hildið fram frá klokkan 8.30 til 22.35, tá seinasta kappingin er sett at enda. Í mun til í fjør kappingin øðrvísi á tann hátt, at eingir pinkulingar, eingir unglingar og ongar gentur 14-17 ár eru við hesuferð [...] ikki tí fyrireikararnir ikki høvdu viljað havt hesi við eisini, men av tí at høllin er so nógv upptikin, hevur tað verið neyðugt at skorið kappingina niður á henda hátt. Eitt nú byrjar kappingin hjá dreingjum [...] eydnast fyrireikarunum at fáa eina kapping millum eitt vaksnamannalið hjá HB, eitt hjá B36 og so eitt landslið, í lag. Henda kappingin verður sunnudagin frá 17.35 til 18.00 og fer ivaleyst at vera sera undirhaldandi
m við orðaskifti at viðgera týdningarmiklar spurningar í hesum sambandi. Fyrst verður greitt frá framtíðarútlitunum hjá oljumarknaðinum og altjóða oljuídnaðinum. Síðani verður hugt at tí týdningi, sum [...] Mark Lewis, Energy Markct Consultants Ltd. Eftir tað fer Henrik Ager-Hansen frá Ager at tosa um, hvat í longdini fer at standast av oljuvirksemi í Føroyum. Hvørjir eru so fyrilestrarhaldararnir: Mark F. [...] stóð hann fyri arbeiðnum at leggja til rættis grundarlagið undir felagsins metingum av gongdini á orkumarknaðinum og sambandinum við fremstu klientarnar, eins og hann hjálpti til at stovna nýggjar skrivstovur
bronsumerki til Paralympisku leikirnar síðani 1988. So vit vóna, at Merkið verður at finna millum tey 139 fløggini í Sydney komandi ár. At enda vilja vit takka Stuðlafelagnum hjá Í.S.B. Uttan Stuðlafelagið [...] skjótt. Summi met í S10 eru langt undir teimum føroysku metunum, so hóast bólkurin er lítil, er torført at gera seg galdandi. Svimjararnir verða bólkaðir av læknum, og venjarum við útbúgving. Tíverri hava vit [...] vit ongan í Føroyum, sum kann bólka svimjarar. 10. august byrjaði kappingin, ið var skipað soleiðis, at svomið var innleiðandi um morgunin, og finala um kvøldið. Úrslitini vóru hesi: Esther Gaard Hansen:
Finnbogi Ísakson m.a., at Hanus ikki var maðurin, sum leyp upp á røðarapallin aðruhvørja løtu, men tá hann talaði á tingi, varð lurtað eftir, tí hann hevði altíð nakað, sum vert var at lurta eftir, tók hann [...] Føroysk Postorð. M.a. rættlas hann verkið »Alisfrøði« hjá Hanusi D. Joensen, sála. Tiltakið at fáa listasavn er ikki at gloyma, man vera tað, vit serliga minnast aftur á, tá Hanus við Høgadalsá verður nevndur [...] gjørdi hann nógv burturúr, hann hevði kúgv, seyð og hønur. Hann sýndi við hesum áhuga sínum, at til bar at grønka og væla um náttúruna, so hon kanska gjørdist eitt sindur mildari og yndisligari, hesin
vøllinum í dag. Vit vóru leikliga omaná, megnaðu at skapa nógvar góðar møguleikar og tað er altíð stuttligt at skora mál. Nú ræður tað so eisini um at arbeiða víðari og byggja uppá til týskvøldið, tá vit [...] Jensa Tórolvsdóttir um munin til 2-0. Hetta var fyrsta ferðin, at Mona Rasmusardóttir var málskjútti á landsliðnum, og hetta var onnur ferðin, at Jensa Tórolvsdóttir skoraði á landsliðnum. Dygst undan steðginum [...] verður dystur á Tórsvølli. Úrslitið í gjár var 3-1 eftir 2-1 í fyrra hálvleiki. Hetta var aðru ferð, at Føroyar vunnu fótbóltslandsdyst fyri kvinnur ímóti Andorra. Fyrra ferðin var í Hamrun á Malta 6. apríl
