Ongin ítøkilig ætlan liggur á borðinum beint nú, men Jens Marni sigur, at framtíðarætlaninar, hóast tær eru óvissar beint nú, eru at royna at fáa tónleikin fram uttanlanda. Hann ætlar sær at arbeiða við nøkrum løgum, sum hann so fer at royna at fáa fram uttanfyri landoddarnar.
- Um tað skal verða, so skal tað verða nú, sigur hann.
Hann vísir á at vera kendur í Føroyum, tað er ikki so stórt. Tað er so skjótt, at ein er komin runt í landinum, so vónin um at liva av tónleikinum í Føroyum, tær eru so at siga ongar. Og sum tónleikari er tað til tíðir eisini neyðugt at fáa onkran steðgin, so at ein kann fáa tíð til at hugsa um nýggj hugskot. Og tað kann gerast so nógv betur, tá ein ikki er noyddur at hava annað livibreyð við síðuna av tónleikinum. Tí tónleikur krevur nógva tíð.
- Fyri fyrst hevði eg kunnað hugsað mær at roynt meg í Danmark. Og so møguliga í Íslandi seinni, men sum sagt, tað er ikki nakað fastlagt.
Við síðuna av tónleikinum starvast Jens Marni sum maskinsmiður. Tað er neyðugt, tá ein ikki kann liva av tónleikinum, men tað er strævið at arbeiða alla vikuna og so eisini um vikuskiftið.
- Men eg havi fingið sera góðar sømdir frá mínum arbeiðsplássi, tað er púra vist. Annars er ikki vist, at hetta hevði kunnað borið til, heldur Jens Marni.
Jens Marni gjørdi annars vart við seg fyrr í ár í Danmark, tá hann luttók í Popstars. Hann greiðir frá, at hann upprunaliga ætlaði at royna seg í eini aðrari sending. Ein sum eitur Rock-idoler á TV 3, men hann var ov seinur at tekna seg, og so gjørdi hann av at melda seg til Popstars, hóast hann ikki sær seg sjálvan so popputan.
Jens Marni dylur ikki fyri, at hansara luttøka í Popstars hevur givið respons. Serliga hevur hann hoyrt frá føroyingum í Danmark, sum hava við tónleik at gera. Men eisini danir hava latið hoyrt frá sær.
Upptikin allan desember
Jens Marni sigur, at so gott sum hvørt vikuskiftið allan desembur mánaða og langt inn í januar er "bookað" fyri langari tíð síðani. Jólaborðhald, dansir og veitslur eru á skránni allan mánaðan.
Men tað hevur hann onki ímóti, tí honum dámar so ómetaliga væl at spæla og syngja.
Hann og Kim Hansen arbeiða nógv saman, og Jens Marni sigur, at hóast annar er meira til rokk og hin kanska eitt sindur nærri at poppinum, so hevur hetta samstarv eydnast avbera væl higartil.
- Vit líkjast nokk so nógv, Kim og eg, hóast alt, og tí haldi eg, at tað kann fara at verða sera spennandi, hvat kemur burtur úr okkara samstarvi.
Jens Marni byrjaði at spæla gittar sum 10 ára gamal. Hann var einans 13 ára gamal, tá hann stóð á palli fyri fyrstu ferð og spældi til dans. Tað var eina nýggjársaftan í bygdarhúsinum í Kollafirði. Men Jens Marni veit eisini at siga, at hann plagdi at hava framførslur í stovuni heima við hús sum fýra ára gamal, so ikki kann annað sigast enn, at Jens Marni hevur vitað frá ungum árum, hvat hann ætlaði sær.
- Eg droymdi jú um at verða rock-stjørna, tá eg var lítil, sigur Jens Marni, sum fer at halda jól í Kollafirði saman við gentuni og foreldrunum.
Navn:Jens Marni Hansen
Føðingardagur:18.12.1974
Starv:Maskinsmiður
Yndisorð:Nina
Hvat vildi tú verða, tá
tú vart lítli, tá tú vart
stórur?Rock-stjørna