Hava innflutt fyri 3,2 milliardir meiri

Innflutningurin er vaksin ein heilan triðing. Serliga hevur prísurin á olju verið ein dýr søga fyri føroyska samfelagið

Hetta seinasta árið, frá februar í fjør til í januar í ár, innfluttu vit fyri 12,6 milliardir krónur. Tað eru 3,2 milliardir krónur meira enn vit innfluttu fyri frá í februar í 2021 til januar í fjør.

 

Sostatt er innflutningurin vaksin 33,5 prosent hetta seinasta árið, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Sum heild er innflutningurin vaksin hesi seinastu árini, men tað er serliga síðani 2020, tá ið korona fór at ganga av álvara, at innflutningurin rættiliga tók dik á seg.

 

Í 2020 var innflutningurin slakar 8,2 milliardir, og tað var nakað minni enn í 2019. Í 2021 var innflutningurin hækkaður upp í slakar 9,3 milliardir, og nú vit akkurát eru farin inn í 2023, er innflutningurin so aftur hækkaður upp í 12,6 milliardir.  

 

Tann stóri vøksturin frá ið fjør til í ár, stavar í høvuðsheitum frá innflutningi av skipum og flogførum, ið vaks 1,4 milliardir krónur.

 

Men uppgerðin hjá Hagstovuni vísir eisini, at oljan hevur verið okkum ein dýr søga tí hann er vaksin heilar 938 milliónir hetta seinasta árið. Hagstovan sigur, at yvirhøvur stavar hendan hækkingin frá príshækkingum og ikki av tí at nýtslan er vaksin.

 

Prísirnir á brennievni vóru hægst um summarið í fjør, tá ið innflutningsprísurin av brenniolju var yvir átta krónur liturin. Nú er prísurin umleið sjey krónur liturin.

 

Innflutningurin til bólkin sum eitur hav- og landbúnað er slakar 902 milliónir og sostatt er hann vaksin 282 milliónir krónur ella 45,4 prosent. Hetta er fyri tað mesta alifóður, sigur Hagstovan.

 

Hækkingin í innflutningurin av bólkinum sum eitur til aðra framleiðslur, er góðar 2,4 milliardir hetta seinasta árið. Tað er ein vøkstur upp á 1,3 prosent og tað stavar fyri ein part frá vaksandi innflutningi av heilivági.

 

Annars er innflutningurin til vanliga nýtslu hjá húsarhaldum ikki vaksin. Hann var slakar tvær milliardir í fjør og tað er ein 1,2 prosent meiri enn árið fyri.

 

So tá ið hugsað verður um, hvussu nógv prísirnir eru hækkaðir, er talan í roynd og veru um eina minking í nøgd.