Fótbóltur
Tað gongur ikki altíð, sum tað verður roknað við, og tað verður ikki altíð roknað soleiðis, sum tað eigur at verða roknað. Í EB/Streymi høvdu teir roknað við ikki torførari uppgávu, enn teir høvdu havt tríggjar tær fyrstu ferðirnar, tá ið teir megnaðu javnleik á heimavølli ímóti HB og á útivølli ímóti KÍ, og tá ið teir taptu stórt í Gundadali ímóti B36.
Men VB hevði lisið uppá. Venjarin, Hans Nielsen, hevði tikið avleiðingarnar av, at úrtøkan í teimum fyrstu royndunum ikki hevði verið nakað serlig. Verjan var tann, sum hon hevði verið frammanundan. Men bæði á miðvøllinum og í álopinum vóru onkrar skiftingar gjørdar. Jón Pauli Olsen, sum fyrr hevr verið tryggur sentralur miðvallari, men sum tey seinnu árini fyri tað mesta hevur verið í vinstra borði, og sum ofta hevur spælt í 2. deild, tí hann ikki hevur vant so nógv, var hesa ferð sentralur miðvallari saman við Milan Kuljic. Dan Djurhuus hevði hesa ferð fingið kjansin í álopinum undir liðini á Mindaugas, meðan Birgir Jørgensen leingi var á bonkinum.
Vágbingar vóru sannførandi. Serliga tí teir høvdu sera positivan hugburð. Í verjupartinum vóru teir sera tættir, og sjálvt um EB/Streymur serliga í 2. hálvleiki, eftir at VB var komið á odda, royndi at trýsta, so gekk tað ógvuliga striltið at spæla seg til málmøguleikar. VB vann nærdystirnar, og teir fingu stóra úrtøku. Einasta heilt upplagda møguleikan, sum teir misnýttu, var tá ið støðan framvegisvar 0-0. Símun Samuelsen, sum aftur hevur fingið landsliðsboð, og sum hesa ferð var ytstur á miðvøllinum í vinstru, var púra blankur, tá ið hann við høvdinum skuldi stýra bóltinum í málið, men royndin fór omanfyri tvørtræið aftanfyri Gunnar á Steig.
EB/Streymur var ikki á sama hátt tunað til hesa uppgávuna, sum teir hava verið undanfarnu ferðirnar. Teir spældu seg ikki til stórvegis upplagdar málmøguleikar. Onkra ferðina royndu teir uti frá, men tað var oftast barnamatur hjá Bjarna Johansen í VB málinum.
Á EB/Streyma miðvøllinum var Nicu Dogaru nýgjur maður. Hetta var fyrsta ferðin, hann var á liðnum, eftir at hann er fluttur úr HB og til Eiðis. At Nicu var komin til EBStreym hevði í hesum førinum kostað Bárði Olsen miðvallarplássið í høgru. Tað varð lagt til merkis av áskoðarunum, tí Bárður Olsen átti næstsíðsta fótin á í báðum førum, tá ið EB/Streymur fekk tvey mál í Klaksvík síðsta sunnudag.
Málini
Bæði málini komu eftir steðgin. Í fyrra førinum var málverjin hjá heimaliðnum eitt sindur blandaður upp í. Símun Samuelsen sendi hornaspark úr vinstru og yvir um handara stólpan. Á baklinjuni stýrdi Palli Augustinussen bóltin innfyri aftur málið. Málverjin tóktist hava tak á støðuni, men hann misti út frá aftur, og so sendi Anders Nielsen í málið.
Í seinna førinum vóru heilt fáar statiónir frá VB málinum, og inntil bólturin lá í meskunum hinumegin. Bjarni Johansen sendi málspark í vinstra borð til Símun Samuelsen, sum stakk fram til Mindaugas. Hann fór sjálvur og setti bóltin í málið.
EB/Streymur royndi at koma afturíaftur, men tað segði tað sama. Tá ið tað ikki eydnaðist at spæla seg til møguleikar, fóru teir at senda langar bóltar fram til Sorin Anghel, og tað var barnamatur hjá tryggu miðverjuni hjá VB.
Heimatapið ber við sær, at samansetta liðið er ikki so lítið kroyst, áðrenn teir næstu ferð skulu til Gøtu. Hjá vágbingum tykjast fyritreytirnar betri at fáa góða nyttu burtur úr stóra potentialinum, sum tykist vera í liðnum. Í fimta umfarinum fáa teir vitjan av ÍF.