Góð úrslit til Føroya

Í farnu viku var europameistarakapping í svimjing fyri rørslutarnað.

Í farnu viku var europameistarakapping í svimjing fyri rørslutarnað.

Kappingin var í Braunschweig í Týsklandi. Alt var væl fyriskipað, og 39 lond luttóku við 410 svimjarum. Tríggir svimjarar umboðaðu Føroyar og teir vóru: Esther Gaard Hansen, Turið Johannessen og Heidi Andreasen.

7. -9. august vórðu nýggir svimjarar bólkaðir. Tað eru 10 bólkar alt eftir, hvussu brekið hjá einstaka svimjaranum er. Esther kom í bólk S8, Heidi í S9 og Turið í S10, ið er tann bólkurin, ið hevur minst brek. Í bólkinum S10 eru tíverri fáar kvinnur í Europa, men tær, sum eru við, svimja sera skjótt. Summi met í S10 eru langt undir teimum føroysku metunum, so hóast bólkurin er lítil, er torført at gera seg galdandi.

Svimjararnir verða bólkaðir av læknum, og venjarum við útbúgving. Tíverri hava vit ongan í Føroyum, sum kann bólka svimjarar.

10. august byrjaði kappingin, ið var skipað soleiðis, at svomið var innleiðandi um morgunin, og finala um kvøldið.


Úrslitini vóru hesi:

Esther Gaard Hansen:

200 blandað:nr. 5 við tíðini 3.29,25. Vinnarin hevði 3.18,32

100 frí: nr. 11 við tíðini 1.27,29 Vinnarin hevði 1.14,65

100 ryggsvimjing nr. 7 við tíðini 1.38,50 Vinnarin hevði 1.19,99

50 frí nr. 12 við tíðini 0.39,08 Vinnarin hevði 0.33,08


Turið Johannessen:

100 frí nr. 7 við tíðini 1.18,52 Vinnarin hevði 1.06,24

100 rygg nr. 6 við tíðini 1.32,62 Vinnarin hevði 1.17,50

50 frí nr. 6 við tíðini 0.35,50 Vinnarin hevði 0.30,08

Heidi Andreasen:

400 frí nr. 9 við tíðini 5.47,43 Vinnarin hevði 5.14,23

100 frí nr. 8 við tíðini 1.14,13 Vinnarin hevði 1.09,12

50 frí nr. 8 við tíðini 0.34,21 Vinnarin hevði 0.31.60

100 rygg nr. 10 við tíðini1.31,56 Vinnarin hevði 1.19,02


So ungu svimjarar okkara fingu sera góð úrslit.

Annars fekk Bretland flest heiðursmerki, og síðani kom Týskland. Sum heild má sigast, at stóru londini vinna flestu heiðursmerkini, men t.d. Ísland fekk 4 gull, 3 silvur og 3 bronsumerki.

Nógv varð tosað um Paralympisku leikirnar í Sydney í oktober komandi ár.

Ymiskt er, hvussu nógvar svimjarar hvørt einstakt land sleppur at hava við, og enn vita vit ikki, hvør skal umboða Føroyar. Vónandi fáa vit onkran luttakara við, tí sum kunnugt hevur Føroyar verið umboðað á Paralympisku leikunum síðani 1984. Í 1988 vann Christina Næss gullheiðursmerki til Føroya. Harumframt hava føroyingar fingið 4 silvurmerki og 3 bronsumerki til Paralympisku leikirnar síðani 1988.

So vit vóna, at Merkið verður at finna millum tey 139 fløggini í Sydney komandi ár.

At enda vilja vit takka Stuðlafelagnum hjá Í.S.B. Uttan Stuðlafelagið, ið ger eitt megnararbeiði hvørja viku, hevði ikki verið møguligt, at sent svimjarar avstað. Eisini vilja vit takka Føroya Lívstrygging og øðrum, ið hava stuðlað luttøkuni á ymsan hátt.