Fótbóltur
Abramovich legði fleiri enn 300 milliónir krónur á borðið fyri Andriy Shevchenko. Og so vil hann eisini hava, at ukrainski áleyparin spælir størri leiklut í Chelsea-álopinum.
Abramovich heldur eisini, at við øllum milliardunum, sum hann hevur lagt í Chelsea, eigur liðið at spæla meira undirhaldandi fótbólt.
Hetta eru bert nøkur av postulatunum, sum seinasta hálva árið hava ljóðað kring Chelsea. Og fleiri ferðir hava enskir miðlar sagt, at starvið hjá José Mourinho var í vanda.
Tordi at provokera
Í nátt hendi tað so. Kreppufundur var í Chelsea, sum ikki hevur havt nakað serliga góð úrslit seinastu vikurnar, og endin var, at Mourinho ikki longur er at finna í felagnum. Um hann er sekkjaður, ella um venjarin sjálvur hevur sagt upp, er enn ikki greitt. Men tað er tó greitt, at enskur fótbóltur við hesum hevur mist ein av meira litríku persónligheitunum í spælinum. Fyribils í øllum førum.
Tí litríki portugisin hevur so sanniliga gjørt vart við seg tey árini, hann hevur verið í Onglandi. Á einum palli, har royndu Sir Alex Ferguson og Arsene Wenger hava verið vanir at seta dagsskránna í ítróttarpressuni, hevur Mourinho ikki verið bangin fyri at blanda seg. Tvørtur ímóti hevur hann við hópin av provokerandi útsagnum lagt beint í krovið á teimum báðum mest vinnandi venjarunum í enskum fótbólti. Og í flestu førum hevur hetta eisini eydnast hjá Mourinho. Og í øllum førum hevur hetta fyri tað nógva virkað til at flutt trýstið yvir á venjaran heldur enn á spælararnar.
Í fótafetunum hjá Robson
Hóast navnið er stórt, so er Mourinho enn bert 44 ára gamal. Fyrstu ferð, at nakað var at hoyra til navn hansara innan fótbólt, mundi vera, tá hann í 1992 fekk starv sum tulkur og hjálparvenjari hjá Bobby Robson, sum tá skuldi venja Porto.
Robson tók eisini Mourinho við sær, tá hann seinni varð venjari hjá Porto, og í ævisøgu sínari, sum er skrivað seinast í 90’unum, nevnir Robson, at Mourinho heilt víst verður ein av stóru venjarastjørnunum í europiskum fótbólti.
Í so máta fekk Sir Bobby eisini rætt. Veruliga gjøgnumbrotið sum venjari fekk Mourinho við Porto, sum hann eisini førdi til sigur í bæði UEFA-Cup og Champions League, og so var leiðin opin til Chelsea, har Abramovich stóð til reiðar. Bæði við einum feitum lønarkekki og við lyftinum um milliardir til spælarakeyp.
Fyrstu tvey árini gekst eisini væl. Hóast stóra ynskið hjá Abramovich var sigur í Champions League, so vóru tvey ensk meistaraheiti heldur ikki av vegnum. Og tá hesi í fjør gluppu Chelsea av hendi, var ein sigur í steypakappingini so heldur ikki at forakta.
Í ár hevur tó gingið heldur striltið. Tap fyri Aston Villa og ein málleysur javnleikur móti Blackburn høvdu økt um trýstið. Og tá bara 25.000 áskoðarar ómakaðu sær at hyggja at heldur jánkasliga 1-1 javnleikinum móti Rosenborg, var bikarið helst fult.
Sambært enska the Sun, so var ein orsøk til kreppufundin í nátt eisini, at Mourinho hevur havt ein samanbrest við liðformannin hjá Chelsea, John Terry. Undir øllum umstøðum stóð í gjárkvøldið greitt, at alt ruggaði ikki rætt. Mourinho var til staðar, tá ein nýggjur dokumentarfilmur um Chelsea varð frumsýndur, men hann noktaði púrasta blankt at siga eitt tað einasta orð við miðlarnar. Í nátt var so kreppufundur, og hesin endaði so við, at the Special One ikki longur er venjari í felagnum.
Komandi dysturin hjá Chelsea er á Old Trafford, har teir skulu takast við meistararnar úr Manchester United.