Føroyska gulllaksakvotan skerd við 5.200 tonsum

Í fjør vóru bara tvey partrolarapør á gulllaksaveiði ístaðin fyri trý, tí Eysturbúgvin sakk á sínum fyrsta túri. Kortini verður føroyska gulllaksakvotan í ár skorin við fleiri túsund tonsum.

 

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur gjørt av, at gulllaksakvotan í føroyskum sjógvi í 2023 verður 12.800 tons.

 

Kvotan var 18.000 tons í fjør.

 

- Ásetta kvotan í 2023 leggur upp fyri tilmælinum hjá ICES, siga tey í Fiskimálaráðnum.

 

Lagt verður aftrat, at tilmælið hjá ICES bæði er galdandi fyri føroyskan sjógv og fyri gulllaks vestanfyri Skotland undir einum. 

 

- Í 2023 er tilráðingin, at tað ikki verða fiskað meira enn 17.000 tons av gulllaksi í øllum hesum øki tilsamans, og hetta er 30 prosent minni enn í fjør.

 

Søguliga hava føroysk skip fiskað 75 prosent av gulllaksinum.

 

Fiskiskapurin eftir gulllaksi hevur síðani 2014 verið skipaður við kvotum, og í Fiskimálaráðnum siga tey, at somu seks trolarar, sum høvdu loyvi í fjør, sleppa aftur at fiska gulllaks í ár.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at soleiðis verður tað tó ikki. 

 

Á fyrsta gulllaksatúri í fjør sakk Eysturbúgvin, tá hann varð ásigldur av makkaranum, Vesturbúgvanum. Tískil vóru bert tvey partrolarapør - og ikki trý - á gulllaksaveiði í vertíðini í fjør.

 

Vesturbúgvin, sum bara hevur eitt trolspæl, hevði ongan makkara restina av gulllaksavertíðini í fjør, og eigararnir hava lýst skipið til sølu.

 

Sandoyingar, sum áttu Eysturbúgvan, hava keypt skip úr Noregi, sum bæði er størri enn gamli Eysturbúgvin var, og nýggja skipið hevur eisini tvey trolspøl.

 

Herfyri segði reiðarin á Eysturbúgvanum, Bjarki Magnussen við In.fo, at ætlanin er at fara á gulllaksaveiði, men teir fara at trola einsamallir.

 

Soleiðis er væntandi, at skipini á gulllaksaveiði í vertíðini, sum byrjar í apríl, verða fimm í tali. Men, skipini hava so eisini 5.200 tons færri at fiska í ár.

 

Nú prísirnir á flestu fiskasløgum eru hækkaðir munandi, vóna menn, sum fara at fiska gulllaks, at prísvøksturin eisini fer at síggjast aftur í gulllaksinum.

 

##med2##

 

 

 

 

 


 

 

Nýggi Eysturbúgvin, sum fer at fiska gulllaks í vertíðini hesaferð. Eigararnir siga, at hetta er eitt gott skip.