Talan er um eitt tiltak fyri innbodnum, sum verður hildið á Hotel Føroyum. Tveir gestafyrilesarar vera við. Teir eru Mark Lewis frá ?Energy Market Consultants? í Bretlandi og Henrik Ager-Hansen frá Ager Energi Management í Noregi.
Umboðmaðurin hjá Phillips Petroleum í Føroyum er Jacob Rugland, sum hevur fyrireikað seminari vísir á, at tað verður ein stór avbjóðing fyri Føroyar, tá landgrunnurin verður latin upp fyri oljuleiting og framleiðslu av olju og gassi, tí slíkt virksemi setir stór krøv.
Á fundinum er tí ætlanin í tveimum fyrilestrum við orðaskifti at viðgera týdningarmiklar spurningar í hesum sambandi.
Fyrst verður greitt frá framtíðarútlitunum hjá oljumarknaðinum og altjóða oljuídnaðinum. Síðani verður hugt at tí týdningi, sum olja og gass á føroyska landgrunninum kunna hava í europeiskum orkuhøpi. Eisini verða týðandi spurningar um fyljgurnar av petroleumsvirksemi - tøkniliga, búskaparliga og samfelagsliga - viðgjørdir við støði í teimum royndum, sum gjørdar eru av slíkum virksemi á norska landgrunninum.
?Útlitini hjá altjóða oljumarknaðinum og altjóða oljuídnaðinum? er heitið á fyrilestrinum hjá Mark Lewis, Energy Markct Consultants Ltd. Eftir tað fer Henrik Ager-Hansen frá Ager at tosa um, hvat í longdini fer at standast av oljuvirksemi í Føroyum.
Hvørjir eru so fyrilestrarhaldararnir:
Mark F. Lewis
Mark F. Lewis hevur prógv frá London Business Studies og hevur 30 ára royndir innan ráðgeving um olju og orku. Hann byrjaði hjá Petroleum Economics Ltd. (PEL) í 1970, har hann í fyrstani arbeiddi fyri stovnaran Dr. Paul H. Frankel. Hann varð tilnevndur stjóri í 1977 og medforstjóri í 1977. Hesa tíðina stóð hann fyri arbeiðnum at leggja til rættis grundarlagið undir felagsins metingum av gongdini á orkumarknaðinum og sambandinum við fremstu klientarnar, eins og hann hjálpti til at stovna nýggjar skrivstovur í USA og fjareystri.
Í 1989 fór hann frá PEL saman við fleiri starvsfeløgum og stovnaði EMC, Energy Market Consultants - har hann er forstjóri. EMC hevur eydnast at verða viðurkent sum ein altjóða ráðgevarastova, ið óheft kann veita mongum viðskiftafólkum í orkuvinnuni búskaparlig og strategisk ráð.
Mark Lewis hevur beinleiðis ráðgivið sjálvstøðugum amerikonskum feløgum, europeiskum statsfeløgum, ríkisstjórnum í londum, antin tey eru framleiðarar ella bara brúkarar, og limum í OPEC. Hetta hevur havt við sær fundir og framløgur frá miðal leiðslustigi til nevndarstig. Hann hevur staðið fyri nógvum kanningum fyri privat viðskiftafólk, hevur skrivað greinir til orkutíðarrit og hevur lagt fram pappír á altjóða seminarum og ráðstevnum í Norður- og Suðuramerika, Europa og Fjareystri.
Henrik Ager-Hanssen
Henrik Ager-Hanssen hevur 4 ára royndir í orkuvinnu. Hann hevur eitt nú verið tekniskur stjóri fyri Institutt for Atomenergi (1966-1971), stjóri fyri verkfrøðingafelagnum Scandpower AS (1971-1976) og varakonsernstjóri í Statoil (1975-1990). Síðan 1990 hevur hann umboðað Statoil í ymsum millumtjóða virksemi, og árini frá 1992-1997 var hann fastur umboðsmaður við europanevndina í Bruxelles fyri bæði Statoil og Statkraft. Frá 1990-1993 var hann eisini formaður í stýrinum fyri heimsumfatandi nevndini »Energy for Tomorrows World« undir World Energy Council. Síðan 1998 hevur hann verið óheftur, altjóða ráðgevi innan orku- og umhvørvi gjøgnum felag sítt AGER Energy Management AS.