dysturin verður sum kunnugt av ongum, tí norðmaðurin ætlar ikki at verja HM-heitið hesaferð. Líkt er til, at HM-finalan komandi ár tí fer at standa millum Nepomniachti og Ding Liren úr Kina. Fylgjast kann [...] dystirnir í fimta umfari á talvolympiaduni í India. Føroyar telva í dag móti Libanon. Føroyingar ætla at vinna. Vit eru styrkismettir ovari enn teir; vit nummar 60, teir 92. John Rødgaard er ikki við í dag [...] Miðeystri, sum í fleiri ár var fyri lemjandi borgarakríggi og øðrum ófriði. Tað var næstan ikki dagur, at tað ikki frættist frá ófriði í Beirut. Slakar seks milliónir fólk búgva í Libanon. Í undanfarnu seks
Joensen megnaði at spæla seg uppá 3-3. Sjeynda og avgerðandi setti bleiv eitt ordiligt nervaspæl, har baðar fylgdust allan vegin niður og vóru fleiri dystaravgerðandi pílar mistir. Endin var at Beinta Joensen [...] 4-3. Ein ordiliga spennandi finala, ið vísti at vit kunnu síggja fram til eitt spennandi kappingarár hjá kvinnum. Hjá monnum er kappingin skipa soleiðis, at spælt verður í einum A-bólki og einum B-bólki [...] fleiri spælarar kunnu koma at geva harða kapping í ár. Finalan í B bólkinum var ímillum Benny Hansen úr D16 og Egin Hallgrímsson úr ADF. Benny Hansen hevur seinasta árið víst at hann hevur støði til A bólkin
og samfelag gjøgnum øldir. Tað er ikki hvørjum landi unt at eiga slíka bók og so gamalt ting sum okkara. Frumskjalið - Kongsbókina - eiga vit at fara um við tjóðskaparligari tign og leggja fram í glas og [...] hevði undir hond. NÝGGJ TÝÐING OG LØTT AT LESA Útgávan er ætlað leikum og lærdum, sum hava áhuga fyri máli, mentan, søgu og rættarsøgu. Andras hevur syrgt fyri, at vit kunnu lesa upprunatekstin við prentskrift [...] Í innganginum skrivar rithøvundurin, at í 2023 vóru 725 ár síðani Hákun hertugi Magnusson lat Seyðabrævið seta í gildi í Føroyum í 1298. Frumritið er varðveitt Í Kongsbókini, sum hýsir elsta skrivliga
fleiri fólk fyri hvørja búeind. Hóast fólkavøksturin spakuliga tykist at hæsa av, stendur trýstið á bústaðarmarknaðin við, tí tað tekur tíð at byggja nýggjar búeindir. Tað skrivar Betri Banki í grein á heimasíðuni [...] lutfallið er minkað í høvuðsstaðnum trý ár á rað, heldur lutfallið í Eysturoynni fram at vaksa. Tískil kann staðfestast, at útveganin av nýggjum búeindum ikki hevur staðið mát við fólkavøksturin í økinum. Hóast [...] i fólkavøkstri. Skal trotið tálmast, er neyðugt, at vit útvega fleiri íbúðir og raðhús. Samanborið við sethús eru hesar búeindir bíligar og skjótar at byggja, eins og tær ikki krevja nógv lendi. Í Eysturoynni
sá út til, at hetta átti málverjin at vart fyri, men bólturin fór í netið, og føroysku spælararnir fegnaðust um, at tað lønti seg at royna við langskotum. Og so var tað í síðstu sekundunum, at miðverjin [...] undankappingini fyri kvinnur við trivaligum 4-0 sigri á útivølli ímóti Andorra. Hetta var onnur ferðin, at Føroyar í hesi kappingini vunnu ímóti Andorra. Á heimavølli var úrslitð eisini 4-0. Samlaða úrtøkan [...] stólpanum. Í kvøld var føroyska uppstillingin 3-5-2. Í málinum var Óluva Allansdóttir Joensen aftur, eftir at hon fríggjakvøldið var á beinkinum, meðan Valborg Østerø vardi málið. Jensa Tórolvsdóttir og Durita