Nú eru yvir 600 feløg við íverksetarum í Føroyum

Nógv feløg eru stovnað, men fleiri eru eisini farin á heysin

Síðani 1. januar 2017 hevur tað borið til at stovna íverksetarafeløg í Føroyum, við bara einari krónu í kapitali.

 

Endamálið var at stimbra íverkseting, og og síðani er talið á nýstovnaðum íverksetarafeløgum alsamt vaksið.

 

Tað staðfestir Høgni Hoydal, landsstýrismaður. Erling Eidesgaard, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu er vorðið við íverksetarafeløgum í Føroyum.

 

Høgni Hoydal leggur afturat, at royndirnar vísa, at yvir 25 prosent av íverksetarafeløgunum lata ikki ársfrágreiðingina inn til tíðina.

 

Og í 2020 fóru tey fyrstu íversetarafeløgini á húsagang, men nú eru 617 íverksetarafeløg virkin kring landið.

 

Síðan tann 1. januar 2017 eru 108 íverksetarafeløg strikað. Av hesum eru 39 strikað, tí tey boðaðu frá, at tey holdu uppat.

 

Hini 69 íverksetarafeløgini eru strikað, tí tey fóru á húsagang. Í løtuni eru 12 íverksetarafeløg, sum enn ikki eru strikað, men sum eru undir trotabúarviðgerð ella undir tvingsilsavtøku.

 

Høgni Hoydal sigur frá Taks, at síðani 2017, er ein mvg skuld upp á 717.586, strikað, og ein skattaskuld upp á 267.247 krónur er eisini strikað, ella tilsamans 984.860 krónur

 

Skrásetingin sigur, at síðani 2020 hava tey havt eina útreiðslu upp á 200.000 krónur um árið til bústjórar hjá íverksetarafeløgum, sum eru farin á húsagang.

 

Høgni Hoydal sigur, at tann 10. mars vóru 372 partafeløg og 2941 smápartafeløg virkin í Føroyum.

 

Frá 1. januar 2017 til 10. mars 2023 vórðu 30 partafeløg og 1120 smápartafeløg stovnað. Í sama tíðarskeiði vórðu 50 partafeløg og 549 smápartafeløg, strikað. Umleið 225 av teimum vórðu strikað tí tey fóru á húsagang.

 

Høgni Hoydal sigur at hann tekur undir við at tað ber til at stovna íverksetarafeløg undir lagaligum treytum fyri at stimbra nýskapan og íverkseting.

 

Men hann heldur kortini, at talið á íverksetarafeløgum, ið verða strikað, er lutfalsliga høgt - eisini hóast tað altíð hevur verið væntandi, at nógv íverksetarafeløg fóru ikki at gerast varandi feløg.

 

Tí fer hann at biðja umsitingina, saman við Skráseting Føroya og Taks, kanna málið og at koma við einum tilmæli um, hvussu skipanin kann broytast

 

Endamálið eigur framvegis at vera at hava smidligar skipanir fyri íverksetarafeløg, men tey eiga eisini at fáa betri amboð fyri at forða fyri at skipanin verður misbrúkt og samstundis eigur umsitingin at vera lættari.

 

Upprunaliga var endamálið at sleppa undan ov nógvari umsiting, men nú verður lutfalsliga nógv orka brúkt upp á hesi feløg, sigur hann.