Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur gjørt av, at gulllaksakvotan í føroyskum sjógvi í 2023 verður 12.800 tons. Kvotan var 18.000 tons í fjør. - Ásetta kvotan í 2023 leggur upp fyri tilmælinum [...] og í Fiskimálaráðnum siga tey, at somu seks trolarar, sum høvdu loyvi í fjør, sleppa aftur at fiska gulllaks í ár. Vit kunnu leggja aftrat, at soleiðis verður tað tó ikki. Á fyrsta gulllaksatúri í fjør [...] Soleiðis er væntandi, at skipini á gulllaksaveiði í vertíðini, sum byrjar í apríl, verða fimm í tali. Men, skipini hava so eisini 5.200 tons færri at fiska í ár. Nú prísirnir á flestu fiskasløgum eru hækkaðir
frumsýndur á altjóða filmstevnu í Rotterdam hin 25. januar í ár. Mikudagin vísir Filmsfelagið nýggja norska filmin um Munch. Síggja vit burtur frá Oscarvirðislønta Peter Watkins, sum í 1974 gjørdi norskan sjó [...] filmur gjørdur um henda kanska størsta listamann í søguni, hóast fleiri myndlistafólk hava verið gjørd til spælifilm, sum við hepni hava verið vístir í biografi, so sum ”Turner”, ”At Eternity's Gate”, [...] allir hava verið vístir í Filmsfelagnum. Tað er sjálvlærdi norski filmsoperatørurin, Henrik Martin Dahlsbakken (f.1989), sum nú hevur tørnað fyri og gjørt biograffilm um fýra skeið í lívinum hjá Munch, har
Leygardagin 18. mars 2023 verður skipað fyri ullardegi í Perluni og á Reinsarínum. Tiltakið er fyriskipað av Búnaðarstovuni í samstarvi við Patt Lucas Petersen og Tjóðsavnið. Endamálið við tiltakinum er [...] fyrilestar. Í ár ætla tær at gera enn meir burtur úr ullini. Stuðulsfelagið Víkingabygd hevur matsølu bæði í Perluni og á Reinsarínum. Tey selja kaffi og køkur á Reinsarínum, meðan tað er opið og suppu í Perluni [...] frá kl. 13.00 til kl. 15.00 kunnu børnini fáa undirvísing í at tøva sær ein bólt, at virka sær eitt band, ella at spinna á fótarokki. Hetta er í Perluni. Inni á Reinsarínum er ull tøk, sum fólk kunnu royna
við íverksetarafeløgum í Føroyum. Høgni Hoydal leggur afturat, at royndirnar vísa, at yvir 25 prosent av íverksetarafeløgunum lata ikki ársfrágreiðingina inn til tíðina. Og í 2020 fóru tey fyrstu [...] 2941 smápartafeløg virkin í Føroyum. Frá 1. januar 2017 til 10. mars 2023 vórðu 30 partafeløg og 1120 smápartafeløg stovnað. Í sama tíðarskeiði vórðu 50 partafeløg og 549 smápartafeløg, strikað.
seinasta árið, frá februar í fjør til í januar í ár, innfluttu vit fyri 12,6 milliardir krónur. Tað eru 3,2 milliardir krónur meira enn vit innfluttu fyri frá í februar í 2021 til januar í fjør. Sostatt er in [...] á seg. Í 2020 var innflutningurin slakar 8,2 milliardir, og tað var nakað minni enn í 2019. Í 2021 var innflutningurin hækkaður upp í slakar 9,3 milliardir, og nú vit akkurát eru farin inn í 2023, er i [...] innflutningurin so aftur hækkaður upp í 12,6 milliardir. Tann stóri vøksturin frá ið fjør til í ár, stavar í høvuðsheitum frá innflutningi av skipum og flogførum, ið vaks 1,4 milliardir krónur. Men uppgerðin
Hvørt ár fara næmingar í 4. og 6. flokki til landsroynd í rokning, føroyskum og náttúru og tøkni. Í 2023 verða royndirnar 18.-20. apríl. Hetta skrivar Skúlablaðið á netinum, skulabladid.fo. Landsroyndirnar [...] stigvøkstur í krøvum til, hvussu næmingurin loysir uppgávuna. Karmurin býtir førleikarnar í trý fra tí minst til tað mest krevjandi. Innan fyri hvønn partin ber eisini til at hava stigvøkstur í uppgávunum [...] finna upplýsingar, sum standa beinleiðis í tekstinum, skulu tey skilja meiningina við einum teksti, ella skulu tey grunda um góðsku og trúvirði av innihaldi í einari ella fleiri keldum. Hetta setir ymisk
lond, sum ikki eru limir í Nato, skulu kunna gerast limir í samgonguni, er neyðugt, at øll verandi limalond taka undir við umsóknini. Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag. [...] ljós til finskan Nato-limaskap, tá hann hittir turkiska forsetan, Recep Tayyip Erdogan í Turkalandi í hesi vikuni. Í telduposti til tíðindastovuna Reuters skrivar finski forsetin, at Erdogan ynskir, at teir [...] forseta", tá hann er til reiðar at góðkenna umsóknina hjá Finnlandi. Fyrr í dag gjørdist tað alment, at Sauli Niinistö verður í Turkalandi í morgin og fríggjadagin, og at hann fer at hava samrøður við turkiska
góð ár í sær enn, hevur serliga verið í Noregi, hóast yrkisleiðin uttanlands byrjaði í Aberdeen. Úr B36 flutti Gilli til donsku superliguna, til AAB í 2014. Síðan spældi hann fyri Brann Bergen, í bestu [...] barndómsfelagið, TB! Tað er ikki hissini royndir Gilli hevur í fótbólti. Hansara fyrsta dyst fyri besta liðið hjá TB, spældi hann í 2009 í einum dysti um Løgmanssteypið. Tann dystin vann TB 6-0 og tann [...] síni fyrstu 2 av 12 málum í 22 dystum tað árið. Hamrandi skjóti leikarin er skrásettur fyri 60 dystir og 22 mál fyri TB. Í 2013 spældi hann fyri B36 har hann skoraði 5 mál í 29 dystum. Yrkisleiðin hjá
hava at seta seg inn í hana – og so slett ikki at seta spurnartekin við hana. Ja, sjálvt her í Løgtinginum eru tað tey fæstu, sum eru inni í øllum smálutum í lógini. Í Degi og Viku í gjárskvøldi hoyrdu vit [...] Í dag er aðalorðaskifti um fiskivinnuna – sum í stóran mun tekur støði í frágreiðingini frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum varð løgd fram í síðstu viku. Vit hoyra um brúksskyldu og veiðigjald [...] fyrrverandi landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Árna Skaale – sum er ein av teimum, sum hevur rættiliga gott innlit í lógina – greiða Føroya fólki frá um brúksskylduna í fiskivinnuni. Um generella brúksskyldu
hevur enntá royndir í bestu føroysku deildini, tí hann er noteraður fyri 23 dystir fyri B68, har hann spældi í 2021, áðrenn hann fór til Íslendska Selfoss. Annars hevur Chris mest spælt í lægru týsku deildunum [...] verjuspælaran, Chris Jastrzembski. Hann spældi í 2021 við B68, har hann eisini var fysioterapeutur. - Chris Jastrzembski hevur skrivað undir sáttmála við TB fyri 2023 og eru vit sera fegin um tað, tí Chris hevur