Eyðun og Terja kenna tey flestu sum samstarvsfelagar og frændur á og av palli. Felags fyri báðar júst nú er, at báðir noyna seg í Prix Føroyar kappingini. Men í hvør sínum lag. Væl gekk hjá Eyðuni Nolsøe, ið kom víðari síðsta vikuskiftið, saman við sterku manningini í Showmonnum.
Í kappingini um vikuskiftið fer Terji Rasmussen á pallin. Afturat sær hevur hann meginpartin av dugnaligu manningini í Føstufressum, sum eisini spældi inn ódeyðiligu plátuna saman við Terja síðst í áttatiárunum.
Nýggj løg
- Vit hava valt 4 nýggj løg út av teimum 6, sum vit byrjaðu at venja. Har eru fleiri skjóttgangandi og ein ballada. Stuttligt er, at Leivur Thomsen hevur gjørt orð og lag til eina lagið, so hóast hann ikki leikar við hesaferð, so setir hann tó dám á, sigur Terji.
- Um talan er um modernaðan tónleik ella ikki, veit eg ikki. Vit leggja okkum ikki eftir at fáa tónleikin at ljóða sum eitt ávíst árstal. Eg geri bara sangir og vit hava í felag roynt at latið teir í ein ham, ið vit halda er hóskandi´, og sum okkum dámar. Men talan er um teamwork og Magnus hevur t.d. gjørt ymsar tónleikasnildir, sum eg haldi eru framúr, sigur Terji.
Hann er samdur við t.d. Eyðuni Nolsøe, sum segði, at hóast nýggjar royndir, so er tað hann sjálvur ið skrivar sangirnar, og at ongin roynd verður gjørd at fjala tað, tí tað ikki letur seg gera at skriva nakað, ið er ov fjart frá einum sjálvum.
Hann vil ikki siga ov nógv, ella taka munnin ov fullan, tá tosið kemir inn á vónir.
- Vit fara bara at royna at gera okkara part so væl sum til ber. Endamálið er sum so næstan longu nátt, tí vit hava vant okkurt nýtt og sleppa í eitt frálíkt forum at framføra tilfarið. Annars er gerandislívið jú mest merkt av, at vit spæla og at eg sleppi ikki at spæla nýtt tilfar, tí fólk vilja hoyra tilfar, ið tey kenna, sigur Terji.
Støði hækkað
Terji sigur, at hann hevur ikki fylgt so væl við í undanumførunum, men at hann metir, at støðið er hækkað.
- Hetta er helst besta prixkappingin, ið hevur verið. Fleiri stuttlig og positiv íkast hava eisini verið at hoyra, t.d. Lawets, sigur Terji, sum tó ikki reiðiliga vil siga nakað um vónirnar hjá sær sjálvum um at koma víðari.
- Sjálvandi hevur ein vónirnar, men eg veit ikki hvat vit vænta sum so. Sum sagt, so er endamálið í sær sjálvum næstan nátt.
Og tá hann verður spurdur, um høga støðið og tað at ein nú veit, hvørjir teir flestu av bólkunum, ið eru komnir víðari, eru, geva honum nervar, sigur Terji:
- Nei, tað heldi eg ikki. Eg haldi meg ikki hava nakað at prógva, tí eg havi prógvað tað eg vil.
Dømingin
Nógv hevur verið prátað um dømingina, eins og undanfarnar prixkappingar. Terji er samdur við teimum, sum meta, at dómararnir døma rætt útfrá teimum treytum, ið teir hava at ganga eftir. Tað vil siga teimum punktum, ið teimum er álgt at leggja sær í geyma.
- Men kanska hevði verið skilagott hugskot at býtt umførini upp í stílar. Eg skal ikki beinleiðis tosa um ?stílforvirring?, men tað er kanska synd, um t.d. tungu bólkarnir halda, at dómararnir tíma ikki at hoyra harðan rock, men meira leggja seg eftir melodiøsa poppinum, sigur Terji Rasmussen.