk at vita [...] Hvussu er framførslan uppsett, og hvørji løg ætlar tú at spæla? - Eg fari at brúka sama bólkin, sum eg havi turnerað við í seinastuni. Bara eitt sindur útviklaðan við blásarum og gittarspælara. Ein vinur hjá
eisini førdi til sigur í bæði UEFA-Cup og Champions League, og so var leiðin opin til Chelsea, har Abramovich stóð til reiðar. Bæði við einum feitum lønarkekki og við lyftinum um milliardir til spælarakeyp [...] hevur so sanniliga gjørt vart við seg tey árini, hann hevur verið í Onglandi. Á einum palli, har royndu Sir Alex Ferguson og Arsene Wenger hava verið vanir at seta dagsskránna í ítróttarpressuni, hevur Mourinho [...] beint í krovið á teimum báðum mest vinnandi venjarunum í enskum fótbólti. Og í flestu førum hevur hetta eisini eydnast hjá Mourinho. Og í øllum førum hevur hetta fyri tað nógva virkað til at flutt trýstið yvir
minnast óivað, at hølið nærmast líktist einum »teatri«, við palli, tilhoyri og einum sali. Hetta er nú alt broytt, pallurin er tikin burtur, og salurin gjørdur munandi størri. Tað er sjálvsagt alneyðugt [...] nógvir luttakarar, og somuleiðis áhoyrarar, tá kappast hevur verið í har inni, so stuttligt er, at Glyvra-Bio aftur í ár kann vera karmur um søguliga endurtøku. Seinast í 80?unum og fyrst í 90?unum var [...] var vanligt at hava innleiðandi umfar og hálvfinalu í Glyvra-Bio. Tá Finalan varð hildin á Kambsdali, var eisini vanligt at enda um miðnátt, og síðan at halda fram við dansinum í Glyvra-Bio. Tað er í hesum
Eyðun og Terja kenna tey flestu sum samstarvsfelagar og frændur á og av palli. Felags fyri báðar júst nú er, at báðir noyna seg í Prix Føroyar kappingini. Men í hvør sínum lag. Væl gekk hjá Eyðuni Nolsøe [...] eitt ávíst árstal. Eg geri bara sangir og vit hava í felag roynt at latið teir í ein ham, ið vit halda er hóskandi´, og sum okkum dámar. Men talan er um teamwork og Magnus hevur t.d. gjørt ymsar tónleikasnildir [...] av teimum 6, sum vit byrjaðu at venja. Har eru fleiri skjóttgangandi og ein ballada. Stuttligt er, at Leivur Thomsen hevur gjørt orð og lag til eina lagið, so hóast hann ikki leikar við hesaferð, so setir
Ungi maðurin hevur aftur og aftur víst, at hann hevur nøs fyri málmøguleikum, og hesa ferð eydnaðist. Sjúrður Jacobsen legði innfyri úr vinstru, bólturin fór framvið fleiri, og mitt fyri málinum stýrdi [...] í vinstru, og einar tvær ferðir fóru royndir hjá honum dygst framvið VB málinum. Gert Langgaard og Kári Hansen hava verið skaddir, men í 2. hálvleiki vórðu teir settir inn á NSÍ liðið, og harvið er greitt [...] oddaliðini, og teir eru ovast á støðutalvuni, eftir at teir á heimavølli vunnu størsta sigurin í teimum tjúgu dystunum, sum higartil eru spældir. VB varð sent suður aftur við 4?0 tapi í viðførinum, og harvið
ímóti, tí honum dámar so ómetaliga væl at spæla og syngja. Hann og Kim Hansen arbeiða nógv saman, og Jens Marni sigur, at hóast annar er meira til rokk og hin kanska eitt sindur nærri at poppinum, so hevur [...] Føroyum, tær eru so at siga ongar. Og sum tónleikari er tað til tíðir eisini neyðugt at fáa onkran steðgin, so at ein kann fáa tíð til at hugsa um nýggj hugskot. Og tað kann gerast so nógv betur, tá ein [...] sigur, at so gott sum hvørt vikuskiftið allan desembur mánaða og langt inn í januar er "bookað" fyri langari tíð síðani. Jólaborðhald, dansir og veitslur eru á skránni allan mánaðan. Men tað hevur hann onki
dupultfløgu við bestu løgum teirra, og at henda fløga seinastu tíðina hevur herjað á tónleikatindarnir kring allan knøttin. Í løtuni eru teir í Týsklandi og spæla, og hava teir ikki færri enn 14 framførslur [...] frammi í heili 36 ár, og vórðu teir ivaleyst teir fyrstu, sum av álvara gjørdu fólkatónleikin til eina fólkaogn. Ikki bara í Írlandi, men so sanniliga út um allan heimin. Bæði røddir og tónleikur teirra er [...] einum flokki fyri seg, og fleiri av løgunum, sum teir framføra, eru við árunum vorðnar til sannar landaplágur. Flestu okkara munnu kennast við tónararnar frá, Wild Rover, Alive Alive O og There?s Whiskey In
hornaspark úr vinstru og yvir um handara stólpan. Á baklinjuni stýrdi Palli Augustinussen bóltin innfyri aftur málið. Málverjin tóktist hava tak á støðuni, men hann misti út frá aftur, og so sendi Anders Nielsen [...] høvdu havt tríggjar tær fyrstu ferðirnar, tá ið teir megnaðu javnleik á heimavølli ímóti HB og á útivølli ímóti KÍ, og tá ið teir taptu stórt í Gundadali ímóti B36. Men VB hevði lisið uppá. Venjarin, Hans Nielsen [...] miðvøllinum og í álopinum vóru onkrar skiftingar gjørdar. Jón Pauli Olsen, sum fyrr hevr verið tryggur sentralur miðvallari, men sum tey seinnu árini fyri tað mesta hevur verið í vinstra borði, og sum ofta
løgregluna á staðnum frá, at konsertin var sera ógvislig og at áskoðarafjøldin var nógv villari enn vanligt. Nógv fólk vórðu lyft upp um høvd og flutt aftur og fram millum hundraðtals hendur. Ein onnur týðandi [...] kanna, um og í hvønn mun teir átta vóru ávirkaðir av rúsevnum og rúsdrekka. Hvør hevur skuldina? Tíðindini um vanlukkuna á Roskildefestivalinum fóru sum rótasúpan um alla Danmørkina um vikuskiftið, og skelkurin [...] heilsan Teir ið lótu lív vóru tríggir danir (tveir 17 og ein 22 ára gamal), tríggir sviar (20, 21 og 22 ára gamlir), ein niðurlendingur (23 ára gamal) og ein týskari (26 ára gamal). Tey avvarandi hava øll