Í Hvannasunds kommunu hava tey sett sær fyri, at í næstu viku skal kommunan ruddast.
- Árligi ruddingardagurin verður ein av døgunum í komandi viku - viku 21, siga tey handan fjøll.
Og sagt verður soleiðis:
- Aftur í ár fara vit at rudda bygdirnar. Tiltakið byrjar niðanfyri kommunuskrivstovuna, har grillaðar pylsur og burgarar verða at fáa.
Lagt verður aftrat, at nærri verður kunnað um, hvør ruddingardagurin í Hvannasunds kommunu í næstu viku verður.