4 Fýrar hava eykasýning hóskvøldið

Um tú ikki sást 4 Fýrar næstseinasta vikuskiftið, so er ein møguleiki eftir, tí hóskvøldið kl. 20 verður eykasýning í Løkshøll.

Tíðindaskriv:

 

Undirtøkan til tær báðar fyrru sýningarnar var sera góð, og fólk flentu og hugnaðu sær óført til skemtið og sangin hjá 4 Fýrum. Háaktuell evni verða viðgjørd og endavend eins og sangur og livandi myndir á stórskíggja gera, at vit sleppa øllum tonkum um hækkaðan pensiónsaldur, haldføristrupulleikar og ófrið úti í heimi eina løtu og bara njóta løtuna saman við teimum væl uppløgdu 4 Fýrunum og øllum hinum.  

Atgongumerki til sýningina hóskvøldið 15. mai kl. 20 fáast á loksholl.fo og á atgongumerki.fo